Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juli 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 134 - 16. juli 2004 Nr. 134 - 16. juli 2004 7 Tú svimur í kloakkvatni Ein skelkandi donsk kanning avdúkaði fyri tveimum vikum síðani, at svimjihylj- arnir á Mallorca eru beinleiðis heilsu- skaðiligir. Vatnið í 14 av 24 svimjihyljum á hotellum á Mallorca er so skitið, at hyljar- nir høvdu verið stongdir umgangandi um okkara leiðir. Líknandi bretsk kanning í januar vísti, at bert tveir av 80 hyljum sunnan fyri ikki eru heilsuskaði- ligir KANNING Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Í hesum døgum leita føroy- ingar í stríðum streymi suðureftir til sól og heitari veður. Burtur frá einum mjørkakendum, køldum og vátum summari í Føroyum. Og tá tað gerst ov heitt sunnanfyri, verður ein kaldur drykkur fingin til vega, samstundis sum ferðafólkini svala sær á í klára, azurbláa vatninum á mongu svimjihyljunum á frítíðarhotellunum. Kloakkvatn Men danska Ekstrablaðið avdúkaði seinast í juni mánaði, at meirilutin av svimjihyljunum á einum av mest vitjaðu frítíðarpara- dísunum, Mallorca, eru so skitnir, at vatnið beinleiðis er heilsuskaðiligt, og dagar- nar eftir avdúkingarnar var talan um reint kaos millum ferðafólk, ferðaskrivstovur, hotelleigarar, læknar og myndugleikar. Síðani kann- ingina og avdúkingina hjá Ekstrablaðnum hava grein- arnar verið nógvar um skittliga vatnið sunnanfyri. Kanningin mátaði bakt- eriunøgd, pH-virði og klor- innihald í hyljgunum á teimum 24 hotellunum á Mallorca, og úrslitið var alt annað enn gott og innbjóð- andi fyri tey túsundtals ferðafólk, sum hvørt summar rinda stórar upp- hæddir at njóta luksushot- ellini í heitaru hitabeltun- um. Á 14 av 24 svimjihylum á Mallorca var vatnið so skitið, at um somu svimji- hylar høvdu verið um okk- ara leiðir, høvdu teir bein- anvegin verið stongdir. Vatnroyndirnar, sum eru kannaðar á Steins Labora- torium, vístu, at bakteriu- nøgdirnar í svimjihyljunum á Mallorca eru meiri enn 20 ferðir so stórar, sum loyvda markið er í Føroyum og Danmark. Ekstrablaðið veit at siga, at dálkingin er m.a. frá skarni (afføring), og at tal- an er um beinleiðis heilsu- skaðiligar avleiðingar. Stór- trivnaðurin hjá bakteriun- um í hyljunum elvir bein- leiðis til eygnabruna, mill- umoyrabruna, húðsjúkur, diarré og aðrar infektiónir. Skelkur Ferðaskrivstovurnar, sum senda okkum niður til skitna vatnið sunnanfyri, taka skelkandi úrslitini í álvara, og fleiri teirra lova nú, at skil skal koma á økið. Ferðafyritøkurnar Star Tour og My Travel nýta hotell á Mallorca til sínar kundar, og tey upplýsa, at broyt- ingar skulu fremjast. My Travel, sum eigur Spies, Tjæreborg og Ving hevur longu sett størri kanningar í verk at kanna nærri allar svimjihyljarnar á Mallorca. Stjórin í My Travel í Danmark, Bjarne Hornbek, sigur við danskar miðlar, at kanningin er skelkandi, og at álvarsom tiltøk verða nú sett í verk at fáa skitna og heilsuskaði- liga vatnið reinari. My Travel hevur sent kanningarlið niður á Mal- lorca, og stjórin í Svøríki, Pia Willars, sigur, at tiltøk nú eru sett í verk á øllum hotellunum á Mallorca, sum My Travel nýtir. - Øll hotellini skulu nú gera mátingar tvær ferðir um dagin, kanningartólini skulu endurnýggjast, og klorinnihaldið í hyljunum skal økjast, sigur Pia Will- ars við Ekstrablaðið. Preben Rudiengaard, lækni og limur í "Folketing- ets sundhedsudvalg", vil hava ES inn í myndina, og kendi danski sjónvarps- læknin, Peter Qvortrup Geisling, eftirlýsir neyvari eftirlit á vatngóðskuni á hotellunum sunnanfyri. Læknarnir vita at siga frá, at mong ferðafólk ger- ast sjúk orsakað av heilsu- skaðiligu umstøðunum sunnanfyri, antin á ferðini ella afturkomin til Dan- markar. Læknarnir siga, at skelkandi skittligu svimji- hyljarnir sunnanfyri eru beinleiðis orsøkir til, at so mong gerast sjúk á væl- umtóktu charterferðunum. Ikki bert á Mallorca Men talan er ikki bert um ein trupulleika á Mallorca. Bretska Brúkararáðið, sum hevur til endamáls at verja rættindi brúkarans, gjørdi í januar mánaði í ár líknandi royndir, sum danir nú hava gjørt, men bretska kanning- in var størri og umfataði 80 svimjihylar á frítíðaroyggj- unum Mallorca og Korfu. Úrslitið var verri enn tað, danir eru komnir fram til. Bert tveir av heili 80 svimjihyljum vórðu góð- kendir, meðan restin av hyljunum ikki lúkaðu neyð- ugu heilsukrøvini. Hotel- leigararnir vórðu í januar mánaði ávaraðir, men nýggja danska kanningin vísir, at støðan enn er alt annað enn nøktandi. Eftir reaktiónir frá donskum myndugleikum úr eyst og vest verður spennandi at fylgja við gongdini í málin- um um skitnu svimjihylar- nir sunnanfyri, sum gera ferðafólk sjúk. Kanska er føroyski mjørkin og ein túrur niðan í svimjihøllina í Gundadali hóast alt ikki so galin... Danski journalisturin á Ekstrablaðnum, Claus Jessen, ger eina vatnroynd á einum av svimjihyljunum sunnanfyri Mynd: Kim Nielsen, Polfoto Um tú ert á veg suðureftir í summar, skalt tú helst hugsa teg væl um, áðrenn tú leypir í klára, svalandi vatnið. Sambært danskari kanning eru flestu svimjihyljarnir sunnanfyri tikkandi bakteriubumbur Mynd: Kim Nielsen, Polfoto C M Y K 7 6