Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juli 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 134 - 16. juli 2004 Nr. 134 - 16. juli 2004 9 vera eitt reiður hjá teimum vinstrahallu í Føroyum. – Árini í Hoydølum vóru mikið mennandi. Tað var spennandi at vera víð- gongdur konservativur í einum so sterkum vinstra- umhvørvi. Harður andróð- ur, men lítil og eingin per- sónligur fíggindaskapur. Á ungum árum er altíð spenn- andi at vera í andstøðu og at sleppa at greiða frá sínari sannføring, fortelur trítorn- aði havnarmaðurin. Borgarligar fyrimyndir Tá eg spyrji Óla, hvørjar hansara politisku fyrimynd- ir hava verið, setist hann eitt sindur afturá og hugsar seg um. – Fyrimyndirnar broytast við aldrinum. Sum ungur og brasin fjeppast tú meira uppi í teim víðgongdu. Ikki slepst undan at nevna Thor- stein Petersen og Jóannes Patursson, sum báðir ávirk- aðu meg nógv. Bóndin fyll- ir kanska minni í dag, enn hann gjørdi tá. Einum manni sum A.C. Evensen havi eg fingið stóra virðing fyri, tí hann tordi at ganga egnar leiðir. Hákun Djur- huus má eg eisini nevna, tí hann var ein gløggur og snildur telvari at samstarva við, heldur fólkafloksting- maðurin. Spurdur, hvørjar útlend- sku fyrimyndirnar eru, fara eyguni hjá Óla at lýsa, tá hann avgjørdur nevnir nøvn sum William Pitt (y), Lin- coln, Churchill og Kerren- sky, sum hóast hann varð jarðaður av bolsjevikkisku kollveltingini stríddist manniliga fyri russiskum fólkastýri. Úr hansara polit- isku samtíð ynskir Óli eis- ini at nevna Margareth Thatcher og Ronald Reag- an, sum bæði vóru virðilig umboð fyri borgarligan politikk, serliga í áttati-ár- unum. Kostar sosialt Tað eru óivað mong í før- oyska samfelagnum í dag, sum ikki hava bestu skoðs- málini at geva Óla Breck- mann. Spurdur, um hansara ofta umstríddu meiningar og framferðarháttur hava kostað honum nógv á sosi- ala økinum, er hann skjótur at svara, at tað hevur tað av- gjørt. – Velur tú eina tilveru sum politiskur boksari, mást tú skjótt venja teg til at liva eitt sindur einligt. Mítt lyndið hevur hinvegin ongantíð verið, at eg havi kent meg noyddan at vera miðdepil í einum sosialum meldri. At vera partur av tí »betra akademiska ella sosiala slagnum« hevur ongantíð verið nøkur tráan, men hinvegin dámar mær at vera saman við góðum fólki, vísir hittinorðaði tingmaðurin á. Politiski ideologurin leggur afturat, at tað fellur honum tungt at gníggja al- bogar á bonaðu gólvunum, sum hann málber seg. – Eg royni at skáka mær undan móttøkum, um tað ber til. Eg havi ongantíð leitað eftir stórum formell- um samkomum. Mær hevur altíð dámt betur smærri samverur. Nógv heldur ein føðingardag, brúdleyp, privat veitslulag enn eina móttøku. Eg kenni meg aldri væl á móttøkum-ser- liga almennum, og eg leiti mær tá heldur yvir at einum vindeyguni at hyggja út. Mær dámar nógv betur at tosa við fólk eitt og eitt ella tvey og trý saman enn at vera í meldrinum einari størri veitslu. Kortini havi eg ongan trupulleika at hava 200 fólk frammanfyri mær, tá eg skal siga nøkur væl vald politisk orð. Eg havi ongantíð havt lampu-, mikrofon- ella linsufepur sigur Óli Breckmann. Fyrrverandi blaðstjórin sigur seg leggja nógv fyri at varðveita síni gomlu vinar- løg. Óli sigur seg gerast ómetaliga sorgarbundnan, tá tað av misskiljing ella av politiskum ávum onkuntíð er komið fyri, at fólk úr vinarskaranum leggja hann undir ikki at vera hollan. Tí hansara vinaløg eru ómeta- liga virðismikil, sum hann kennir nógv fyri. Spjaldrið Breckmann – Nei tað hevur ikki altíð verið lætt hjá familjuni at hava Breckmann-spjaldrið á sær. Teimum hevur onk- untíð verið kastað fyri at vera »hørð« høgrumegin, ella at tey hata sosialistar. Eg vóni ikki, um míni skyldfólk hava verið noydd at krúpa í eitt músahol ella biðið umbering fyri at eita Breckmann. Óli er rættiliga avgjørdur, tá eg spyrji hann um, hvussu hinir limirnir í Breckmann familjuni hava kent tað at hava ein pápa, mann ella beiggja, sum er so umstríddur sum Óli hev- ur verið seinastu 30 árini. – Hjá børnunum hevur tað verið eitt sindur øðrvísi. Eg haldi ikki, at tey hava verið happað, men tey hava sum minni spurt meg um, hví teirra javnaldrar hava hildið okkum verið rík. Eg royndi so at greiða teim frá, at tað helst komst av, at eg fekk tvær lønir sum politik- ari, men at mamman ar- beiddi heima. Tað skal leggjast afturat, at børnini fóru ikki í skúla, fyrrenn eftir at høgra- og vinstra- kjakið var dalað munandi í Føroyum, sigur Óli Breck- mann. Tað hevði helst verið meiri buldraligt hjá teim- um, um tey vóru í skúla- aldri í sjeyti- og í áttatiár- unum, skoytir hann uppí. Sigarin og sloyfan Sigarin og sloyfan hava verið ytru høvuðseyðkenni hjá Óla øll árini sum polit- ikari. Eg spyrji hann um upprunan til hesi eyðkenni. Óli Breckmann fortelur, at hann byrjaði ikki at roykja sigar, fyrr enn hann varð 23 ára gamal. Hann helt ikki tað hóskaði at festa sær í sigarina, áðrenn fyrsta útbúgvingin var fing- in til høldar. Bæði pápin og gubbi Óla royktu sigar, og hesin vani er helst sprottin frá teimum báðum. Sloyfan hjá tingmann- inum hevur sín uppruna seinast í sekstiárunum. Óli var snøgt sagt troyttur av klædna (ella rættari »klodda«) stílinum hjá 68- ættarliðum, sum hann samanber við eina gongu á veg í rætt til áseyðaroyting, og tí fór hann í hitt borðið. Fyri at mótmæla pesjuta og politiskt regimenteraða 68- ættarliðum læt Óli seg í slips, skjúrtu og jakka, meðan hann las á universi- tetunum í Edinburgh og Bristol. Eftir lokna útbúgv- ing helt hann á við sama klæðnastíli, sum seinni eis- ini fór at fevna um eina sloyfu. – Bretskir blaðmenn og blaðstjórar gingu vanliga við sloyfu. Hákun Djurhuus gjørdi tað eisini, og eg helt hon klæddi væl. So fá brúka hana, og enn færri duga at binda sloyfuknút. Sloyfan og sigarin gjørdist mín vani ella óvani, um tú vilt, eins og onnur drekka vín ella øl, roykja franskt ella pípu, sigur fyrrverandi blaðstjórin. Óli eigur í dag einar 50 sloyfur, og hann keypir 2-3 nýggjar um árið. Familjan Óli Breckmann gekk leingi sum gamal drongur, áðrenn hann sum 33 ára gamal varð giftur. Hann hevur ongantíð dult fyri, at konan Birna er besta hálið hjá honum nakrantíð. – Áðrenn eg møtti Birnu fylti undirvísing og serliga politikkur ómetaliga nógv, og eg hevði snøgt sagt ikki stundir til stórt annað. Hó- ast politikkurin framvegis er bæði arbeiði og ítriv, broyttust raðfestingarnar í lívinum munandi, eftir eg gjørdist familjumaður, sig- ur Óli. Birna og hann eiga í dag fimm børn. – Birna hevur verið sera tolin, tí eg havi verið nógv upptikin og burturstaddur í politiskum arbeiði hesi ár- ini. Hon hevur lært børnini at vera trúføst, ærlig, sam- vitskufull, ruddilig og fólkalig, øll somul týðandi eginleikar. Framtíðin Í november hevur Óli Breckmann sitið á Føroya Løgtingi í 30 ár. Fyrr ella seinni fer tann dagurin at koma, har Óli má takka fyri seg í føroyskum politikki. Tí sleppur eingin undan. Eg spyrji hann, hvat hann ætlar at takast við, tá hann ikki longur verður partur av politiska lívinum í Føroy- um. – Eg fari við vissu at skriva. Tað eru ómetaligir nógvir persónar í føroysk- um samfelagum, sum hava avrikað ófatuliga nógv, og teir hava uppiborið, at onk- ur skrivar um teirra avrik. Tak eitt nú John Dam, brøðurnar Hans Pauli og Kaj Johannesen og Eiler Jacobsen. Hesir og aðrir eru menn, ið hava breyðføtt mangar familjur, og vit skylda teimum at greiða fólki frá teirra lívsverkum. Skrivaða orðið vigar nógv, og tað er tað minsta, vit kunnu geva hesum fram- skygdu monnum. Unga ættarliðinum tørvar aðrar hetjumyndir enn bert popp-, film- og ítróttarstjørnur. Tey mugu vita, hvussu vit fáa matin í munnin og klæði á kroppin, heldur Óli Breckmann. Hann leggur afturat, at tað óivað verður torført at halda seg heilt burtur frá politikki, og tí er als ikki óhugsandi, at hann fer at arbeiða handan tjøldini, sum hann málber seg. Polit- isk upplýsing er so mangt annað enn at leggja kom- andi politikarum góð ráð. Spurdur, um hann hevur ætlanir um at skriva endur- minningar um sítt drúgva politiska virki, svarar Óli at enda, at tað er als ikki óhugsandi. H ann kom sum eitt óløgi inn á polit- iska pallin í 1974. Við sínum bersagna og víð- gongda framferðarhátti fór hann í kríggj ímóti vinstra- vendu reyðu bylgjuni í Føroyum. Globala eystur- og vestur orrustan fór eisini fram á føroyska vígvøllinum, og alvápnaður við hvøssum penni og brasnum mussa- skøði stríddist Breckmann fyri vesturlendskum áhuga- málum. Kommunisman í Føroyum fekk sín argasta fígginda, og hann æt Óli Breckmann. Hann er uttan iva ein av mest umstríddu persón- unum í Føroyum í nýggjari tíð. Meðan nøkur hámeta hin nú 56 ára gamla havnar- mannin, eru onnur, ið ikki kunnu torga hann. Rokið, sum plagdi at vera um fyrrverandi blaðstjóran á Dagblaðnum, er linkað seinnu árini, men av og á hoyrast gleps frá Breck- mann, ið minna okkum á dagarnar, tá stríðið millum høgra og vinstra í Føroyum var í hæddini. Í november í ár kann Óli Breckmann hátíðarhalda sín 30 ára dag sum ting- maður. Vit hava sett hittin- orðaða politikaranum stevnu, og hann er fúsur at siga frá sínum fyrimyndum, fram- tíðarætlanum, og hvussu Breckmann-spjaldrið hevur ávirkað hann og familjuna. Mín natúr Tað er fáur – um nakar – føroyskur politikari, ið hev- ur verið í so mongum hvøssum orðadráttum sum Óli Breckmann í sínum politiska yrki. Gjøgnum serliga sjeyti- og áttatiárini var hann dagliga í stríði við fólk á føroyska vinstra- vonginum. Óli hevði sín eyðkenda stíl. Nú 56 ára gamli havn- armaðurin var ógvuliga víðgongdur í sínum høgra- vendu sjónarmiðum. Hans- ara útsagnir fingu javnan fólk á vinstravonginum at ilskast. Samfelagskjakið í Føroy- um var til miðskeiðis í níti- árunum miðsavnað í polit- iskt heftu bløðunum, har Sosialurin (og Fjúrtandi) vinstrumegin og Dagblaðið høgrumegin javnan vóru í opnum stríði. – Ert tú ímynd av polit- iskum stríðsmanni, ber illa til at vera rundur og hugna- ligur í eygunum og oyr- unum á fólki. Tú verður valdur fyri ikki at vera bleytur. Tað hevur ongantíð verið mín natúr at fara hóv- liga fram, og eg havi óivað stygt nógv fólk frá mær. Skalt tú sum politikkari fáa fólk á tal, ber illa til at markera teg við stovupráti og vinglutum útsøgnum, sigur Óli Breckmann. Fyrrverandi blaðstjórin á Dagblaðnum rósar mót- støðumonnum fyri taktiskt snildni. – Mótparturin dugdi væl at spyrja mínar egnu floks- felagar, hvat teir hildu um meg og míni sjónarmið. Hetta varð sjálvsagt gjørt fyri at fáa spenning innan- hýsis í Fólkaflokkinum, tó kortini uttan varandi úrslit, vísir fólkaflokstingmaðurin smílandi á. Á skúlabonki – Eg játtaði at stilla upp fyri Fólkaflokkin á vári 1974, men kortini við teirri treyt, at eg kundi taka meg av aftur listanum. Pápi var blivin sjúkur, og eg væntaði ikki, at hann fór at liva árið út, og tað gjørdi hann held- ur ikki. Útlitini fyri at kunna verða valdur batnaðu út á summarið og heystið '74. Í fyrstu roynd síni sum valevni fyri Fólkaflokkin eydnaðist Óla Breckmann at vinna sær tingsess á løg- tingsvalinum í 1974. Hann hevur sitið á Føroya løg- tingi síðan, og sostatt kann Óli í heyst hátíðarhalda sín 30 ára dag í løgtingunum. Sjey ár frammanundan var hann farin undir at nema sær útbúgving í Edin- burgh í Skotlandi. Til 1971 las hann enskt, latín og søgu á universitetinum har. Eftir lokna útbúgving í skotska høvuðsstaðnum flutti hann suðureftir til Onglands at lesa búskapar- søgu í býnum Bristol. – Upprunaliga var ætlan- in at lesa løgfrøði í Keyp- mannahavn, m.a. tí Torstein Petersen var løgfrøðingur, og honum hevði eg avbera stóra virðing fyri. Kortini avráddu eg og pápi, at eg skuldi lesa aðrastaðni enn í Danmark, um eg slapp inn, og tá eg fekk møguleikan í Edinburgh, var eg skjótur at taka av, fortelur Óli Breck- mann. Fólk við hægri útbúgving bera ofta orð fyri at vera varin, akademisk og fjøl- broytt í sínum útsøgnum, men tað er ikki rætt at flokka Óla í henda bólk, sum heldur hinvegin altíð hevur verið eyðkendur fyri at hava ein víðgongdan politiskan hugburð. – Tú mást minnast til, at søguliga hevur vinstrivong- urin í nýggjari tíð verið væl betur lisin enn høgrivong- urin. Her heima var støðan tann sama. Tað bar ikki til hjá mær vera tann varni, tí so hevði eg ikki havt nakr- an møguleika. Tú kanst ikki fornokta tíni lyndiseyð- kenni. Eg varð noyddur at brúka intellektuellu stríðs- amboðini hjá vinstravong- inum ímóti teimum sjálv- um, og tey gjørdust í øðini við meg, tí eg rætt og slætt hølvaði tey av við teirra egnu málberingum og hug- tøkum, greiðir hann við glógvandi eygum frá. Tað skuldi gerast lagn- unnar speisemi, at Óli fór í starv á Studentaskúlanum í Hoydølum í 1974, sum av mongum varð hildin at Boksarin Breckmann vil treyðugt vera miðdepil Óli Breckmann sigur frá sínum fyrimyndum og framtíðarætlan- inum. Hann greiðir frá, hvussu Breckmann-spjaldrið hevur ávirkað familjuna, og hvussu hann skákar sær undan stórum sosialum fólkameldri. Sosialurin hevur hitt víðgongda og hittinorð- aða boksaran í Fólkaflokkinum Orð: Páll Holm Johannesen Myndir: Jens Kr. Vang C M Y K 9 8