fríggjadagur 16. juli 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 134 - 16. juli 2004
Nr. 134 - 16. juli 2004
11
Síðan Musikkskúlin varð skorin við hálvari
millión hevur alt verið á gosi. Hetta hevir verið
eitt mál, sum pressan, eisini vit her á blaðnum,
hava gingið høgt uppí. Orsøkin er sjálvandi, at
Musikkskúlin er so ómetaliga væl umtóktur
millum børn og foreldur. Musikkskúlin hevur
havt ómetaliga stóran týdning fyri trivnaðinum
hjá føroyskum ungdómi. Hesin stovnur hevur
givið møguleikar hjá ungum talentum at menna
seg til røtt tónlistafólk, og stovnurin hevur givð
øllum hinum ein góðan møguleika at læra seg
at leika á eitthvørt ljóðføri. Hetta at duga at
handfara eitt ljóðføri er ein ómetaliga stórur
fyrimunur í lívinum. Tónleikur er mennandi
fyri likam og sál. Sostatt er vælskiljandi at for-
eldur og pressan hava verið á gosi.
Nú hevur landsstýrið so tikið avleiðingarnar av
hesum mongu atfinningum og mælt til at veita
Musikkskúlanum eykajáttan. Hetta er sera gott
og tænir landsstýrinum til sóma. Hetta er at
viðurkenna, at vit kunnu ikki vera ein væl-
virkandi Musikkskúla fyri uttan. Tað er einki at
ivast í, at føroyski almenningurin sum heild
tekur undir við, at Musikkskúlanum verður
latin ein eykajáttan, sum loyvir skúlanum at
halda fram við sínum verandi virksemi. Tað
hava verið røddir frammi við atfinningum móti
uppskotinum um at taka peningin frá løgujáttan
til listaskúla á Sandi. Sum tað skiltist á
landsstýrismanninum í ÚF í fyrradagin, so
hendir eingin vanlukka við hesum. Hetta
fíggjarárið er so langt umliðið, at tað heilt
einfalt ikki letur seg gera at framja nakra íløgu
í listaskáulan á Sandi. Sum tað skiltist er einki
projekterað og tískil er valla møguligt at bjóða
nakað arbeiði út í ár.
Tað má væntast og krevjast av øllum flokkum í
fíggjarnevndini, at teir taka undir við uppskoti
landsstýrisins um eykajáttan til Musikkskúlan.
Her er ein vælvirkandi stovnur, sum enn ikki er
fallin fyri spariknívinum, sum hendan sam-
gonga tíverri hevjar yvir alt feltið eins og tann
undanfarna samgongan gjørdi. Her hava
fíggjarnevndarlimirnir eitt gott høvi at gera
eina góða gerð og tað vænta vit øll, at teir fara
at gera. Hetta eigur eisini at vera galdandi fyri
tann nevndarlimin, ið fyrradagin í útvarpinum
sum vísti seg sum rættiliga negativan.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Musikkskúlin
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Eins og lovað, fær Musik-
skúlin nú tær 450 túsund
krónurnar, honum tørvar
fyri at halda fram við ver-
andi
virksemi.
Hetta
verður gjørt, hóast tjóð-
veldistingmaðurin, Páll á
Reynatúgvu, alment hev-
ur mótmælt ætlanini
John Johannessen
tinglimur fyri Javnaðar-
flokkin
mentanarnevndin
john@jokarin.com
Musikskúlin sleppur at
halda fram við verandi
virksemi. Tað er greitt, nú
samgongan hevur avgjørt at
útvega skúlanum 450 tús-
und krónur afturat verandi
játtan. Hetta er eitt bein-
leiðis úrslit av, at Javnaðar-
flokkurin hevur staðið fast
við lyftið um C-vitaminir-
nar.
Tað er bert spell, at Tjóð-
veldisflokkurin, sum hevur
útnevnt seg sjálvan til verja
hjá mentanini, í útvarpstíð-
indunum á middegi miku-
dagin boðaði frá, at hann
fer at arbeiða ímóti ætlan-
ini, um at útvega Musik-
skúlanum neyðugu pengar-
nar.
Listaskúli í klemmu
Fyri ikki at økja um hallið á
fíggjarlógini enn meira,
hevur samgongan gjørt av,
at tær 450 túsund krónurnar
til musikskúlan verða tikn-
ar burtur av teimum 500
túsund krónunum, ið eru
settar av til Listaskúla í
Sandoynni
Helst er hetta orsøkin til,
at
fíggjarnevndarlimur
Tjóðveldisfloksins noktar
fyri at hjálpa Musikskúlan-
um.
Men veruleikin er, at
ætlanin við Listaskúlanum
á Sandoynni er ikki komin
so mikið lagt, at brúk er
fyri teimum 500 túsund
krónunum. Enn er ætlanin
um Listaskúlan lítið meira
enn eitt hugskot hjá Páll á
Reynatúgvu og Tjóðveldis-
flokkinum. Eitt hugskot,
sum als ikki er vorðið nóg
ítøkiligt at seta í verk enn.
Tí hevur samgongan valt
at brúka peningin til at hava
musikskúlan á einum nøkt-
andi støði, heldur enn at
fara undir nýggjar ófyri-
reikaðar verkætlanir eftir
kravi frá Tjóðveldisflokkin-
um.
Lokalpolitiskt valagn
Javnaðarflokkurin vil sjálv-
sagt Sandoynni væl og vil
sjálvsagt eisini virka fyri
mentanarligum frambrot-
um í Sandoynni. Men veru-
leikin við Listaskúlanum
er, at talan er ikki um ann-
að, enn eitt ófyrireikað per-
sónligt lokalpolitiskt val-
agn hjá Páll á Reynatúgvu,
sum fíggjarnevndin var
noydd til at taka undir við
eftir kravi frá fíggjarnevnd-
arlimunum, Páll á Reyna-
túgvu, fyri at fáa semju um
fíggjarlógina. Hesin sami
fíggjarnevndarlimurin var
við til at skerja játtanina til
Musikskúlan og vil nú ikki
bøta skaðan.
3. mars í ár legði Páll á
Reynatúgvu uppskot fyri
løgtingið, um at byggja
Ítróttarskúla á Sandoynni.
Sama uppskot broytti hann
16. apríl til at vera Lista- og
tónleikaskúla. Hetta átti at
givið eina mynd av, hvussu
illa fyrireikað ætlanin er.
Mær tykir, at tingmaður-
in bara vil hava ein ella
annan bygning bygdan á
Sandoynni, fyri at fáa ein
lokalpolitiskan varða av
sær sjálvum. Og so lætt
eigur klaverið ikki at spæla.
Nú eru 50 túsund krónur
eftir í Mentamálaráðnum at
finna útav, um møguleiki er
fyri og tørvur er á at skipa
ein Listaskúla á Sandoynni.
Tá hetta fyrireikingarar-
beiðið er liðugt, er Javnað-
arflokkurin sinnaður at taka
støðu til ætlanina av nýggj-
um.
Eyðbjørg Hentze
Nú hava vit hoyrt Gerhard
Lognberg tosað um, at hann
vil hava ein túr av Gomlu-
rætt seint á kvøldi til fyri-
mun fyri fólk úr Sandoynni,
sum arbeiða ella hava eitt-
hvørt ørindi í Havn.
Men mín áhugi er meira
vendur móti bussunum.
Tað er ferð eftir ferð, at
fólk standa sum Kánus við
ferjuleguna á Gomlurætt og
Skopun, tí eingin bussur er.
Tað eru hóast alt ikki øll,
sum ferðast við bili. Og tað
er eisini nógv dýrari, tá tú
ferðast ofta.
Tí haldi eg, at tit skuldu
fingið til og frá skipinum til
hvønn túr, áðrenn tit byrja
at grenja um fleiri túrar.
Tað nýtist ikki at vera teir
stóru bussarnir, sum koyra,
um lítið fólk er. Tað kann til
dømis vera tilkalling ella
okkurt líknandi.
Vit hildu lyftið – Musikskúlin fær C-vitaminir
Viðmerkingar til rutuna
Skopun- Gamlarætt
VIÐMERKINGAR
Leif Jacobsen
Maskinmester, Albertslund
Jeg håber, at I sammen med
mig og andre vil være med
til at ændre en urimelig skat
i Danmark.
Hvorfor skal jeg udsættes
for en skat, der kommer
som en tyv om natten, blot
fordi jeg valgte den for-
kerte dag på året at tilmelde
mig folkeregisteret i for-
bindelse med, at jeg flytt-
ede fra Færøerne til Dan-
mark sidste år? Ved nærm-
ere undersøgelse har jeg er-
faret, at det samme er gæld-
ende for personer, der fra-
melder sig folkeregisteret
en anden dag end 1. januar.
Denne skat, som jeg
kalder en "etnisk" særskat
er de kontante konsekvens-
er af følgende:
Bekendtgørelse af lov om
indkomstskat for personer
m.v. (personskatteloven) 1):
I §§ 14 omtales en såkaldt
nøgle til omregning i for-
hold til hvor længe man har
opholdt sig i landet, som
med matematisk nøjagtig-
hed straffer og påfører om-
talte personer en særskat:
"Omregning
§ 14. Omfatter indkomstan-
sættelsen for en person en
kortere periode end 1 år,
omregnes såvel den skatte-
pligtige indkomst som den
personlige indkomst og
kapitalindkomsten således,
at beløbene kommer til at
svare til et helt års ind-
komster. På grundlag af de
opgjorte helårsindkomster
beregnes helårsskat efter
§§ 6-9 (som giver anvis-
ning om, hvordan der skal
beregnes indkomstskat for
en skatteborger bosat i
Danmark hele året, m.a.).
Den beregnede helårsskat
nedsættes efter forholdet
mellem delårsbeløbene og
helårsbeløbene."
Det lyder jo helt tilfor-lade-
ligt, at indkomsten omreg-
nes således, at beløbene
kommer til at svare til et
helt års indkomst. Men
faktisk er følgerne af §§ 14,
en ekstra skat på især de
etniske minoriteter i Dan-
mark, også færinger, man
kunne næsten kalde den for
en etnisk særskat. Jeg til-
hører den færøske minoritet
i Danmark og har genn-em
hele livet haft kontakt med
min familie på Færøerne.
Derfor måtte jeg sidste år
betale 20.000 kroner mere i
skat
end
en
såkaldt
almindelig dansker. I den
her forbindelse er, hvem
som helst med folke-
registeradresse i Danmark,
en almindelig dansker. Jeg
tilmeldte mig folkeregiste-
ret den 1.7., det skulle jeg
aldrig have gjort. Når man
kommer fra udlandet, er
der ifølge §§ 14 rent mate-
matisk kun en dato, man
kan tilmelde eller gentil-
melde sig folkeregisteret:
1. januar, alle andre datoer
vil rent matematisk og i
virkeligheden give et i
nogle tilfælde overordent-
ligt stort skattesmæk.
Lad mig forsøge at sætte
kød og blod på denne pro-
blemstilling. Vi forestiller
os en maskinmester, bosid-
dende på Færøerne, som på
et år kan nøjes med at tage
en sammenhængende hyre
på 3 til 4 måneder, og
begynder først at tænke på
den næste hyre efter en
lang ferie. Vores maskin-
mester holder ferie de
første 8 måneder af 2003.
1.9. tilmelder han sig folke-
registeret i Danmark. Sam-
tidigt får han en hyre og
dermed en lønindkomst på
300.000 kroner i de sidste
måneder af 2003, hvilket
ikke er umuligt på de
bedste notbåde. Med mate-
matisk nøjagtighed bliver
der ved hjælp af §§ 14
pålagt maskinmesteren en
ekstra skat på 43.000 kron-
er i forhold til en alminde-
lig dansker. Oveni de ekstra
omkostninger ved at flytte
får han så denne særlige
"etniske" skat på 43.000
kroner. Til sidst vil jeg vise
denne lovs uretfærdighed,
især overfor etniske minori-
teter, hvis vi forestiller os,
at maskinmesteren rejser
ud af landet og dermed
framelder
sin
folke-
registeradresse i Danmark
den 1.4. 2004. På nuvær-
ende tidspunkt ved jeg
ikke, hvordan satserne i
personskattelovens §§ 14
bliver for 2004, men hvis
de fortsætter uden ændr-
inger i forhold til 2003, kan
vi forestille os, at han
fortsætter sin hyre ind i de
første 4 måneder af 2004
og opnår derved igen en
årsindtægt
på
300.000
kroner, hvis han holder
ferie resten af året. Han
kommer til at betale næsten
49.000 kroner mere end en
person med 300.000 kroner
i lønindkomst i 2004, kun
fordi han frameldte sig
folkeregisteret på en anden
dag end den 1. januar.
Samlet kommer han til at
betale 92.000 kroner mere i
skat over 2 år end en per-
son, som har haft folke-
registeradresse i Danmark i
hele samme periode. Men
det går først op for ham, at
han er blevet flået i skat,
når han har foretaget disse
til- og fraflytninger, derfor
kommer denne særskat som
en tyv om natten.
Men det er ikke kun højt-
lønnede der bliver udsat for
denne
urimelighed.
Et
andet eksempel kunne være
en indvandrer, som til-
melder sig folkeregisteret
den 1.7. 2003 . Lad os sige
at han tjener 150.000 kron-
er ved at køre taxi efter han
er kommet til Danmark.
Han kommer til at betale
næsten 9.000 kroner mere
end en almindelig dansker.
Hvis han rejser ud af landet
og dermed framelder sig
folkeregisteradresse
den
1.7.2004, vil han højst
sandsynlig betale ekstra
9.000 kroner. Altså en
samlet ekstra skat på
18.000 kroner over 2 år.
Jeg skriver anførselstegn
omkring etnisk, fordi ikke
kun de etniske minoriteter
og deres efterkommere er i
farezonen for at blive udsat
for denne i hovedsagen etn-
iske særskat. Enhver, som
tilmelder eller framelder
sig folkeregisteret på en
hvilken som helst anden
dag end den 1. januar, vil
blive pålignet denne "etn-
iske" særskat.
Kære Lisbeth og Høgni!
Áheitan til
Landsins
myndug-
leikar
Undirritaðu feløg vilja
við hesum heita á land-
sins myndugleikar um
at taka neyðugu stigini
til at forða fyri, at fisk-
ur veiddur í føroyskum
sjóøki
framhaldandi
fer
ótilvirkaður
av
landinum.
Vit skulu minna á, at
fiskurin er ogn Føroya
fólks, og tað er tí á-
byrgdin hjá okkara
politiska myndugleika,
at tryggja, at hesin
fiskur eisini kemur
øllum føroyingum til
góðar.
Sum støðan er nú, so
verða
arbeiðspláss
beinleiðis útflutt úr
Føroyum saman við
fiskinum, tí tann fisk-
ur,
sum
sjálvsagt
skuldi verið tilvirkaður
og
góðskaður
her
heima, verður fluttur
uttanlands, har hann
skapar arbeiði til tús-
undtals arbeiðsfólk.
Støðan er rættuliga
álvarslig, tí alsamt økta
mongdin av fiski, sum
fer av landinum ótil-
virkaður, økir um ar-
beiðsloysi í samfelag
okkara og ta sam-
felagskreppu hetta fer
at føra við sær.
Tað er einki órímu-
ligt í, at fólk sum hava
sítt livibreyð av fiski-
vinnuni á landi, krevja,
at landsins myndug-
leikar taka neyðugu
stigini til at tryggja
okkum, at so nógv sum
gjørligt av fiskinum
verður tilvirkaður í
Føroyum.
Vit vóna, at okkara
politikarar vísa sína
ábyrgd og beinanvegin
taka neyðugu stigini til
at tryggja, at forðað
verður fyri, at fiskur í
stórum nøgdum fram-
haldandi fer ótilvirkað-
ur av landinum.
Tórshavn, tann 15. juli
2004
Føroya
Arbeiðarafelag
Havnar
Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar
Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar
Arbeiðskvinnufelag
Havnar
Arbeiðskvinnufelag
TÍÐINDASKRIV
Formansskapurin í
grundlógarnevndini
Stjórnarskipan
Føroya.
Formansskapurin í nevnd-
ini tekur nú upp spurningin
um heimildir og arbeiðslag
hjá tingnevndum.
Løgtingið eins og øll
onnur ting hevur so leingi
vit vita um skipað arbeiðið
hjá sær í deildir ella nevnd-
ir. Gamla løgtingið hevði
bæði deild, ið umrøddi al-
menn mál og gjørdi sam-
tyktir, og løgrættu, ið eisini
virkaði í fleiri deildum.
Orsøkirnar til at hava
tingnevndir eru fyri ein part
praktiskar. Tað ber ikki til
at umrøða allar spurningar í
tingsalinum, tíðin er ikki til
tað, og nevndirnar kunnu
arbeiða á annan hátt.
Men orsøkirnar til at býta
tingið upp stinga nógv
djypri enn bert til at leggja
virksemi til rættis. Sjálvt
fólkaræðið
og
fólksins
frælsi
verður
tryggjað
ígjøgnum tað valdsbýti og
tær mannagongdir, sum
liggja í at býta tingið upp í
deildir.
Í mongum londum er
tingið býtt sundur í tvær
tingdeildir við hvør síni
manning og hvør sínum
nevndum. Hetta er enn
siður í Noregi og var tað
eisini í hinum Norðanlond-
unum fyrr. Í londum sum
okkara, har øll tingfólk eru
limir í sama kamari, er tað
so mikið neyðugari, at ting-
nevndirnar geva okkum
sama tryggleika sum at-
skildar tingdeildir.
Nevndirnar gera, at tey
fólkavaldu fáa innlit í og
kunnleika til lóggávu og
fyrisitingarøki og megna tí
betur at standa ímóti fyri-
sitarum og seráhugamálum,
ið kunnu mæla til politikk,
ið stríður ímóti heildar-
áhugamálum ella gongur
rættindum hjá einstøkum
ov nær.
Nevndirnar økja eisini
um
møguleikan
fyri
dissensi og kjaki í politisku
skipanini. Nevndirnar gera,
at tað er neyðugt at vinna
undirtøku fyri sama upp-
skoti í tveimum fólkavald-
um hølum - bæði í tingsal-
inum og í nevndini. Ein
minniluti, ið kennir sera
væl til eitt evni og tí ikki
letur seg taka av fótum av
lógaruppskotum frá fyri-
sitingini ella øsing í miðl-
unum, kann lættari koma
fram við sínum kunnleika
og sjónarmiðum í nevndini,
har sannføra hinar nevnd-
arlimirnar, og síðani kann
ta betra sjónarmiðið - sum
at byrja við var í minniluta
- vinna fram í øllum ting-
inum.
At styrkja nevndirnar og
harvið fólkaræðiliga trygg-
leikan hjá okkum øllum,
skjóta vit í fyrra flaggdags-
álitnum tí upp ávís tiltøk:
At hava nevndarviðgerð
áðrenn fyrstu viðgerð í
salinum. Hetta tryggjar
okkum ímóti, at flokkarnir
taka støðu sum nú uttan til
fulnar at hava umhugsað
málið og uttan at hava
hoyrt, hvat køn fólk, innan
eins og uttan tinggátt, hava
at siga um málið. Er tað
neyðugt, ber sjálvsagt til at
hava eina ella fleiri nevnd-
arviðgerðar afturat eftir
viðgerð í salinum.
At hava almennar hoyr-
ingar sum part av viðgerð-
ini í nevndunum. Slíkar
hoyringar fara at gera tað
lættari hjá teimum, ið hava
eina støðu til mál ella eru
serkøn á økinum at føra
fram sjónarmið síni. Í dag
er einasta hoyring skrivlig
hoyring grundað á liðug
lógaruppskot,
skrivlig
hoyring, ið verður send út-
valdum til skrivligar við-
merkingar
innan
stutta
freist. At siga tað, sum
sigast skal, er mangan nógv
betri enn at skriva tað - og
munin lættari.
At áleggja øllum skyldu
at møta fyri tingnevnd at
greiða nevndini frá viður-
skiftum, tey kenna til ella
hava skil fyri. Tað átti at
verið sjálvsagt, at tá fyri-
siting og dómstólar - og
lægri
myndugleikar
-
kunnu kravja at fáa fatur á
øllum viðkomandi kunn-
leika, so eigur tingið, ið ger
tær lógir, sum fyrisiting og
rættir virka eftir, so mikið
meira at hava kunnleika til
alt viðkomandi í tingmál-
um.
At geva nevndunum rætt
at steðga lógaruppskotum.
Nevndirnar umboða fólkið
á annan hátt en tingið alt;
meðan tingsalurin er alum-
boðandi, so eru nevndirnar
serumboðandi, tí tingfólk
fara í tær nevndir, tey hava
størstan áhuga fyri.
At geva nevndunum rætt
at seta undirnevndir. Hesar
kunnu hugsast at verða
settar at orða lógaruppskot,
viðgera einstøk uppskot
nærri, kanna hvussu lógir
hava virkað, ella hvussu
fyrisitingin umsitur tær,
endurskoða politikk land-
sins ella annað, ið ikki øll
nevndin í fyrstu atløgu
hevur umstøður til at taka
sær av.
At
geva
nevndunum
heimild at orða lógar-
uppskot, tá politisk semja
er um endamál ella ætlan,
men t.d. onki uppskot er á
tingborði um hetta evni.
Ætlandi fara hesar broyt-
ingar at tryggja fólkaræði,
umboðan, ávirkan fólksins,
og at bøta um lógirnar og
dygdina í fyrireikingunum.
Stjórnarrit 5 - Tingnevndir
C
M
Y
K
11
10