fríggjadagur 16. juli 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 134 - 16. juli 2004
Nr. 134 - 16. juli 2004
13
Krabbagágga í egnum landi:
Far ikki yvir um ánna eftir vatni. Rým ikki úr tínum egna landi,
nú tað er vakrast mitt um summarið. Tað, ið útlendskir gestir
hungra eftir, er jú títt!
Nakað soleiðis ljóða áheitanirnar frá Ferðaráð og føroyskum
ferðaskrivstovum, sum í seinastuni eru farin at venda eyguni
inneftir ímóti okkum beindovnu føroyingum, ið kanska bert
skulu freistast eitt sindur við vøkrum orðum og grønum góð-
veðursmyndum fyri at venda sól og strond bakið og gerast
góðir kundar hjá føroyskari ferðavinnu.
Okey meðni siga vit og senda eina krabbagággu avstað her
frá blaðhúsinum á Argjum – út í nærmastu ánna eftir vatni,
nú landið er vakrast mitt um summarið. Út eftir tí, sum er okk-
ara. Tí, sum útlendskir gestir hungra eftir. Út at ferðast í egn-
um landi við ryggsekki, soviposa og klønum pengapungi.
Á leiðini fer krabbagággan at skriva heim um alt, sum er vert
at skriva heim um.
Krabbagágga
í egnum landi
Tú kanst senda krabbagágg-
uni uppskot og góð ráð um
ferðamál og annað á teldu-
post adressuni:
krabbagaggan@sosialurin.fo
Hjálp
krabbagágguni
Á síni ferð skal krabbagággan hjá Sosialinum liva fyri í mesta lagi
300 krónur um dagin. Fyri hesa upphædd skal hon gerast mett
hvønn dag og helst sova undir føstum taki hvørja nátt, ásannandi
at Føroyar ikki eru nakað tjaldingarparadís.
Krabbagággan er ókunnufólk mestsum alla aðrastaðni enn
innanfyri ringvegirnar í Havn, og velur tí so ofta sum gjørligt fyri-
skipaðar útferðir framum at fara einsamøll til gongu.
Ferðaseðla- og útferðaprísir verða ikki íroknaðar í tær 300
krónurnar, sum krabbagággan hevur at liva fyri, men hon fer at
lata orð falla, um hesir tykjast henni ov dýrir, tí eisini her roynir
hon at vera sparin.
Krabbagággan hevur ongan bil, men tveir tumlar. So sært tú
nakran standa í vegjaðaranum og veipa við tumlinum, kann tað
væl vera okkara krabbagágga.
Krabbagággan
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
15. juli. Súsanna. Í apokrýfisku bókunum verður
sagt frá, at Súsanna, kona Jójakims í Bábel, varð
løgd undir ótrúskap, men varð bjargað av profetin-
um Dánjali.
Súsonnuvísa varð kvøðin í brúardansi í Før-
oyum. Navnið er hebráiskt og merkir lilja.
Týsdagin 13. juli
keypti Jóannes á
Líðarenda á Nesi sín
tíggjunda Ford bil
síðan 1960 og sín
níggjunda nýggja
Ford síðan 1964
Fyrsta Fordin keypti Jó-
annes í 1960, hetta var ein
brúktur Ford Cortina. Í
1964 keypti hann ein
nýggjan bláan Ford Corsair,
sum var skrásettur sum
hýruvognur við nummar-
plátuni Fø7.312. Sølu-mað-
ur tá var Wenzel Hammer.
Síðan keypti hann tríggj-
ar Ford Escort í ávikavist
1972, 1976 og 1978, sum
allir vóru reyðir.
Í 1986 keypti hann sín
fyrsta Ford Fiesta, tann
næsta í 1995, aftur ein í
2000 og so hendan nýggja
svarta, sum hann keypti
týsdagin, ið er tann fjórði í
Fiesta- røðini hjá honum.
Teir báðir fyrstu Fiesta bil-
arnir vóru eisini reyðir.
Bilurin sum hann keypti
týsdagin var ein Ford Fiesta
Ambiente við 3 hurðum og
1,4 litur bensinmotori.
Jóannes er 65 ára gamal.
Hann sigldi í nógv ár sum
maskinmaður. Í 1979 legð-
ist hann upp á land og ar-
beiddi m.a. sum trukkførari
hjá Skipafelagnum í Runa-
vík. Í 1998 mátti hann gev-
ast at arbeiða vegna sjúku.
Tá vit spyrja Jóannes,
hvussu tað bert til, at hann
hevur koyrt við sama bil-
merki øll hesi árini, sigur
hann, at hann altíð hevur
fingið góða service, og
hann hevur verið væl nøgd-
ur við bilarnar.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan
hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæri pápi,
verpápi og abbi okkara
Niclas Frederik Højgaard
doyði og varð jarðaður.
Hjartans tøkk til prest og kirkjutænarar, sangarar,
berarar og øllum tykkum sum hjálptu til við
jarðarferðina og ervið.
Eisini takka vit øllum tykkum, sum við kransum,
blómum og við gávum til Rituvíkar kirkju vildu
minnast hann.
Familjunnar vegna
Dánjal Jákup og Óli Christian
Jóannes á Líðarenda, Nes, Eysturoy:
Níggju nýggjar Fordar í 40 ár
TÍÐINDASKRIV
Tað er nú greitt at G! Festi-
val og Gøtustevnan verða
saman um tiltøkini í Syðru-
gøtu um vikuskiftið. So at
siga alt verður savnað á
festivalløkinum
inni
í
Syðrugøtubygd og skráin
fyri bæði tiltøkini verður
løgd til rættis til frama fyri
heildina.
G! Festival og GÍ, sum
stendur fyri Gøtustevnuni
fegnast um samstarvið.
"Tað týdningarmesta er at
partarnir samstarva um stór
tiltøk, serliga í eini lítlari
bygd sum Gøtu, tí gleðast
vit um eitt samstarv við G!
Festival", sigur Jógvan
Gregersen, formaður í GÍ,
sum leggur afturat, at hann
vónar og væntar at bæði
Gøtustevna og G! Festival
við at standa saman verða
betri enn nakrantíð fyrr í ár.
"Allir partar vinna við at
standa saman um tiltøkini,
serliga tá so mangir gestir
eru í væntu at koma til
bygdina", sigur Jón Tyril,
G! Festival formaður.
Samstarvið loysir upp
fyri fleiri møguleikum í
samband við tiltøkini bæði.
Umframt at heildin gerst
betri og meira innbjóðandi,
er m.a. funnin ein loysn á
tjaldingini. Eitt stórt tjald-
ingarøkið verður til taks
kring
fótbóltsvøllin
í
Norðragøtu og Ítróttarhúsið
verður nýtt til WC og brúsu
útbúnað. Vit vóna at vit við
hesum klára at nøkta tí
ótrúliga stóra eftirspurn-
inginum á tjaldingarpláss-
um, leggur Jón Tyril aft-
urat.
G! Festival og Gøtu-
stevna standa saman
28. juni 1979 fingu tíggju maskinmeistarar prógv á Føroya Maskinskúla í Havn. Teir vóru: Poul Meinhardsson Jensen,
Norðragøta, Regin Sevdal, Toftir, Heri Simonsen, Vágur, Henry Christiansen, Leirvík, Atli Mortensen, Tórshavn, Petur Sivertsen,
Funningur, Gordon Hofgaard Trongisvágur, Frank Tonny Østerberg, Odense, Bjarni Jensen, Hellurnar, Heðin Kyrjarheyg,
Klaksvík.
Framman fyri næmingarnir sita lærararnir. f.v. Inger Flø Jørgensen, Magnus Simonsen, skúlastjóri, Hjørleif Hentze, Finnur
Johansen, Tórarin Evensen, og Tummas Andreasen
Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1979
Fyri 25 árum síðan:
10 maskinmeistarar fingu prógv í juni 1979
Jógvan Højgaard (h.m.), sølumaður hjá P/F Wenzel, handar her ein nýggjan svartan Fiesta Ambiente 1,4 við 3 hurðum til
Jóannes á Líðarenda - 40 ár eftir at hann keypti sín fyrsta nýggja Ford
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
13
12