Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juli 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 134 • fríggjadagur • 16. juli 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo HB fekk bank í Georgia Føroyameistararnir úr HB fingu oyruni í maskinuna, tá ið teir mikukvøldið leiktu Champions League undandyst ímóti ge- orgiska linum FC Wit í georgiska høvuðs- staðnum Tbilisi CHAMPIONS LEAGUE Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Oddaliðið í fremstu før- oysku fótbóltsdeildini, HB, kemur í dag aftur til Føroya, eftir at teir hava verið á ferð í Georgia, har teir miku- kvøldið leiktu Champions League undandyst ímóti FC Wit. Ferðin var ikki serliga væleydnað, tí havnarmenn- inir komu aftur úr Georgia við einum 0-5 tapi. Gekk skjótt Teir 5.000 áskoðararnir á Boris Paichadze leikvøllin- um í Tbilisi sóu eitt georg- iskt lið, sum frá fyrsta bríksli hevði munin á sínum føroysku mótstøðu- monnum. Liðið hjá HB hevði ilt við at fóta sær í teimum 30 hitastigunum, og tað vóru einans leiktir 12 minuttir, tá ið Vladimer Gochashvili legði vertirnar á odda. Hetta var ikki júst tann byrjanin upp á dyst- inum, sum HB hevði ætlað sær, og støðan versnaði bara, so hvørt sum fyrri hálvleikur leið. Fyrst økti Otar Martsva- ladze til 2-0, og áðrenn kypritoiski dómarin, Costas Theodotou, hevði bríkslað fyri hálvleikssteðgi, var georgiska liðið komið á odda 3-0 við einum máli, sum David Dighmelashvili hevði skorað. Avgreiðsluspurningur Tað sást á øllum brøgdum, at talan var um ein av- greiðsluspurning hjá FC Wit, og spurningurin var bara, hvussu stórur sigurin hjá FC Wit fór at verða. Útlitini hjá HB í seinna hálvleiki vóru ikki góð, tí longu tá ið tríggir minuttir vóru leiktir eftir steðgin, legði georgiska liðið seg á odda 4-0, tá ið Alexander Intskirveli var á blettinum og fekk bóltin framvið Danny Rasmussen í mál- inum hjá HB. Georgiska liðið helt fram við at trýsta á málið hjá før- oyameistarunum, og bert tíggju minuttir eftir fjórða málið hjá FC Wit, var aftur galið í verjuni hjá HB, og Ir- akli Ebanoidze legði georg- iska liðið á odda 5-0, og enn var ein hálvur tími eftir at leika. Havnarmenninir fingu tó forðað georgiska meist- araliðnum í at skora enn fleiri mál, og tí gjørdist endaliga úrslitið 5-0 til FC Wit. Úr Georgia frætta vit, at fleiri av málunum hjá FC Wit vóru fullkomiliga óneyðug, og at bert tvey av málunum vóru veruliga gjøgnumspæld. HB hevði ilt við at koma til nakrar málmøguleikar, og veru- leikin er helst tann, at talan bert er um ein avgreiðslu- spurning, tá ið georgiska liðið kemur til Føroya at taka dystin upp aftur við føroysku meistararnar á Tórsvølli komandi miku- kvøld. FC Wit - HB 5-0(3-0) Boris Paichadze Leikvøllurin, Tbilisi 1-0 Vladimer Gochashvili, 2-0 Otar Martsvaladze, 3-0 David Dighmelashvili, 4-0 Alexander Intskirveli, 5-0 Irakli Ebanoidze Dómari: Costas Theodotou, Kypros Áskoðarar: uml. 5.000 Byrjunarliðið hjá HB: Danny Rasmussen - Hallur Danielsen, Vagnur M. Mortensen, Símun Eliasen, Janus Joensen - Kári Nielsen, Emil Nolsøe Leifs- son, Rúni Nolsøe liðsk., Jákup á Borg, Heðin á Lakjuni - Heine Fernandez (Vegna vánaligt samband til Georgia eydnaðist tað okkum ikki at fáa útskiftingarnar hjá HB við, blðm). FAKTA HB fekk ein ordans bank í Georgia, tá ið teir taptu 0-5 fyri FC Wit Atgongumerkini til heimadystin ímóti Fraklandi eru við at ganga undan í Fót- bóltssambandinum FORSØLA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Heilt síðani lutakastið til HM-undanspælið var í vet- ur, hevur áhugin fyri heimadystin ímóti Frak- landi verið ovurhonds stór- ur. Øll vilja síggja fronsku stjørnurnar á Tórsvølli, og nú eru atgongumerkini við at ganga undan. Ikki nógvir franskir áskoðarar Aðalskrivarin í Fótbólts- sambandi Føroya, Ísak Mikladal, sigur, at tað eru bara heilt fá atgongumerk- ir eftir til dystin ímóti Fraklandi. Síðani forsølan byrjaði hevur stórur grav- gangur verið eftir atgongu- merkunum, og Ísak Mik- ladal sigur, at er tað nakar, ið ætlar sær til dyst, men sum einki atgongumerki hevur, so noyðist við- komandi at gera skjótt av. Hinvegin er ikki vænt- andi, at tað verða nógvir franskir áskoðarar til dystin. Aðalskrivarin í FSF sigur, at teir ikki enn hava fingið nakað enda- ligt tal frá franska fót- bóltssambandinum, men hann hevur fingið at vita, at føroyingar ikki skulu vænta nógvar gestir úr Fraklandi. Tó leggur Ísak Mikladal afturat, at tað allarhelst verða latin eini 300 til 400 atgongur- merkir til Fraklands. Fá atgongumerkir eftir til Fraklands-dystin 15 14 Nr. 134 - 16. juli 2004 Verða politisk stig ikki tikin, verður framleiðslan hjá SvF í 2005 minni, enn hon var í 2001 SVF-ROKNSKAPUR Jákup Mørk Fýra túsund krónur. Tað var tað, sum lá eftir hjá Sjón- varpi Føroya fyri roknskap- arárið 2003, tá landskassin hevði fingið tær 175 tkr., sum vóru ásettar sum yvir- skot á fíggjarlógini. Sum so ikki nakað úrslit at reypa av, men hinvegin munandi betri enn hallið, sum áður hevur eyðkent stovnin. Júst hetta hallið var ein av orsøkunum til, at Sjón- varpið í fjør valdi at hækka hyggjaragjaldið, men í árs- frágreiðingini verður nevnt, at hendan hækkanin mun- aði millum lítið og einki. »Um hugt verður einans búskaparliga og rakst- rarliga eftir, hvussu hendan hækking skuldi dispo- nerast, so átti helst ikki at verið farið undir at økja um virksemið. Samlaða inn- tøkuøkingin gjørdist 4 mió kr., og lønar- og prísvøkstur fóru við umleið 30% av hesum í 2003 og økist um- leiðs eins nógv í 2004« Soleiðis verður millum annað staðfest í frágreið- ingini, har tað eisini verður sagt, at hóast hesa støðu, so vísti tað seg at vera ógjør- ligt at standa ímóti fólks- ligu og polit-isku krøvun- um um økta framleiðslu, tá hyggjaragjaldið hækkaði. Døpur útlit og eingin stuðul Tað kemur so ikki upp á tal at økja hyggjaragjaldið enn meira í 2004 og 2005, og tí staðfestir SvF longu nú, at virksemið hjá stovninum verður minkað í 2005. So- mikið nógv, at talan verður um minni virksemi, enn talan var um undan seinastu hækkingini av hyggjara- gjaldinum. Umframt lønar- og prís- vøkstur á útreiðslusíðuni, so er ein tungtvigandi orsøk til hetta, at talan framyvir ikki verður um almennan stuðul til tøkniíløgur, men at stovnurin ístaðin noyðist at fíggja hesar umvegis raksturin. Í fjør var játtanin frá Løgtinginum 3,5 mió kr., men hesar verður stovn- urin framyvir noyddur at finna innan raksturin. Samstundis vísir leiðslan á, at talan neyvan verður um aðrar inntøkuøkingar. Eitt nú verður sagt, at kapp- ingin frá donsku Tipstæn- astuni um spælipengar er harðnað munandi. Neyðarróp Og í seinasta partinum av ársfrágreiðingini sendir SvF-leiðslan eitt ordans skot mótvegis politiska myndugleikanum. »Støðan viðvíkjandi framtíðini hjá SvF er enn líka óavklárlað, sum hon var, tá núverandi leiðsla tók við í august 2001. Eingin politisk avgerð er tikin, og einki politiskt kjak hevur verið um framtíðarstøðuna og uppgávurnar hjá einum almennum føroyskum sjónvarpið… …Politiski myndugleikin má tí taka støðu til, um vit skulu hava eitt sjónvarp, sum skal dúva upp á teir umleið 8 tímarnar av før- oyskum tilfari um vikuna, sum kunnu framleiðast við verandi fíggjarorku, ellu um vit skulu hava eitt før- oyskt sjónvarp við eini munagóðari skrá, ið er sett saman av føroysk-um tilfari og útlendskum sendingum, sum eru týddar til føroyskt« Og at enda verður sagt, at um politiski myndugleikin ikki ger sær greitt, hvat sjónvarpsframleiðsla veru- liga kostar, so verður støðið á virkseminum í 2005 minni enn tað, sum tað varð í 2001. Føroya Tele hevur sett upp eina eyka fartele- fonstøð í Gøtu í sam- bandi við G!’ G! Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Í fjør fekk Føroya Tele trupulleikar við fartelefon- netinum, tá G! festivalurin var. Fyri at tryggja sær, at hetta ikki endurtekur seg, hevur telefonfelagið sett upp eina eyka telefonstøð í sambandi við festivalin. Hon skal kunna nøkta tørvin hjá teimum mongu festivalgestunum í ár. Gøtufólk armbond Gøtu Kommuna er ein av høvuðsstuðlunum til G! festivalin. Kommunan hev- ur keypt øllum íbúgvunum í kommuni atgongumerki til festivalin. Mikudagin fingu borgar- arnir høvið at fara eftir armbondunum, og vóru ein rúgva av fólki møtt upp. Tað frættist úr Gøtu, at ein stríður streymur av fólki var allan dagin inn í G! hølini í Valhøll. Eyka fartelefonstøð í Gøtu Gøtufólk fingu mikudagin høvið at fara eftir armbondunum til G!, sum kommunan hevur keypt teimum Ikki ráð til føroyskt Hóast sjónvarpsgjaldið hækkaði við triðingi í fjør, so verður talan helst um minni føroyskt tilfar á skíggjanum framyvir C M Y K 14