fríggjadagur 16. juli 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 134 - 16. juli 2004
Gunnlaugur á odda
Felagið hjá Jón Róa í fíggjartrupulleikum
Íslendski veteranurin,
Gunnlaugur Jónasson
úr Hjólreiðufelag
Reykjavíkur, hevur
lagt seg á odda eftir
prologin í Statoil
kring Føroyar
STATOIL KRING
FØROYAR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Mikudagin var farið undir
árligu Statoil kring Føroyar
súkklukappingina. Ein pro-
logur var súkklaður í
Klaksvík, og í ár var pro-
logurin ein einkultstartur
upp á átta kilometrar.
Útlendingarnir
frammalaga
Tað var íslendski veteran-
urin, Gunnlaugur Jónasson,
sum stóð seg best í kapp-
ingini mikudagin. Hann
brúkti tíðina 11 minuttir og
30 sekund, og næstur hon-
um var Gunnar Dahl Olsen,
sum hevði átta sekundir
fleiri enn íslendingurin um
at súkkla teinin. Danin
Niels Jakob Thomsen hevði
triðbestu tíðina, og hann
var einans fýra sekund aft-
an fyri Gunnar. Næst-
fremsti føroyingurin er
Sverri Mohr Edvinsson, ið
liggur nummar fimm í
samlaðu støðuni.
Eftir
evstamark
hjá
blaðnum í gjár var súkklað
í Eysturoynni. Byrjað varð
á Oyri, og súkklað var um
Eiðisskarð til Oyndarfjarð-
ar, gjøgnum Leirvíkartunn-
ilin og aftur eftir tí gamla
vegnum, áðrenn súkklað
var út eftir Skálafjørðinum
út á Nes og runt Agnið, áðr-
enn komið var á mál við
Statoilstøðina í Runavík.
Teinurin, ið var súkklaður í
Eysturoynni, var góðar 131
kilometrar til longdar.
Í dag verður súkklað á
Sandoynni, og aftur í dag er
talan um einkultstart. Hesa-
ferð er einkultstarturin tó
væl longri, enn hann var í
prologinum, tí á Sandoynni
verður súkklað slakar 21
kilometrar.
Íslendingar eisini best
hjá ungdóminum
Ein serstøk kapping er
eisini fyri ungar súkklar, og
eisini her eru íslendingarnir
fremstir. Tann bert 15 ára
gamli Anton Ørn Elfarsson
úr Reykjavík vann miku-
dagin prologin, og næstur
honum var landsmaðurin
Kári Brynjolfsson, eisini úr
Reykjavík. Besti føroying-
urin hjá teimum ungu var
Torkil Veyhe úr Tórshavnar
Súkklufelag, men nokk so
fitt er upp til teir báðar ís-
lendingarnar.
Nýggja felagið hjá
landsliðsleikaranum
Jón Róa Jacobsen er
sambært donskum
miðlum komið í
fíggjarligt óføri, men
hetta avvísir leiðslan í
felagnum
ÚTISETAR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað sigur seg sjálvt, at tað
hevur stóra ávirkan á inn-
tøkumøguleikarnar
hjá
einum donskum fótbólts-
felagi, um tað flytur úr sup-
erliguni og niður í næst-
fremstu donsku deildina.
Hjá nýggja felagnum hjá
Jón Róa Jacobsen, BK
Frem, hevur niðflytingin
havt so mikið stóra ávirkan,
at danskir miðlar vilja
verða við, at BK Frem
møguliga fer á húsagang.
Stór skuld
Sambært danska blaðnum
Politiken hevur BK Frem
eina skuld upp á slakar 10
milliónir krónur, sum tað
tykist verða ógvuliga trup-
ult hjá felagnum at gjalda
aftur. Danska blaðið veit at
siga, at BK Frem hevur
skrivað til øll tey, ið felagið
skyldar meiri enn 5.000
krónur. Felagið hevur spurt
seg fyri, um tað ber til, at
Frem rindar ein fjórðing av
sínari skuld, og at restin
síðani verður strikað.
Verður
áheitanin
frá
Frem ikki gingin á møti av
øllum teimum, ið eiga
pengar til góðar hjá felagn-
um, merkir hetta, at felagið
fer í gjaldssteðg og seinni á
húsagang. Skuldi tað hent
seg, at BK Frem fer á
húsagang, hava allir leikar-
arnir í felagnum frítt at
fara, júst so sum tað hendi í
Lyngby fyri nøkrum árum
síðani.
Eingin vandi fyri
lønini
Formaðurin í BK Frem,
Filip West, avsannar tó, at
felagið er við at fara av
knóranum. Hann sigur við
danskar miðlar, at síðani
niðurflytingin
gjørdist
veruleiki, hevur leiðslan í
BK Frem arbeitt við at um-
skipa bygnaðin og fíggjar-
viðurskiftini í felagnum.
Felagið hevur sloppið sær
av við nakrar teimum hægst
løntu spælarunum, soleiðis
at minkað er um lønar-
útreiðslurnar, sigur hann.
Filip West leggur yvir
fyri donskum miðlum dent
á, at leiðslan í BK Frem er
heilt vís, at felagið megnar
at gjalda spælarunum og
øðrum starvsfólki løn alt
komandi kappingarár.
Føroyski landsliðsleikar-
in Jón Rói Jacobsen tykist
at verða við at koma fyri
seg eftir drúgva knæskað-
an, og tá ið Frem týskvøld-
ið leikti venjingardyst ímóti
hinum niðurflytarunum úr
AB, spældi Jón Rói allan
dystin í miðverjuni hjá
nýggja felagi sínum. Dyst-
urin endaði við einum 1-1
javnleiki.
Felagið hjá føroyska
landsliðsleikaranum, Jón Róa
Jacobsen, BK Frem, er komið
í fíggjarligt óføri vilja danskir
miðlar verða við.
Tríggir teir fremstu á
prologinum í Statoil kring
Føroyar: í miðjuni vinnarin
Gunnlaugur Jónasson, nr. 2
Gunnar Dahl Olsen og nr. 3
Niels Jakob Thomsen.
Milliónahall í donskum
fótbólti
11 av teimum 12 fótbóltsfeløgunum í bestu donsku
deildini farna kappingarár, hava seinastu fimm árini
havt stórt hall. Tað skrivar Politiken.
Tað er bara felagið Parken Sport & Entertainment,
sum millum annað rekur FC Keypmannahavn, sum
hevur havt avlop hesi árini. Seinastu fimm árini hava
slakar 100 milliónir ligið eftir í kassanum hjá FCK.
Samlað hava donsku feløgini mist 105 milliónir krón-
ur seinastu fimm árini, og AB er greiður toppskorari
við einum samlaðum halli á 72 milliónir krónur. Síðani
kemus AaB við minus 31 milliónum, OB við minus 28
og AGF við minus 20 milliónum krónum.
75 milliónir fyri bóltin hjá
Beckham
Bólturin, sum David Beckham sendi langt fram við
málinum, tá ið hann skjeyt brotsspark í EM-fjórðings-
finaluni ímóti Portugal, er nú vorðin nógvar milliónir
verdur. Eftir 48 tímar á uppboðssølu er boðið komið
upp á 75 milliónir krónur, og líkt er til, at tað fer at
vaksa.
– Vit hava ongantíð upplivað nakað slíkt. Vit royna at
kanna hvørt einasta boð, sum kemur inn, fyri at tryggja
okkum, at tey ikki eru føsl, sigur ein talsmaður fyri
ebay í Spania.
25 ára gamli Pablo Carral loftaði bóltinum, tá ið
Beckham skjeyt brotssparkið, og hann verður ein ríkur
maður, tá ið uppboðssølan er liðug tann 22. juli.
Fremad Amager nýggjan
spælara
23 ára gamli Teddy Holst verður nú liðfelagið við teir
tríggjar føroysku spælararnar í Fremad Amager. Teddy
Holst kemur frá HIK, men hevur áður spælt fyri bæði
Frem, Brøndby og Glostrup. Hann hevur eisini spælt
fleiri landsdystir á ungdómslandsliðum hjá Danmark.
Teir báðir verjuspælararnir Bilal Yassine og Erkan
Aslan hava ikki fingið sínar sáttmálar við Fremad
Amager longdar, og teir gevast tí í felagnum.
C
M
Y
K
16
Nr. 134 - 16. juli 2004
17
17