Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juli 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 134 - 16. juli 2004 Nr. 134 - 16. juli 2004 19 Landssjúkrahúsið FO 100 Tórshavn Heilsurøktarar til E2/E3 Tvey avloysarara fulltíðarstørv í skiftandi vaktum sum heilsurøktarar eru leys at søkja á E2/E3 til setan 15.august til og við 31.desember 2004 ella eftir avtalu. Møguleiki er fyri lægri brøki. E3 er ein medisinsk deild, við 7 seingjaplássum. Sergreinin á deildini er uppvenjing av sjúklingum við apopleksia cerebri og við dis.sclerosu.Arbeitt verður í tøttum samstarvi við røktarstarvsfólk, fysioterapeutar,ergoterapeutar og talupædagog. Dentur verður lagdur á gott samstarv við avvarð- andi og við primertænastuna. E2 er ein røktardeild við plássi fyri 10 eldri búfólk- um.Vit ynskja starvsfelagar við huga og hegni til at taka sær av eldri fólki. Dentur verður lagdur á góðan moral, etisk virði, positiva menniskja- áskoðan og góð samstarvsevni. Krøv til umsøkjaran • prógv sum heilsuatstøðingur • fakligan áhuga innan røkt og viðgerð av apo- plexi sjúklingum • fakligan áhuga innan eldrarøktina • fakligan áhuga innan rehabilitering • góð samstarvsevni Fyrimun hava umsøkjarar við kliniskum roynd- um innan øki Vit kunnu bjóða • góðar og dugnaligar samstarvsfelagar. • góða upplæring • eitt umhvørvi, har tú kanst gera tína áskoðan galdandi og vera við til at menna sjúkrarøktina Nærri fæst at vita um størvini við at ringja tlf 304500, Monica Brickmann deildarleiðara, lokal 6012, ella til Ásu Poulsen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 6102, e-post asap@lsh.fo Setanartreytir Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Almanna- og Heilsurøktarafelagið og Fíggjar- málaráðið. Umsóknarfreistin er 30 juli 2004 kl. 12.00. Skivlig umsókn, merkt "umsókn til starv" við av- riti av prógvum, CV og viðmælum e.l. skulu send- ast til Landssjúkrahúsið Starvsfólkadeildin FO 100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna "starvsfólk Runavíkar kommuna søkir eftir pedagogum til Barnagarðin á Mýrunum Barnagarðurin á Mýrunum er normeraður til 94 børn. Stovurnar eru skipaðar við 2 vøggustovum við 14 børnum í hvørjari,og 3 barnagarðstovum við 18 børnum í hvørjari og einari blandaðari stovu við 12 plássum. Umstøðurnar á stovninum eru sera góðar við ljósum rúmligum stovum við eyka spælirúmi. Harumframt er verkstaður, sansirúm, samtalu/venj- ingarrúm og stórt felagsrúm við barnavinarligum køki. Stovnurin liggur í vøkrum náttúrulendi beint við Toftavatn og nær við ítróttarøkið. Endamál stovnsins er, við støði í tí einstaka barnin- um, at geva tí møguleika at mennast, bæði persón- liga og saman við øðrum. Fyri at røkka málinum er neyðugt við einum tryggum og stimbrandi um- hvørvi, við góðum samstarvi millum leiðslu, starvsfólk og foreldur. Vit ynskja tí at umsøkjarin: • hevur umsorgan fyri børnunum • hevur góð samstarvsevni • er íðin, nærlagdur og álítandi • hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin • er nýhugsandi og ígongdsetandi Søkt verður eftir 2 pedagogum á 40 t. um vikuna, lønarstig 10-16. Setan verður frá 1. oktober 2004 ella eftir nærri avtalu. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagog- felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Um eingin pedagogur søkir, verður hjálparfólk sett. Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við Fríðu Lómstein, leiðara á tlf. 218254. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum við- mælum, skal verða kommununi í hendi í seinasta lagi 2. august 2004 kl. 12:00 Runavíkar Kommuna Sosiala deild Heiðavegur 26 FO-600 Saltangará Vegna summarfrí Er kommunuskrivstovan stongd frá 19.juli til og við 13. august 2004. Sunda kommuna Toll- og Skattstova Føroya Broyttar avgreiðslutíðir Vegna summarfrí verða avgreiðslutíðirnar á økisskrivstovunum kring landið broyttar í nakrar vikur. Tú fært nærri upplýsingar á Økisskrivstovuni ella á heimasíðuni www.tollskatt.fo Í Stýrinum á Argjum verður afturlatið í viku 30, 31 og 32, tvs. frá mánadegnum 19. juli til og við fríggjadagin, 6. august. Argir, 13. juli 2004 Toll- og Skattstova Føroya, Stýrið Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum. Uppgávur stovnsins eru m.a. at fyrisita • skattalógina • tolllógina • mvg-lógina • kolvetnisskattalógina • avgjaldslógirnar, eins og alla skuldarinnkrevjing hjá landinum. www.tollskatt.fo tollskatt@tollskatt.fo Landssjúkrahúsið FO 100 Tórshavn Ljósmóðir Á Ljósmøðraskipanini á Landssjúkrahúsinum er eitt 3/4 tíðar avloysarastarv sum ljósmóðir leyst til setan 1. september 2004 til 31. august 2005. Løn- og setanarviðurskifti smb. sáttmálan mill- um Fíggjarmálaráðið og Ljósmøðrafelag Føroya. Vit vóna, at tú hevur ein positivan hugburð til arbeiði, og ert góð/ur til at samstarva. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ruth Vang, leiðandi ljósmóðir, telefon 304500, lokal 5301. Umsóknarfreistin er 24. august 2004 kl. 12.00. Skivlig umsókn merkt "umsókn til starv" við CV, avrit av prógvum, autorisatión, viðmælum e.l. skulu sendast til Landssjúkrahúsið Starvsfólkadeildin FO 100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna "starvsfólk Summarfrí Verkstaðið er í summarfrí frá 19. juli til 16. august. Bilasølan og eykalutagoymslan er tó opin sum vanligt. Forritari Søkt verður eftir einum forritara, at byrja beinanvegin. Arbeiði Vit bjóða eitt spennandi arbeiði við avbjóðingum og ábyrgd, har tú gerst ein partur av forritara- deildini. Um Com-Data Com-Data er elsta KT fyritøka í landinum og hev- ur í dag 25 fólk í starvi. Fyritøkan hevur deildir í Klaksvík og í Runavík. Í løtuni verður nýggjur bygningur bygdur í Klaksvík. Førleikakrøv Neyðugt er við royndum innan forriting og kundarøkt. Ástøðilig útbúgving og kunnleiki til SQL er ein fyrimunur. Vit vænta at tú ert ágrýtin, samstarvsfús/ur, sjálvstøðug/ur og hevur lætt at koma í samband við fólk. Setanarviðurskifti Starvið verður lønt sambært avtalu. Fyrstu 3 mánaðirnir verða at rokna sum royndartíð. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til William West leiðara á forritaradeildini. Umsóknirnar Umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir, verður at senda okkum skjótast gjørligt ella í seinasta lagi fríggjadagin 23. juli 2004. Um- sóknirnar kunnu meylast til ww@com-data.fo ella sendast til: Com-Data P/F Att.:William West Postboks 19 Stengarvegur 53 700 Klaksvík Mrk. Forritari Frá Psoriasisfelagnum Viðgerðartúrurin til Bláa Lónið í Íslandi verður 17. september til 15. oktober. Tey, ið hava tørv á viðgerð, verða biðin um at fara til egnan kommunulækna. Læknin fyllir um- sóknarblað út og sendir tað til húðlæknan. Umsóknin skal latast inn seinast 30. juli. Um ivaspurningar eru hesum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at ringja til Majgunn Poulsen, tlf. 424179. Føroya Psoriasis Felag Til sølu 10 Tivolibásar til sølu um hóskandi boð fæst.Verður selt saman ella hvør sær. Kunnu síggjast á G! Festivalinum. Bygdafelagið Ternan á Viðareiði Tlf. 223558 ella 507765 Stongt vegna summarfrí Vegna summarfrí verður kommunuskrivstovan stongd frá mánadegnum 19. juli 2004. Opið verður aftur mánadagin 16. august 2004. Hvalvíkar kommuna Summarfrí Vegna summarfrí er skrivstovan stongd frá 28. juli. Opið verður aftur 16. august. Løgtingsins umboðsmaður Postboks 1339 FO-110 Tórshavn C M Y K 19 18