Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. mai 2015 · Nr. 56 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya er sambært løgtingslóg at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg. Setursskrivstovan · J. C. Svabos gøta 14 · tlf. 35 25 00 · www.setur.fo InnbJóðIng Fróðskaparsetur Føroya bjóðar til 50 ára hátíðarhald í Norðurlandahúsinum mikudagin 20. mai 2015 Í sambandi við, at tað eru liðin 50 ár síðani at Fróðskaparsetur Føroya varð sett á stovn, verður skipað fyri hátíðarhaldi í norðurlandahúsinum á 50-ára stovningardegi Fróðskaparseturs Føroya mikudagin hin 20. mai 2015. Skipað verður fyri fjølbroyttari skrá, eins og leskiligt ábit verður bjóðað. Tiltakið er alment. Fróðskaparsetur Føroya Skrá fyri almenna hátíðarhaldið í norðurlandahúsinum á 50-ára stovningardegi Fróðskaparseturs Føroya mikudagin 20. mai 2015 15.00 Almenn móttøka bjørn Kalsø, Sigurð í Jákupsstovu og Herálvur Joensen hava orðið 15.20 Hugleiðingar um Fróðskaparsetur Føroya Jóan Pauli Joensen 15.40 gestafyrilestur Þorsteinn Ingi Sigfússon, professari, hevur fyrilestur um nýskapan og burðardygga menning 16.10 granskarin Matilda Mjørkatám greiðir frá sínari gransking í gomlum vísum og skjaldrum 16.20 Steðgur 16.40 Heiðursdoktaraútnevning 17.10 Tórshavnar Musikkskúli Tónleikaframførsla 17.20 Eitt heimligt vísindaligt tilknýti. Agnes Mols Mortensen, ph.d. 17.35 Fróðskaparsetrið um 50 ár Umboð fyri lesandi 17.45 Pinnamatur, kaffi v.m. og tónleikur Fýra tónleika­nøvn kunngjørd afturat Við Brúnna 2015 Við Brúnna, sum verður leygar­dagin 11. juli, kann í dag kunn­gera tónleikabólkin Flamma og einstaklingarnar Kristinu Bærendsen, Alex Bærendsen og Nicolinu av Kamarinum. Bæði Kristina, Alex og Nicolina koma at fram­føra við sera góðum tón­leikarum aftanfyri seg Við Brúnna. Kristina er ein tann fremsta røddin vit eiga í Føroyum yvirhøvur og fevnir bæði um tann kenslu­ borna og tann lættara tón­ leikin. Vit gleða okkum til at hon ferð at framføra við góðum tónleikabólki aftan fyri seg á tiltakinum. Tað verður eisini áhuga­ vert at hoyra frálíku røddina hjá Alex Bærendsen Við Brúnna, har hann fer at fram­føra sínar kendastu sangir, væl stuðlaður av góð­ um tónleikarum. Nicolina, sum hevur búð á Langasandi, síðani hon var heilt ung, er langt síðani vorðin fólkaogn í Føroyum. Hon hevur nú í stíva hálva øld fingið fólk bæði at lurta, dansa og syngja við.  Vit kunnu avdúka, at hon kemur at undirhalda okkum við fleiri av sínum landaplágum m.a. ”Tá kvøldið kemur” og ”Mær leingist”, saman við tón­leikabólki. Við sínari orku, spæli­ gleði og tónleikaligari dygd er Flamma ein sera áhuga­ verdur bólkur, sum óivað fer at geva áhoyrarunum eina heilt serliga konsert­upp­ living. Okkurt nýtt verður eisini at hoyra frá teimum Við Brúnna tann 11. juli, skilst á lagnum.