mánadagur 18. mai 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. mai 2015 · Nr. 56
ítróttur
Jákup Mørk
Tað eydnaðist ikki hjá føroys
ku kvinnunum at spæla seg
víðari úr EM-undankapping
ini í Liktenstein. Men eingin
ivi man vera um, at talan var
um eina mennandi uppgávu
hjá føroysku kvinnunum,
sum í tríggjar dagar spælda
fýra knallharðar dystir.
Tað var bert móti Likten
stein – sum tapti allar sínar
dystir – at tað eydnaðist
føroysku
kvinnunum
at
vinna. Felags fyr dystirnar
móti Skotlandi, Luxemburg
og Kypros var, at føroysku
kvinnurnar vóru á odda 2-1,
men síðani vórðu bæði fjórða
og fimta settið tapt.
Spældur framúr
Tá tapini í øllum trimum før
um vóru somikið tepur, er
einki at siga til, at vónbrotið
var stórt. Men samstundis
var talan um kapping, har
føroysku kvinnurnar fingu
prógvað fyri sær sjálvum, at
tær kunnu spæla við móti
sterkum tjóðum.
Ein av mest eyðsýndu før
oysku spælarunum í kapp
ingini var Sofía Purkhús, og
hon duldi ikki fyri vónbroti
num, tá Kringvarpið, ið var á
staðnum, fekk orðið á hana
eftir seinasta dystin.
- Tað er ordiliga, ordiliga
keðiligt.
Vit
kempa
tað,
sum vit kunnu, men tað
er keðiligt at tapa tríggjar
fimm-settarar á rað, staðfesti
hon.
Men samstundis legði hon
dent á, at hetta hevur verið
ein kapping, sum hevur
ment føroyska liðið.
- Vit hava ongan tíð spælt
so væl, sum vit hava spælt
her. Tað eru góð lið, sum
vit hava spælt ímóti, og vit
høvdu ikki væntað, at vit
kundu spæla upp ímóti hes
um. Men tá tað er so nær við,
so kanst tú ikki lata vera við
at hugsa – hví kundi tað ikki
koppa til okkum?
Í summar er føroyska
liðið sjálvandi millum favo
rittarnar,
tá
Oyggjaleikir
eru á skránni. Her hevur tað
næstan verið siðvenja, at
Føroyar og Saaremaa spæla
finalur, sum enda við 3-2 sigri
til annað liðið. So er bara at
vóna, at fimta settið tá fer at
koppa til okkara fyrimun.
Flogbóltur
Akkurát ov stuttar
Í øllum fýra dystunum vóru Føroyar á odda 2-1, men bert ta einu ferðina eydnaðist at toga sigurin heim
Úrslitini
Skotland - Føroyar 3-2
(25-18, 16-25, 28-25, 25-19, 15-9)
Føroyar - Liktenstein 3-1
(21-25, 25-14, 25-21, 25-11)
Kypros - Føroyar 3-2
(25-22, 17-25, 17-25, 25-20, 15-7)
Føroyar - Luxemburg 2-3
(22-25, 25-23, 25-22, 20-25, 10-15)