Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. mai 2015 · Nr. 56 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Fyrsta málið ígjøgnum hjá Gunnari Gunnar Nielsen og Stjarnan spældu javnt móti Leiknir, Hallur Hansson var við í sigri fyri Vendsyssel, meðan Brandur og Gilli komu inn í ósigrum í Superliguni. Kaj Leo slapp ikki á vøllin Tróndur Arge Talan hevur verið um eitt heldur misjavnt vikuskiftið fyri útisetarnar hjá okkum í fótbólti. Stjarnan og Gunnar Nielsen mistu í 3. umfari í Úrvalsdeildini fyrstu stigini, tá teir spældu 1-1 móti Leiknir. Stjarnan kom annars sum vænta á odda í fyrra hálvleiki við máli, sum Jeppe Hansen skoraði. Einki mál er komið í gjøgnum hjá Gunnari í tveim­um teimum fyrstu dyst­unum, men eitt korter fyri tíð í triðja dystinum gekk ikki longur. Leiknir fekk brots­spark og tað umsetti Hilmar Árni Halldórsson til mál. Stjarnan er framvegis oddalið í Úrvalsdeildini við 7 stigum fyri tríggjar dystir. Hallur sigraði Vendsyssel og Hallur Hansson vunnu útidystin móti AC Horsens 2-0 í næst­ bestu donsku deildini. Hallur byrjaði inni og sagt verður frá dystinum, at Hallur avgjørt hevði sínar møgu­ leikar at skora mál. Eini tríggjar ferðir kom fyrr­ver­ andi Aab-lspælarin í heilt góðar støður, men inn um strik­una fór bólturin ikki. Vend­syssel hevði tó eisini aðrar møgu­leikar og vann útidystin 0-2, og tí fekk Hallur eitt plástur á sárið fyri sínar brendu málkjansir. Úrslitið merkir, at Vend­ syssel er á fjórða plássi við 46 stigum. Lyngby hevur eisini 46 stig, og tískil ber enn til hjá Halli og lið­feløum hansara at fáa eitt bronsu­ heiðursmerki um hálsin. Eitt umfar er eftir av næstbestu donsku deildini. Brandur og Gilli í ósigrum Bæði Brandur H. Olsen og Gilli Sørensen komu inn fyri avikavist FCK og AaB í Superliguni, men endaðu við at tapa. Seinasta sunnudag kom Gilli Sørensen á vøllin, tá AaB spældi á útivølli móti Brøndby. Fríggjadagin kom hann aftur inn. Hesa ferð í 20. minuttir í dystinum móti OB. Støðan var tá 2-0 til gestir­ nar úr OB. AaB trýsti fyri at koma inn aftur í dystin. Sum heild kom Gilli væl inn í dystin, og var millum teir mest eyðsýndu hjá AaB sein­ astu løtuna. Millum annað hevði Gilli ein sera góðan møguleika. Hetta er fjórði dysturin á rað, at Gilli Sørensen hevur fingið spælitíð fyri donsku meistararnar, og Gilli er nøgdur við gongdina, sum hon er í løtuni. – Eg eri nøgdur við gongd­ ina í løtuni. At koma inn og gera okkurt gott hvønn dyst. Í gjár rósti venjarin hjá mær eftir dystin, so eg vóni at eg kann byrja onkran av teimum seinastu dystunum fyri AaB. Brandur H. Olsen kom eis­ini inn í oddauppgerðini mill­um FC Midtjylland og FCK. Hann kom á vøllin fyri Christian Poulsen, tá tólv min­uttir vóru eftir. Tá hevði FC Mitdjylland júst økt til 2-0, sum eisini bleiv úrslitið. Ongin Kaj Leo Venjarin hjá Levanger tykist ikki hava nógv álit á Kaj Leo í Bartalsstovu í løtuni. Í fjør var Kaj Leo milum teir bestu á liðnum, men nú liðið er flutt upp í næstbestu deild­ ina er ikki pláss fyri fram­ rættaða vonginum. Levanger tapti 2-1 fyri Strømmen IF, sum við sigr­inum hevur yvirhálað Levanger, sum nú liggur eitt pláss og tvey stig røttu megin niður­flytingarstrikuna. trondur@sosialurin.fo Mynd: Álvur Haraldsen