Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 18. mai 2015 · Nr. 56 ítróttur Jóannes Hansen Tað gekk ikki soleiðis hesa­ ferð, sum tað út frá støðu­ talv­uni kundir roknast við, at tað fór at gera, tá ið tíggj­ unda umfar í næstbestu fót­ bólts­deildini var á skránni leygar­dagin. Ivaleyst mest óvæntaða úrslitið var tað, tá ið B68 ikki vann fulla úrtøku í Miðvági. Hjá uppflytarunum í MB var tað so mikið soltið í fyrsta triðinginum av kappingini, at einki stig kom á kontuna. Nú var øðrvísi í 10. umfari ella fyrsta umfari í øðrum triðingi av kappingini. MB megnaði á heimavølli 1-1 ímóti stór­favorittunum av Toftum, og tað var ikki fyrr­ enn lítla løtu undan leik­loki, at B68 javnaði til 1-1. Mið­ skeiðis í 1. hálvleiki hevði Otto Jacobsen lagt MB fram­ um, og tann leiðslan helt í meiri enn ein tíma, áðrenn Martin Olsen javnaði. B71 hevði vitjan av teim­ um næstbestu hjá AB, og argja­menn fóru norður um aftur við 2-0 sigri í við­før­ inum. 19 ára gamli Ólavur Venned skoraði bæði AB mál­ini, sum bera við sær, at AB nú er á fjórða plássið – framman­fyri B71. Í Runavík eydnaðist tað næst­besta NSÍ liðnum at megna 1-1 ímóti 07 Vestur. NSÍ liðið er fyri tað mesta mannað við spælarum, sum eru yngri enn 20 ár. Leygar­ dagin vóru teir stuðlaðir av Jens Joensen, sum er komin fyri seg aftur eftir skaða­ steðg. Tá ið hini í toppinum ikki orduliga ella als ikki tóku av, so nýtti Skála høvið við 5-0 sigri í Klaksvík at leggja seg á fremsta plássið. Tá ið tað var hálvleikt, var Skála frammanfyri 1-0 við sjálv­máli, sum KÍ gjørdi mið­skeiðis í 1. hálvleiki. Beinan­vegin eftir hvíldina økti Skála um munin, og so skrædnaði orduliga hjá heima­lið­num, tí í 65. minutti var støðan 5-0 til Skála. Topp­skjúttin í deildini Brian Jacobsen skoraði tvær ferðir í 2. Hálv­leiki. Harvið hevur hann í tíggju dystum skorað tólv mál. Í Leirvík sá tað eina løtu út til, at Víkingur skuldi vinna, men sjey minuttir und­an leikloki javnaði B36, og har­við eru tað framvegis tvey stig frá Víkingi og aftur til B36 á níggjunda plássi. joannes@sosialurin.fo Tróndur Arge Árliga føroya meistara­stevn­ an í svimjing varð av­greidd um vikuskiftið, við Junior Meistarastevnu í innleiðandi riðlunum um morgunin. Og tað gekk enn einaferð uppá stáss, har kappingin sum heild var á methøgum støði, har tað tilsamans vórðu sett fimm føroysk met og fimm før­oysk juniormet, skrivar svimjing.com. Endaliga støðan í heiðurs­ merkjastríðnum varð at Suðuroyar Svimjifelag vann flest gullmerki á føroya meistara­stevnuni, meðan havnar svimjifelag vann mest á junior meistara­stevn­ uni. Hjá monnum bleiv Pál Joensen enn eina ferð kosin til ársins svimjara, meðan Sára Ryggshamar Nysted er ársins svimjari hjá kvinnum. trondur@sosialurin.fo ymiskt Tað kiksaði hjá B68 Tíggju nýggj met B71 - AB 0-2 (0-1) 0-1: Ólavur Venned 13. 0-2: Ólavur Venned 51. MB - B68 1-1 (1-0) 1-0: Otto Jacobsen 20. 1-1: Martin Olsen 89. NSÍ - 07V 1-1 (0-1) 0-1: Mikey Minutillo 32. 1-1: Jannik Mathias Olsen 50. Víkingur - B36 1-1 (0-0) 1-0: Svein Justinussen 60. 1-1: Bárður J. Heinesen 83. KÍ - Skála 0-5 (0-1) 0-1: sjálvmál 22. 0-2: Jóhan B. Johansen 48. 0-3: Edvin Jacobsen 52. 0-4: Hendrik á Fríðriksmørk 53. 0-5: Edvin Jacobsen 65. 11. umfar Leygardagin 23. mai B71-Víkingur 07 Vestur-KÍ AB-MB Skála-B36 B68-NSÍ 1. Deild støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 Skála 10 8 1 1 31 9 +22 25 2 07 Vestur 11 8 1 2 28 12 +16 25 3 B68 10 6 2 2 17 6 +11 20 4 AB II 10 5 2 3 16 16 0 17 5 B71 10 4 4 2 13 10 +3 16 6 NSÍ II 11 4 1 6 20 15 +5 13 7 KÍ II 10 4 0 6 21 22 -1 12 8 B36 II 10 1 5 4 8 26 -18 8 9 Víkingur II 10 1 3 6 8 15 -7 6 10 MB 10 0 1 9 6 37 -31 1 Úrslit 10. umfar Skála streyk avstað, tá ið trý av fýra teimum, sum vóru ovast, ikki megnaðu fulla úrtøku í dag Um vikuskiftið varð FM stevna í svimjihøllini í Havn. SuSwin fór við flestu heiðursmerkjunum og ársins svimjarum í eini kapping, har tað samanlagt blivu sett tíggju nýggj met Jákup Mørk Føroysku U16- og U18- landsliðið hja gentum og dreingjum vóru um viku­ skiftið á ferð í Íslandi. Hvørt liðið spældi tvær ferðir móti íslendsku vert­ unum, og dystir­nir bóru greið boð um, at meðan vit á mann­fólka­síðuni ikki óvæntað eru langt aftan fyri grann­arnar fyri vestan, so er munurin als ikki tann sami á kvinnu­ síðuni. Leygardagin vunnu U18-kvinnurnar hjá okk­ um nevnliga tryggan sigur móti Íslandi, og hóast talan dagin eftir gjørd­ist um greitt tap, so bóru dystirnir boð um, at vit væl og virðiliga kunnu sam­meta okkum við Ísland á kvinnusíðuni. Hetta varð eisini undir­ strikað av úrslitunum hjá U16-kvinnunum, sum taptu tepurt leygardagin, men afturfyri vunnu dystin sunnudagin. Hjá monnunum gekst ikki eins væl. Ísland telist millum tær heilt sterku hondbóltstjóðirnar í heim­inum, og hvørki hjá U16 ella hjá U18 var nakar sum helst ivi um úrs­litði, sum í øllum fýra før­unum gjørdist tryggir heima­ sigrar. jakup@sosialurin.fo Úrslitini U16-kvinnur Ísland-Føroyar . . . . . . 25-23 Ísland-Føroyar . . . . . . 23-26 U16-menn Ísland-Føroyar . . . . . . 31-19 Ísland-Føroyar . . . . . . 33-18 U18-kvinnur Ísland-Føroyar . . . . . . 25-37 Ísland-Føroyar . . . . . . 27-20 U18-menn Ísland-Føroyar . . . . . . 34-16 Ísland-Føroyar . . . . . . 44-20 Tveir sigrar til kvinnurnar Ikki færri enn átta U-landsdystir vóru á skránni hjá føroyskum hondbólti um vikuskiftið. Tvær ferðir vunnu vit, meðan seks dystir vórðu taptir svimjing.com