Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-18, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. mai 2015 · Nr. 56 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Tróndur Arge – Tað fóru nógvar sterkar kenslur gjøgnum kroppin, tá eg skoraði. Jubilsenan lýsir væl kvøldið hjá mær, sigur Brandur, sum tveitti seg á knæ á váta vøllinum, tá hann í 102 minutti av steypa­final­ uni avgjørdi dystin móti FC Vest­sjælland. Brandur kom á vøllin seint í seinna hálvleiki, tá FCK var á odda 2-1. Bara tríggj­ar minuttir fyri tíð javn­aði FC Vestsjælland. Tí var neyð­ugt við umdysti, har 19 ára gamli Brandur bleiv hetjan. Tað hevur tó ikki verið ein dansur á rósum fyri Brand. Hann bleiv útvístur í Super­liga dystinum móti Randers, og í venjing undan steypa­finalini endaði hann í orðsdrátti við ongan minni enn fyrr­ver­andi danska lands­liðs­spælaran, Christian Poulsen. Christian Poulsen og reytt kort Upptaktin til steypafinaluni hevur verið ein avbjóðing fyri Brand H. Olsen. 26. apríl spældi FCK móti Randers í landskappingin. FCK tapti 3-0. Brandur fekk beinleiðis reytt kort, fyri at sparka út eftir Kasper Fisker. – Ógvuliga býtt av unga FCK-spælaranum. Í øðini sparkar hann Kasper Fisker. Reyða kortið var í lagi, stóð at lesa í Ekstrablaðnum. – Eg hevði fingið tað úr kroppnum til steypa­final­ una, men eg var keddur um tað. Eg havi roynt til vening at víst Ståle Solbakken (venj­ ari hjá FCK, blaðm), at hann kann hava álit á mær, sigur Brandur. Dagin fyri steypafinaluna er aftur tendring á unga skál­avík­ing­inum. Royndi Christian Poulsen, sum hev­ ur ein for­tíð í feløgum sum Liver­pool, Sevilla og Schalke 04, ger ikki sum Brandur vil, tá hann av­leverar til ein annan. – Eg kom at upp at toppast eitt sindur við Christian, tí hann spældi til ein annan. Eg segði frá og tað dámdi ikki Christiani. Vit fingu tó slættað sjógvin, sigur Brandur og vísir á, at tað var júst Christian Poulsen, sum spældi til Brand, tá hann skoraði avgerandi málið. Brandur inn at halda upp á bóltin Støðan er 2-1 til FCK, tá Brandur veður róptur yvir til bonk­in. Hóast hann hevur sitið uttanfyri við leikbann, og Ståle ongar ábendingar hevur givið, so er føroyski mið­vallarin klárur til upp­ gávuna. – Hann segði einki undan finaluni, men eg hevði eina góða kenslu. Tá hann so rópti á meg, so var eg klárur, greiðir Brandur frá. Brandur fekk nakrar ávísar uppgávur frá venj­ara­ num. – Ståle gav mær nakrar ávísar uppgávur. Vit høvdu ikki havt bóltin eina løtu, og tí bað hann meg fara á vøllin og tryggja, at vit kláraðu at hava bóltin, flyta hann runt og koyra sigurin heim, sigur Brandur. Avgerandi málið Tað eydnast ikki FCK at »koyra sigurin heim«, tí FC Vest­sjælland javnar tríggjar minuttir fyri tíð. Aftaná 102 minuttir kemur so avgerandi løtan. – Vit hava bóltin í eina tíð og so fái eg bóltin frá Christiani Poulsen; vendi mær og skjóti við vinstra beini. Tað var ein ótrúligt kensla at skora. Jubilsenan lýsir væl kvøldið. Tað vóru nógv­ar sterkar kenslur, sum fóru ígjøgnum kroppin. Tað var ein blanding av nógv kenlsum, sigur Brandur, ið tveitti seg á vøllin við køn­ unum fyrst. – Eg hugsaði, at vøllurin var so vátur, at hatta var tað besta eg kundi finna uppá, greiðir Brandur brosandi frá. Hendingarríkir dagar aftaná Málið og steypasigurin hevur givið nógva umtalu, og øll vilja sleppa at ynskja Brandi til lukku. Tey eru nógv, ið hava nýtt høvið til at ynskja Brandi til lukku. Tað hevur streymað inn á fartelefonina Brandur Hendriksson Olsen bleiv steypahetjan hjá stóra danska felagnum FCK, tá teir Kristi himmalferðardag vunnu donsku steypa­ kappingina. Dagarnir síðani steypafinaluna hava verið hektiskir, men 19 ára gamli føroyingurin hevur bæði beinini á jørðini Brandur hertók Parkina Eg fái bóltin frá Christiani Poulsen, vendi mær og skjóti við vinstra beini. Tað var ein ótrúlig kensla at skora