Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-18, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 18. mai 2015 · Nr. 56 ítróttur fótbóltur og Facebook við lukku ynskj­ um. Viðhaldsfólkini hjá FCK tykjast hava fingið ein nýggj­ an favoritt. – Tá eg skuldi heim eftir sigurin vóru øgiliga nógv, ið vildu sleppa at heilsa upp á og fáa autografar. Reaktiónin hevur verið positiv allastaðni frá, sigur Brandur, ið hevði fyrireikað seg upp á at hetta kundi blíva stórt. – Tá tú skorar avgerandi málið í eini steypafinalu, so kanst tú vænta, at tað blívur stórt. Eg eri sum so ikki bilsin og haldi bæði beinini á jørðini. Eg havi eisini klárað at notið tað, sigur maðurin við 36 talinum á rygginum hjá FCK. Sinnaður at gjalda prísin Fyri einum ári síðani gjørdi Brandur nýggjan trý ára sátt­mála við FCK. Mið­ vallarin trýr framvegis upp á fót­bólts­ævintrýrið. – Tá tú kemur inn í einum slíkum dysti, eftir at tú hevur eitt nú fingið reytt kort, so sigur tað eitt sindur. Málið er eitt stórt pluss í bókini hjá Ståle, sum eisini hevur sagt nógv positiv aftaná. Eg trúgvi fult og fast upp á, at eg kann blíva ein toppspælari fyri hjá FCK, sigur Brandur. Tað kevur nógv, at røkka einum slíkum máli. Brandur er tó sinnaður at rinda prísin, sum tað kostar fyri at koma í elituna í FCK. – Eg eri tolin og trívist í felagnum. Eg eri 100 prosent til reiðar til hetta, sigur Brandur greiður á málinum. Tað er ein harður lívs­ stílur, sum ikki er ein dansur á rósum. Tað steðgar ikki skála­víking­inum, sum nú er eitt kent navn í donksum fótbólti. trondur@sosialurin.fo Fyrsta steypið vann hann sum piltur í B71. Hetta minti eldri beiggin, Magnus H. Olsen, Brand á, tá hann á Facebook sendi honum mynd­ina, sum er til grein­ina. Til myndina skrivaði hann: »Stuttleikin at vinna hetta lítla steypið var nokk líka stuttligt tá, sum tað var í kvøld at lyfta DBU-steypið. Hjartaliga tillukku við málinum og gullinum lille bror. Koyr á víðari!!« Upplagdi spurningurin er um sigarnir kunnu saman­berast? – Eg má siga sum er, at var so ungur tá, at eg minnist ikki annað enn at eg var glaður. Haldi hatta er í piltadieldin, har vit vunnu FM. Tá var eg liðskipari og tað var ein stór løta. Tað er einasta steypið eg havi vunnnið inn til nú, fortelur Brandur. Hann fylgir eisini væl við hvussu gongur hjá Magnusi, sum nú er á odda í Effo-deilini. – Ja, eg fylgi væl við í føroyskum fótbólti. Serliga nú Magnus og NSÍ liggja nummar eitt. Eg eri glaður fyri, at tað gongur honum so væl, eftir at hann hevur havt so nógvar skaðar, sigur Brandur. trondur@sosialurin.fo Danska steypagullið er bara annað steypið hjá Brandi H. Olsen, sum fótbóltsspælara Við avgerandi málinum í steypakappingini hevur Brandur av álvara sligið sítt navn fast í danska fót­ bólts­heiminum. Fyri bara einum ári síðani var hann ein av fleiri talentum, sum royndi seg á U19 liðnum. Nú er hann millum stóru dreingirnar, sum tó hava hug at arga unga føroy­ ingin við tjóðskapi sínum. – Teir hava eina løgna fatan av føroyingum og okkara lívsstíli. Teir gera grin við okkara mentali­ teti, so sum grind og spik, for­telur Brandur bros­ andi frá. Brandur er tó skjótur at leggja afturat, at hann hevur allatíð kent seg væl­koman. – Eg havi altíð kent meg vælkomnan, men tað bleiv skemta nógv við, at ein føroyingur hevði skor­ að sigurmálið í final­uni, sigur Brandur at enda. trondur@sosialurin.fo Arga Brand við grind og spik Annað steypið hjá Brandi Føroyski landsliðsleikarin, Brandur H. Olsen, við DBU-steypinum Myndir: Polfoto Privatmynd