mánadagur 18. mai 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. mai 2015 · Nr. 56
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Jóannes Hansen
Tað vóru HB og Víkingur,
sum fingu mest burturúr
Kristi himmalferðar viku
skiftinum. Felags fyri tey
bæði liðini er, at tað í fyrsta
triðinginum av ársins kapp
ing ikki altíð hevur verið so
sannførandi, og at tað nú
kennist sum um, at tey eru
komin á rætta lagið.
Í 11. og 12. umfari vann
Víkingur 2-1 á AB og 3-1 á ÍF,
og HB vann 3-1 á KÍ og 1-0 á
AB. At HB og Víkingur tóku
seg tvey stig nærri toppinum
komst av, at innanhýsis upp
gerðin millum toppliðini end
aði 2-2 við Løkin í Runavík.
– Fyrra partin av 1. hálv
leiki var NSÍ avrikið so gott,
sum tað sjáldan er at síggja
í føroysku kappingini. Vit
megnaðu at halda tørn og
skjótt at svara aftur, eftir at
teir høvdu lagt seg framum,
og sum heild eru vit nøgdir
við avrikið og 2-2 ímóti topp
liðnum á útivølli, sigur B36
venjarin Eyðun Klakstein.
– Hetta var ein finur fót
bóltsdystur millum tvey góð
lið, og javnleikurin er væl
í tráð við dystargongdina.
Men vit kunnu ikki vera
nøgdir við ikki at vinna á
heimavølli, var viðmerkingin
hjá NSÍ venjaranum Trygva
Mortensen,
eftir
síðsta
bríkslið i góðveðrinum við
Løkin hósdagin.
Tað er merkisvert, at í
teimum tíggju dystunum,
sum vóru á skránni hósdagin
og sunnudagin var tað bara
í oddabrakinum, at úrslitið
var javnleikur.
Í hinum níggju dystunum
endaði tað við fýra heima
sigrum og fimm útisigrum.
Tølini kundu bent á, at
fyrimunurin av at spæla á
heimavølli ikki longur er
tann, sum hann onkuntíð
hevur verið. Tað kann væl
vera, nú vallirnir eru mest
sum teir somu kring alt land
ið. Men í hesum førinum er
tað heldur tann veruleiki, at
tað er so stórur munur á lið
unum.
Í 12. umfari var tað bara KÍ,
sum vann tøttu uppgerðina
ímóti TB á heimavølli. Í hin
um fýra førunum var talan
um útisigrar. Tað vóru fýra
tey fremstu, sum vunnu
favorittsigrar.
Gongdin seinastu ferðir
nar vísir, at innanhýsis
uppgerðirnar millum tey
fremstu
verða
uppaftur
meiri avgerandi, enn tær
plaga at vera.
Summarsteðgur
frá
landskappingini
verður
eftir 17. umfar, ið er sett at
vera 26. juni og fram til á
ólavsøku. Inntil tá eru fimm
toppuppgerðir.
13.
umfar
verður 2. hvítusunnudag, og
tá hittast Víkingur og B36.
Annan sunnudag hittast NSÍ
og Víkingur og B36 og HB í 14.
umfari, í 15. umfari fær HB
vitjan av NSÍ, og í 17. umfari
hittast Víkingur og HB.
Tey trý aftastu vunnu
einki stig í Kristi himmal
ferðar vikuskiftinum, og KÍ,
TB og ÍF vunnu øll einaferð
og taptu einaferð.
Áðrenn 13. umfar verð
ur 2. hvítusunnudag, skulu
fýra tey fremstu í innan
hýsis uppgerðum hósdagin
avgreiða
fyrru
hálvfinal
urnar í steypakappingini.
Tá sær skráin soleiðis út:
Víkingur-B36 og NSÍ-HB.
Toppskjúttin avspákar
NSÍ vann í gjár 3-1 í Vági.
Eftir gott uppspæl í høgru
og innlegg setti miðvallarin
Magnus H. Olsen hol á
beinanvegin. Tá tóktist tað
sum um, at talan skuldi
verða um avgreiðslu sigur
hjá toppliðnum. Men Jón
Krosslá Poulsen javnaði, og
so trúðu heimamenninir upp
á tað fram ímóti steðginum.
Eftir steðgin tók NSÍ
skjótt
spenningin
burtur
undan lotinum, sum tá var
frískari.
Miðvallararnir
Pól Jóhannus Justinussen
og Haraldur R. Højgaard
vóru málskjúttar. Harvið
fór Klæmint A. Olsen aftur
av vøllinum uttan at hava
skorað. Hetta er fyrsta ferðin
í ár, at Klæmint hevur spælt
tveir landskappingardystir á
rað uttan at skjóta mál.
NSÍ
venjarin
Trygvi
Mortensen greiðir soleiðis
frá:
– FC Suðuroy legði nógv
fyri í 1. hálvleiki, tá tað ikki
riggaði so væl hjá okkum.
Men í 2. hálvleiki høvdu vit
fult tamarhald á. Pressan
hevur gjørt nógv burturúr,
hvussu málsøkin Klæmint
A. Olsen er. Tað ber við sær,
at mótstøðuliðini hava eyka
vakið eyga við honum, og
tað ber aftur við sær, at tað
verður betri pláss til hinar.
Tí var tað gott, at tríggir mið
vallarar hesaferð skoraðu
málini.
FS Suðuroy veteranurin
og
liðformaðurin
Palli
Augustinussen var ikki við.
Tí var Jón Krosslá Poulsen
liðformaður, og hann stað
festi, at tey bæði málini tíð
liga í 2. hálvleiki avgjørdu:
– Vit gera ov nógv mistøk
í verjuni. Pól Jóhannus stút
aði eftir fríspark, og tveir
minuttir seinni var munurin
tvey mál. Vit hava skorað
sjey tær seinastu ferðirnar.
Nú ræður um at fáa tað tætt
í hinum endanum, sigur Jón
Krosslá Poulsen.
Spældu grís
í Streymnesi
Tað var sum dreingjaspælið,
har allir spælararnir eru í
og kring annan brotsteigin,
og bara annað málið verður
brúkt. Tað er uppgerðin í
Streymnesi, har B36 vitjaði
í gjár, sum er á skránni.
EB/Streymur hevði fimm í
verjuni og fýra á verjukend
um miðvølli. Tað eydnaðist
í 1. hálvleiki at toga ferðina
niður og at halda tætt, men
so skoraði B36 tvær ferðir.
– Vit ætlaðu at halda
teimum
frá
møguleikum
og at dúva upp á skjót mót
álop. Tað fyrra eydnaðist í 1.
hálvleiki, men vit megnaðu
ikki at spæla okkum til mál
møguleikar. At teir skoraðu
so tíðliga í 2. hálvleiki bar við
sær, at tað ikki var neyðugt
hjá teimum at sleppa meiri
í verjuni, sigur EB/Streyma
liðformaðurin Niels Pauli
Danielsen.
Eyðun
Klakstein,
B36
venjarin, var væl nøgdur:
– At yvirvágin var so stór,
og at vit vóru ópressaðir
fram ímóti brotsteigin hjá
teimum ber avbjóðing við
sær í at halda fokus. Tað
gjørdu vit, og Andrias H.
Eriksen, sum var miðverji
og so flutti fram á miðvøllin,
fekk hol á. Jákup á Borg stað
festi við brotssparki, sum
varð framt ímóti honum, og
nú hava vit fokus ímóti hálv
finaluni, har vit rokna við
heilt øðrum slagi av dysti,
sigur Eyðun Klakstein.
Tað gekk
akkurát hjá HB
Í HB leguni var lagið gott, tá
ið dómarin hevði bríkslað
fyri síðstu ferð, og máltalvan
á Argjum vísti 0-1. Levi
Hanssen skoraði einsamalla
málið við brotssparki. Í tí
sambandi varð AB miðverjin
Rói Danielsen vístur av vølli
fyri at brúka neyðbrems
una. Tá vórðu liðini mann
ingarliga javnsett. Longu í 1.
hálvleiki sá HB veteranurin
Andrew av Fløtum gula
kortið fyri aðru ferð og har
við eisini tað reyða.
So var mótbrekka hjá HB,
og AB pressaði fyrstu løtuna
eftir steðgin, men tað var HB,
sum skoraði:
– Eg skilji ikki seinna gula
kortið, tí talan var ikki um
frísparksstøðu. AB spælarin
datt í nærdysti, og so var ikki
fríspark og harvið heldur
ikki gult kort. Tað er strika
í rokningini ikki at fáa høvi
at vera við í hálvfinaluni í
Runavík hóskvøldið, sigur
Andrew av Fløtum, og hann
heldur fram:
– Hóast vit vórðu undir
mannaðir, so sást tað ikki
á spælinum. Liðfelagarnir
eiga rós fyri, hvussu nógv
teir løgdu fyri, og tíbetur var
tað ikki so leingi, at vit vóru
undirmannaðir.
Jónas Stenberg í AB var
vónsvikin:
– Hóast vit eina løtu vóru
yvirmannaðir, so megnaðu
vit ikki at spæla okkum til
upplagdar
málmøguleikar.
Vit arbeiða og stríðast, og
spælið var ikki so galið, men
á síðsta triðinginum gongur
tað ikki væl. HB liðið var
ikki
serliga
sannførandi,
men gestirnir fóru kortini
við øllum stigunum, og tað
harmast við um, sigur Jónas
Stenberg.
Víkingarnir stórtrívast
í Fuglafirði
Tað var eingin slingur í vals
inum hjá víkingunum, sum
vunnu 3-1 í grannauppgerðini
í Fuglafirði, har ÍF ikki pynt
aði um fyrr enn fram ímóti
dystarenda.
Víkinga
liðformaðurin
og miðverjin Atli Gregersen
setti hol eftir eitt korter, og
so vóru tað fremstu meninir
Tað er í lyklauppgerðum millum tey fremstu, at fremsta
plássið verður avgjørt, og tað er í lyklauppgerðum
millum botnliðini, at botnplássini verða avgjørd
Toppurin fær
fult og botnurin
er volaður
Páll Lervig
fc Suðuroy
FC.Suðuroy tapti ídag, ímóti
einum sterkari liði, sum var
NSÍ, sum úrsliti eisini sigur. NSÍ
vann 3-1. NSÍ liggur jú fremst í
deildini. Vit muga bara hyggja
frameftir. Koyr á FC.Suðuroy.
fjepparin
Rógvi Dam
EB/Streymur
Einvegis ferðsla. B 36 hevði
næstan alt spæli, so tað var
ikki undarligt, B 36 vann. Nú
má vinnast á vespunum. Saman
standa vit sterk.
fjepparin
Jan B. Antonioussen
nsí
Fyrri hálvleikur var ikki so góður
hjá okkum, men í seinna hálvleiki
var eingi ivi um hvør betra liðið
var. Veldugt at síggja at vit ikki
bara hava Klæmint at dúva
uppá til at skora málini! Góðir !
fjepparin
Lissi Mouritsen
B36
Tórður Thomsen burdi fingið
ískoyti til hendan dystin
Tað var bara eitt lið í spældi
fótbólt. Heilt flott B36!
fjepparin
Allan Enghamar
hb
Ikki var tað serliga pent, men vit
fingu so tey 3 stigini vit skuldu
hava og var tað eisini uppiborið.
fjepparin
Petur Asbjørn Lervig
víkingur
Stuttligt at síggja Víking vinna
sannførandi ímotir ein "lokalum"
ÍF liði.(5 tá tað var mest, 3 tá
tað var minst) Má eisini nýta
høvið at ynskja Atla til lukku við
málinum og stuttligt at Finnur
og Lava skoraðu. Nú taka vit
og seta teir hvítu upp á pláss í
steypakappingini. WLYV
fjepparin