mánadagur 18. mai 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. mai 2015 · Nr. 56
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Lagt til rættis: Tróndur Arge
Steven Gerrard:
Mín Liverpool søga
Úr bókarúgvuni
Hetta sigur ítróttarheimurin
5 skjótir
Hetta er søgan um lokala
Liverpool fjepparan, Steven
George Gerrard, sum hevði
eitt ynski um at sleppa at
spæla bara ein dyst fyri
Liverpool.
Í dag munnu tey flestu
vita, at Steven Gerrard fekk
sítt ynski uppfylt – og meiri
afturat. Hann greiðir í bólkin
frá uppvøkstrinum og til
gongdini til at blíva spælari
hjá Liverpool. Hann hevði
eyðsýnd evir frá byrjan, men
hevur arbeitt hart fyri at
røkka sínum málum.
Steven
Gerrard
geiðir
eisini frá fleiri av freisting
unum, sum hann fekk frá
øðrum feløgum. Millum ann
að, tá hann í 2005 var ávegis
til Chelsea. Í bókini sleppur
tú
handan
leiktjøldini
í
einum av søguríkastu feløg
unum í heiminum.
Steven Gerrard takkar
í ár fyri seg sum spælara í
Liverpool. Við at lesa bókina
skilur tú betri hví hann
heldur einki Premier League
gullheiðursmerki vil hava,
enn at vinna tað við onkrum
øðrum felagi.
Les hana um...
Um tú heldur við Liverpool og
ert ein Steven Gerrard fjepp
ari.
Ikki lesa hana um...
Um tú ikki er til reiðar at
hoyra um hansara kærleika
til Liverpool.
Hvussu er hon at lesa...
Fyri ein ídnan Liverpool
fjeppara er hon spennandi og
skjót at lesa. Styrkir títt sam
band til felagið.
Hvat sigur tú?
Um tú ikki hevur áhuga fyri
Steven Gerrard ella ikki orkar
fyri Liverpool, so er best at
halda teg vekk. Ein bók til
Liverpool og Steven Gerrard
fjepparar.
trondur@sosialurin.fo
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
1 Hvussu eita føroysku landsliðsvenjararnir í kvinnuflogbólti?
2 Hvussu eitur Steven Gerrad til millumnavn?
3 Í hvørjum landi hava U-landsliðini í hondbólti verið og spælt
venjingardystir?
4 Hvat nummar var Steven Gerrard áðrenn hann bleiv nummar 8
fyri Liverpool?
5 Hvat verður italska stórfelagið Juventus eisini kallað?
6 Hvar verður Champions League finalan í ár?
7 Hvussu gamal er steven Gerrard?
8 Hvør er spælarin á myndini?
Quizzin, svar: 1: Boban Ilic og Bartal Eliasen, 2: George, 3: Íslandi, 4: 17, 5: Tann gamla daman, 6: Berlin, 7: 34 ár,
8: Jákup á Borg (B36)
Svarini standa niðast á síðuni, men royn teg nú fyrst
Í hesum táttinum umrøða vit ítróttarbøkur. Hetta eru bøkur, sum vit hava lisið og meiningarnar eru allar okkara egnu...
Sitat úr ítróttarheiminum...
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott, tillukku!
Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk...
★★★★★★
Tú hevur um viku
skiftið vunnið á
Juventus U14,
hvussu kul er tað?
– Tað var avgjørt ein sera
stuttlig
uppliving.
Upp
taktin til dystin hevur verið
spennandi.
Vit
fingu
at
vita, at vit vóru í bólki við
Juventus fyri tveimum vik
um síðan, so spenningurin
hevur verið sera stórur, og
dreingirnir hava tosað sera
nógv um júst hendan dystin.
Tað, sum hevur gjørt
upplivingina enn størri, er
tann italska passiónin fyri
fótbólti. Áskoðararnir hava
verið harðmæltir, og sjálvt
um talan er um U14 dystir,
so stuðla teir á sama hátt,
sum vit annars kanska bara
kenna frá effodeildini.
Tá vit komu til kapping
ina, var lítil og eingin áhugi
fyri
okkara
dreingjum,
men aftaná at hava vunnið
á Juventus merktist ein
øgiligur áhugi, har fólk vildu
hava vimplar, blusir, myndir
og autograf frá leikarunum,
so tað hevur avgjørt verið
ein stuttlig uppliving bæði
fyri leikarar og venjarar.
Hvat er tín leiklutur
í U14 Lyngby?
– Hjálparvenjari
Hvussu stórur er
munurin á oddinum í
donskum ungdóms
fótbólti og føroyskum?
– Munurin er sjálvsagt rími
liga stórur. Danska licens
systemið leggur upp til, at
teir bestu leikarirnir flyta til
tey bestu feløgini, tískil gerst
munurin stórur.
Hevur eitt mál sum
venjari í framtíðini?
– Málið er at kunna liva av
at vera fótbóltsvenjari eftir
loknan
lestur.
Sjálvandi
ynskir ein at røkka so langt
sum gjørligt, og tað er óneyð
ugt at seta yvirleggjaran ov
lágt.
Hevur tú eina fyrimynd
sum venjara?
– Nei, tað havi eg sum so ikki.
Eg royni at lata meg inspirera
av teimum áhugaverdu venj
arunum sum man møtir á
síni leið, og sjálvandi roynir
man eisini at fylgja við stóru
venjarunum kring heimin, tí
kanska er eisini okkurt gull
korn at heinta har.
trondur@sosialurin.fo
Navn: Dan Brimsvík
Føddur: 30. juni 1987
Yrki: U14 fótbólts
venjari í Lyngby
– Eg havi sæð fólk spilt teirra
talent. Tað sama kanst tú
ikki siga um meg.
Frank Lampard
í samrøðu við Dailymail
– Vit ríkast ikki upp av landsliðspengum.
Finnbogi Arge, formaður í HB, í kjakinum um landsliðsmilliónirnar,
sum koma í føroyskan fótbólt í løtuni
– Eg fari mest av øllum at sakna at spæla frammanfyri hesum áskoðarunum.
Steven Gerrard, liðskipari hjá Liverpool,
eftir at hava spælt sín seinasta heimadyst fyri Liverpool
?
FAKTA Steven Gerrard spældi
leygardagin sín seinasta
heimdyst fyri Liverpool. Hann
hevur umboðað felagið fleiri
enn 700 ferðir og hevur verið
liðskipari fleiri enn tíggju ár. 34
ára gamli enski miðvallarin skiftir
í summar til LA Galaxy í USA.