Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-18, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 18. mai 2015 · Nr. 56 ítróttur Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Pætur E. Jensen Í blaðnum í dag hava vit eina samrøðu við Brand H. Olsen, sum hósdagin upplivdi sum 19 ára gamal at avgera donsku steypafinlauna. Brandur kom eitt sindur brádliga fram í føroyska fótbóltsheiminum, tá hann ein eýðsýndur partur av U19 liðnum hjá FCK, sum luttóki í U19 versjónini av Champions League. Tað var hugaligt at síggja, at ungi skálavíkingurin tá tordi at bjóða feløgunum sum Real Madrid og Juventus upp til dans. Eg var sjálvur til dystin, tá Brandur átti lyklaleiklut í, at FCK vann á Real Madrid í Keypmannahavn. Eg má tó siga, at tann desember dagin í 2013 hugsaði eg ikki, at Brandur endar á besta liðnum hjá FCK sum bara 19 ára gamal. Stóra avbjóðingin er hæddin og kropsliga styrkin. Nakað sum Ståle Solbakken raðfestur høgt. Men Brandur hevur langt síðani gjørt allar vanligar útrokningar til skammar. Hann úr Skálavík og Vestmanna, har hvørgin bygdin hevur ein fótbóltsvøll. Hæddina fær Brandur illa gjørt nakað við, men styrkina sært tú aftur á ungamiðvallaranum, hóast hann ikki er millum tungu dreingirnar. Síðani handan dagin í desember í 2013 hevur Brandur spælt seg frá U21 landsliðnum til fast pláss á A-landsliðnum, gjørt trý ára yrkissáttmála við FCK og trokað seg fram millum teir vaksnu á FCK liðnum. So langt, at Ståle setti sítt álit á føroyska miðvallaran, tá steypafinalan skuldi vinnast í Parkini. Tað krevur ótrúliga nógv, at velja fótbóltin og stríða seg gjøgnum niðurtúrarnar. Tað merkir tú eisini, tá tú tosar við fótboltsspælarar. Prátið við Brand vissar tó meg um, at hetta er ein ungur maður, sum er sinnaður at veruliga bjóða altjóða fótbóltsheiminum av. Mangan verður sagt um fótbóltsheimin, at tað tilvildin, hepni og umstøðurnar kunnu spæla ein ótrúliga stóran leiklut. Eitt ávíst mál í einum ávísum dysti kann broyta nógv. Vónandi er hetta málið, sum gevur Brandi møguleikan at vísa seg á FCK liðnum í framtíðini. Til lukku Brandur og drív á! Brandur kann www.b36.fo: Móti einum heimaliði, sum var í konstantari verjustøðu, slapp tolið at standa sína roynd. Men við tveimum málum eftir steðgin eydnaðist okkum at toga stigini heim www.hb.fo: Sambært heimildarmanninum hjá Rás 2 á Argjum var talan um ein sera javnan dyst, sum koppaði til HB. Hetta er tó ikki heilt í tráð við tað, sum heimildarfólkini hjá undirritaða siga, so tað valdast helst um eygað sum sær. www.ki.fo: Fríði hevði ein góðkendan dyst; reint mál er altíð positivt! Verjan, við Jonas á odda, stóð væl, miðvøllurin arbeiddi og fordeildi væl, og teir fremstu sóu vandamiklir út. Nogv positiv ting og nú snýr tað seg um at byggja og arbeiða víðari! www.nordlysid.fo: Mikkjal Thomassen um hví Meinhardt Joensen varð avsettur – Meinhardt hevur eitt sera høgt toppstøðið. Tað vísti hann í KÍ í fjør og í 2011, tá hann spældi framúr í B36. Men ein Meinhardt í toppform tekur bæði 1-0 málið hjá NSÍ og 1-0 málið hjá HB og tað veit hann av sjálvur. www.svimjing.fo: Gulltíðirnar á FM-stevnunum hava í miðal verið skjótari og skjótari ár um ár tey seinastu árini. Ítróttar klumman Tróndur Arge ■ EB/Streymur spældi við 11 málmonnum, bara ein var í handskum ( EB/Streymur - B36 ) Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2: Dan vann á Juventus Tróndur Arge Samanlagt bleiv Lyngby numm­ar fýra, eftir at teir taptu fyri Sampdoria í hálv­ final­uni og Torino í bronsu­ dyst­inum. Dan Brimsvík var í 2013 og 2014 venjari hjá 1. deild hjá B36, men flutti síðani niður at lesa, har hann nú eisini er hjálpar­venjari hjá Lyngby U14. Hann er hjálparvenjari og hevur eina ambitión um at kunna liva av at vera venj­ ari í framtíðini. Í farnu viku luttóku teir í Alpignano Cup 2015, sum bleiv spæld í Torino. Her vildi so, at Lyngby kom í bólk við sigursríkasta felag­unum í fótbóltssvaka stilva­land­ inum, Juventus. Hetta skuldi vísa seg at blíva ein sólskins­ søga, tí Lyngby vann júst tann dystin 4-0. Hóast tað stóð Juventus á bringuni, so er tað ikki ein stað­festing av kvaliteti í U14 deildini hjá dreingjum. – Eg vil siga, at Juventus vóru ikki nakað ekstremt impo­ner­andi, tó at teir skaptu líka nógvar møgu­ leikar sum vit. Vit hava eisini eitt sterkt lið, men høvdu tó ikki vænta at vit kundu gera tað heilt villa við Juventus, sigur Dan Brimsvík. – Vit satsaðu upp á at møta AC Milan ella Inter Milan, sum var greitt sterk­ asta liðið í kappingini. Teir vunnu eisini finaluna á Sampdoria 4-1, sigur Dan Brimsvík. Lyngby U14 verður mett at vera millum fýra tey bestu í Danmark í júst tí árgang­ inum. trondur@sosialurin.fo heimasíðurnar skriva... Dan Brimsvík, sum millum annað hevur verið venjari hjá 1. deild hjá B36, megnaði við sínum U14 liði hjá Lyngby at vinna á ongum minni enn Juventus í kapping í Italia, sum eisini taldi stórlið sum AC Milan, Inter Milan, Sampdoria, Napoli og fleiri av hinum stóru felgunum í Italia Dan Brimsvík, nummar 2 frá vinstru