Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-18, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2015síða 37

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 21 • 18. mai 2015 5 Miðlahúsið Ókeypis lýsingarblað vanligar kanalir, at økja sín kunda­ skara, sigur Høgni Berg og greiðir frá, at ofta eru tað persónlig sambond ella kanska tilvild, sum avgera, hvar vit keypa okkara tænastur. – Við at skráseta seg á veita.fo, fær veitarin kunning um allar umbøn­ ir­nar um arbeiðið innan teirra øki, sum verða løgd inn á síðuna. Tað einasta, sum síðani krevst, er at senda eitt til­boð avstað og so vóna, at kundin tekur av tínum tilboði. Talan er um veitarar innan timburarbeiði, gólváleggin, bilrøkt, elektrikarar, málarameistarar, urta­ garðs­anlegg og mangt annað, og teir báðir vænta, at virkisøkini, sum nú eru 11 í tali, fara at vaksa komandi mánaði­rnar, eins og at talið av veitarum fer at vaksa innan hvørt virkisøki. Tvær ferðir um dagin verða nýggj­ astu uppgávurnar sendar til veitarar­ nar við telduposti. – Uppgávurnar eru býttar eftir arbeiðsøki, so tú fært einans boð um upp­gávur, ið hóska til títt virksemi. Síðani kanst tú sjálvur velja, um tú vilt gera uppgávur um alt landið ella halda teg í tínum nærumhvørvi, sigur Torkil Jonsson frá. Hann vísir á, at um onkur fyritøka hevur eitt størri arbeiði í einum ávísum øki í landinum, men hevur nakað av yvirskotsmanning í løtuni, kann hon átaka sær aðrar upp­ gávur í økinum hesar dagarnar. – Við at skráseta seg á veita.fo, fær fyritøkan beinanvegin boð, um onk­ur hevur eitt arbeiðið til tey í øki­ num, sigur hann. Tað er sjálvandi ikki altíð, at prís­ ur­in er altavgerandi. Tí hevur veita.fo eisini eina skipan, har ymisku veitarar­ nir fáa eitt ummæli eftir lokið arbeiði. – Tað er eitt slag av dygdarmerki. Útbjóðaranum stendur í boði at meta um, hvussu nøgdur viðkomandi var við tænastuna frá veitaranum, at geva teimum stjørnur og møguliga skriva viðmerkingar, sigur Torkil Jonsson. Tað vil siga, at næsta útbjóðari fer, umframt at fáa tilboð frá veitarunum, eisini at síggja, hvussu væl umtiknir veit­ararnir eru av øðrum útbjóðarum. – Ein er ikki bundin at taka av lægsta tilboðnum, og við hesi um­ mælis­skipanini geva vit fólki ein møgu­leika at meta um dygdina á arbeið­inum eins og um prísin. Síðani kunnu tey sjálvi avgera, hvørjum til­ boði tey taka av, um nøkrum, greiðir Torkil Jonsson frá. So tørvar tær timburmeistara, elektrikara ella málara? Tørvar tær onkran at pynta urtagarðin í vár? So er veita.fo staðið, har tú fært tey bestu tilboðini. Summi vita bara um ein veitara innan okkurt øki, og kunnu tí ikki gagnnýta fyrimunirnar við kapping millum fleiri veitarar. Vit kunnu veita tilboð frá fleiri veitarum ómakaleyst og ókeypis