Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-18, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 21 • 18. MAI 2015 6 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Eyðun Klakstein D roymir tú um at eitt ævintýr á havinum, so hevur tú í summar møguleikan at rógva millum Føroyar og Skotland. Livar Nysted hevur tikið stig til rógvingina, og afturat sær hevur hann fingið Leven Brown, ið hann áður hevur róð um høv við. Ætlanin er at rógva í tveimum bát­ um úr Thurso í Skotlandi til Havnar í Føroyum. Hetta verður gjørt um ólav­ søkumundið, og ætlanin er at manna tveir bátar við 8 rógvarum í hvørjum báti. Ferðin er 300 fjórðingar long, og mett verður, at teinurin kann rógvast innan eina viku. Gongur heilt væl, og veðrið er til vildar, ber til at koma nið­ ur ímóti fýra døgum. Róð verður í bátunum Nanook og Artemis, sum báðir áður eru brúktir til havrógving. Livar Nysted verður skip­ ari á øðrum bátinum og Leven Brown á hinum. Pláss eru eftir Ætlanin er at byrja ferðina í Thurso, haðani róð verður til Føroya. Í Føroy­ um verður manningin skift, og róð verður síðani aftur til Thurso. Skip­ ar­arnir báðir verða við á báðum ferð­ unum. Leitað verður eftir áhugaðum rógv­arum í Føroyum, Skotlandi og aðrastaðni. Higartil hava 10 før­oy­ ingar boðað frá luttøku, men Livar Nysted vónar, at onkur kemur afturar. – Vit hava framvegis pláss til fleiri rógvarar, og eg vóni, at onkrir føroyingar afturat hava hug at koma við á ferðina. Hetta er ein spennandi avbjóðing, sum bæði er krevjandi og gev­andi, sigur Livar Nysted. Í Skotlandi hava fólk eisini tekn­að til, og sum skilst er ein av til­meld­ing­ unum har frá einari kvinnu. Tey, sum hava hug at tekna til rógvingina ella vilja vita meira um hana, kunnu seta seg í samband við Livar Nysted. Krejvandi Havrógving er krevjandi ítrótt, og hóast ferðin úr Skotlandi til Føroya er stutt samanborið við onkrar av ferð­ unum, sum Livar Nysted hevur verið á, er talan um stóra avbjóðing. – Tað er ikki neyðugt at verða úrmælingur í rógving fyri at verða við, men tað er ein fyrimunur at verða væl fyri kropsliga. Mentala avbjóðingin er tó enn størri, tí tú ert í einum lítl­ um báti á opnum havi saman við fólki, sum tú kanska ikki kennir, og tú hevur einki privatlív á ferðini. Tí er umráðandi, at fólk eru væl fyri men­ talt til ferðina, sigur Livar Nysted. – Fólk skiftast um at rógva, og tað er kropsliga krevjandi at rógva í 12 tímar í einum døgni. Men samstundis um hetta kann ljóða strævið og krevj­ andi, er tað eisini ótrúliga spennandi og gevandi at verða við í. Vakja áhuga Hóast fleiri føroyingar hava róð á hav­inum, hevur Livar Nysted var eitt sindur einsamallur í Føroyum, tá ið tað kemur til havrógving. Hugskotið við rógvingini millum Føroyar og Skotland er – umframt at skipa fyri einari spennandi ferð – at økja um áhuga fyri havrógving í Føroyum. – Hetta er ein roynd at gera før­ oyingar meira áhugaðar í havrógving. Føroyingar finna upp á alt møguligt – teir klatra í fjøllunum og annað – og kanska kann hendan rógvingin gera fleiri fólk áhugað í havrógving , sigur Livar Nysted. – Hendan ferðin er ein stór av­bjóð­ ing og eitt lítið ævintýr og er ein brell­ biti upp á veruliga havrógving. Hetta er ein góð byrjan og ein góð roynd hjá teimum, sum hava hug til at rógva millum lond, sigur Livar Nysted. Livar Nysted bjóðar fólki at rógva millum Føroyar og Skotland í summar. Higartil hava 10 føroyingar boðað frá luttøku, og pláss er fyri fleiri »TAÐ ER IKKI NEYÐUGT AT VERÐA ÚRMÆLINGUR Í RÓGVING FYRI AT VERÐA VIÐ, MEN TAÐ ER EIN FYRIMUNUR AT VERÐA VÆL FYRI KROPSLIGA. MENTALA AVBJÓÐINGIN ER TÓ STØRRI« Livar bjóðar til ævintýr á havinum – Hetta er ein roynd at gera føroyingar meira áhugaðar í havrógving. Føroyingar finna upp á alt møguligt – teir klatra í fjøllunum og annað – og kanska kann hendan rógvingin gera fleiri fólk áhuga í havrógving, sigur Livar Nysted