Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-18, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2015síða 39

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 21 • 18. MAI 2015 7 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Livar Nysted hevur verið nógv við í kapprógving í Føroyum, og hann hevur vunnið fleiri føroyameistara­ heiti í rógving, men tað er sum hav­ rógvara, at flestu føroyingar kenna Livar Nysted. Livar gjørdi fyrstu royndirnar sum havrógvari í 2003, tá ið hann og aðrir føroyingar royndu at rógva úr Føroyum til Hetlands. Tað lukkaðist ikki í fyrstu royndini, og tvey ár seinni royndu teir aftur, og tá komu teir undir land, áðrenn vaktarskip tók teir upp, tí veðrið var blivið so vánaligt. Í 2009 var Livar Nysted á sínari fyrstu langu ferð, og tá varð roynt at rúgva um Suðuratlantiska havið. Báturin La Mondiale rendi á okkurt í sjónum, og róðið brotnaði. Hetta hevði við sær, at eitt ferðamannaskip tók manningina, sum taldi 14 fólk upp. La Mondiale sakk eftir øllum at døma 1000 fjórðingar frá Kanarisku oyggjunum. Fyrsta stóra suksein í havrógving kom í 2010, tá ið Livar Nysted og hinir umborð á Artemis bátinum fórðu úr New York til Scillyoyggjarnar. Ta ferðina var málið at sláa eitt 114 ára gamalt met hjá norðmonnum, sum høvdu róð teinin upp á 55 dagar og 7 tímar. Tað lukkaðist Livari og teimum sláa metið, og teir settu eisini met fyri at hava róð longsta tein á havi í 24 tímar. Í 2013 fóru Livar og teir í Suður­ atlantiska havið fyri at rógva frá Gran Canaria til Barbados. Teir róðu teinin í 32 dagar og gjøgnumførdu rógvingina, hóast vánaligt veður og teknisk óhapp. Sama summar fór Livar Nysted á longstu ferð sína á havinum. Hesa­ferð var róð í Indiska havinum. Teir róðu úr Perth í Australia til Mauritius, og bragdið varð fram í 57 sagar og 15 tímar, og tað var nýtt heimsmet. Samanlagt gav hendan ferðin Livari trý heimsmet – eitt av teimum var, at hann er tann fyrsti persónurin, sum hevur róð um tvey heimshøv sama ár. Livar um høvini