Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-18, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2015síða 40

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 21 • 18. MAI 2015 8 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Regin Jóanesarson SJÓRIN HESA VIKUNA STJÓRIN Vilmund Jacobsen R egin Jóanesarson, sum hevur røtur úr Funningi, men sum býr í Vest­manna, er 69 ára gamal. Tað er eingin aldur hjá røskum manni, og tað er heldur eingin aldur hjá Regini, sum man vera raskari enn nógvir á sínum aldri. Dagliga arbeiði hjá honum er grót­ laðing, og í frítiðini rennur hann – ikki bara soleiðis hissini, men hann rennur einar tríggjar ferðir um vikuna, millum fimm og átta kilometrar hvørja ferð. Regin, sum hin 13. desember í ár fyllir sjeyti, byrjaði at renna flagg­ dagin í 1989. Søguna aftan fyri, hví renningin byrjaði júst henda dagin, veit funn­ ingsmaðurin í Vestmanna at siga. Øll árini síðan hevur renning verið ein partur av lívinum hjá Regini. Heppin og skaðaleysur Tað eru ivaleyst fleiri tilkomin í Før­ oyum sum renna, men renningin hjá Regini fevnir um meira enn bara at renna her heima. Seinnu árini hevur hann runnið ikki færri enn seks full marathon. Hann hevur runnið bæði í Berlin, Keyp­ mannahavn, Stockhólmi og í Athen. Men, Regin ætlar sær ikki at gev­ ast á hendur við renningini, og hann hevur planir langt fram í tíðina - ja, heilt fram til 2019. Hin 27. oktober í ár fer hann til New York at renna fult marathon og sjálv­ur dagurin, tá runnið verður, er alla­halgannadagur, 1. november. – Eg veit í løtuni ikki um aðrar før­ oyingar, sum fara higar at renna til heystar, sigur hann. Regin hevur eisini teknað seg til fult marathon í London í 2019. – Her standi eg í løtuni á bíðilista, men havi goldið depositum á 1000 krónur, sigur hann. Spurdur, um hann ongantíð er komin lort í býin á hesum longu tein­um, sigur Regin, at tað er hann ikki. Hinvegin hev­ ur tað mangan verið strævið. – Men, eg havi verið heppin og skaða­leysur á túrunum - og eg eri slopp­in væl frá skaðum í samband við renning sum heild, sigur óføri renn­ arin. Eisini grótlaðari Sp/f Regin Jóanesarson er eisini ein fyritøka í Vestmanna, sum serliga fæst við grótlaðing. Gjøgnum árini hevur Regin greitt úr hondum manga laðing, ið fríðkar um umhvøri. Sjálvur sigur grótlaðarin, at hann hevur arbeitt nógv í Fuglafirði í nøk­ ur ár, og hann hevur eisini laðað í Gøtu. Nú heim fyri fjølbrekað er bygt í Runavík, hevur hann sett síni fingra­ merki í umhvørvinum har. Regin hevur annars lagað nógva­ staðni kring um í Føroyum hesi árini, hann hevur fingist við hetta – um vit kunnu siga – listarliga handverk. – Tað hevur verið trupult at fingið grót úr Suðuroy í vetur, men sum eg havi skilt, verður nú sprongt har suður aftur skjótt. Funningsmaðurin í Vestmanna hev­ ur fingist við laðing í meira enn fimtan ár. Hann arbeiðir gjarna einsa­mall­ur, og alt arbeiðið verður gjørt við hond. – Eg havi ein lítlan rennigravara, men hesin verður sjáldan brúktur, sigur Regin Jóanesarson. Regin er grótlaðari og marathonrennar Hann er grótlaðari, og hóast hann fyllir sjeyti seinni í ár, er hann eisini marathonrennari. – Eg fari til New York at renna marathon í heyst, og eg havi eisini teknað meg til marathon í London í 2019, sigur fryntligi funningsmaðurin í Vestmanna, sum eigur og rekur fyritøkuna Sp/f Regin Jóanesarson Navn: Regin Jóanesarson Aldur: 49 ár Starv: Grótlaðari Fyritøka: Sp/f Regin Jóanesarson