Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-18, síða 66
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2015síða 66

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 21 • 18. MAI 2015 34 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Haldis KG 424 Toyota Crown í Taxa við Óla Olsen M yndin, sum Jógvan Háfjall hesa ferð hevur sent okkum, sýnir deksbátin Haldis KG 424. Nú liggur so fyri, at í »Siglandi arvinum«, bókini, sum undirritaði gav út í 2013, verður motorbáturin umrøddur, og teksturin verður sostatt at kalla sami sum í bókini. Laurits í Mortansstovu smíðaði í 1912 deksbátin Ragnhild til Hans Jacob Petersen í Fuglafirði at sigla við posti og at rógva út við. Farið var 9,74 tons, slættbygd við flatari hekku, riggað sum slupp við einari mastur, ið kundi takast niður, og hevði ein 10 hesta dan-motor. Í 1928 keypti reiðaravirkið Jacobsen & Isaksen í Klaksvík motorbátin Ragn­ hild, og tá ið virkið í 1933 fór sundur, fekk Jens Cl. Isaksen Ragnhild í sín part og Joen Jacob Jacobsen, Jóan Jakku av Viðareiði, útróðrarbátin Øger í sín. Í 1954 selur Jens Cl. Isaksen sanda­ vágsmonnunum Ingvaldi Petersen og Peturi Hansen Ragnhild KG 403. Báturin, sum nú er 12,79 tons og hevur 30 hesta skandia motor, ber sama navnið, men fær nummarið VA 124. Fýra ár seinni, í 1958, keypa Arngrím og Jacob Reinert í Havn Ragnhild, sum teir nevna Boðanes TN 366. Í 1964 selja Arngrím og Jacob Rein­ert Hilmari, Erlingi og Ragnari Antonius­sen í Fuglafirði Boðanes, sum fær navnið Rivtangi FD 474. Sama árið fær hann nýggjan motor, ein 35 hesta hundested. Í 1970 keypa Hans Mikkelsen úti á Toftum og aðrir motorbátin og nevna hann Nes­hamar FD 474. Eitt sindur seinni, í 1974, verður báturin seldur einum felagi við Norðskála við Johan Mariusi Johanne­ sen á odda og verður nevndur Streym­ búgvin FD 474. Í 1982 selja norðskálamenn Johan Thomasen í Kvívík farið, sum fær navnið Hanna Kristina VN 404. Tá ið komið verður fram til 1988, verður farið selt Torbirni Joensen í Sandvík og verður nevnt Jacob J. Men so er tað, at jólaódnin ger um seg náttina millum 21. og 22. desember 1988, og báturin, sum lá við bryggju á Hamranesi í Hvalba, sakk. Sjóvátryggingin seldi í 1989 John Petersen í Trongsvági vrakið, sum varð gjørt aftur, og motorbáturin fekk navnið Nemo TG 75. Mong ár seinni, í 2006, keypir Oddheðin á Forunum í Klaksvík farið frá John Petersen og nevnir tað Haldis. Oddheðin siglir við trolara í Grønlandi, og avmarkað er, hvussu nógv hann fær verið á floti við Haldis KG 424. Mynd: Jógvan Háfjall Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir saman við stuttum teksti og upplýsingum til: maggi@sos.fo Bilurin hesa vikuna er ein Toyota Crown Deluxe hjá Erhardi Olsen av Strondum, sum koyrdi á bilstøðini Taxa 1313 í Havn. Erhard kom til Havnar at koyra hýruvogn í 1969 við einum bláum Toyota Corolla. Hálvt ár seinni keypti hann hendan nýggja svarta Toyota Crown Deluxe, sum kostaði kr. 42.000. Teir sum sita í bilinum eru tveir av limunum í norska orkestrinum Doodle Bugs, sum vitjaði í Føroyum um hesa tíðina. Erhard sigur, at hann helst hevur koyrt eini 20-25 brúðarpør í hes­um bilinum. Legg til merkis at bilurin hevur Taxa-skeltið í takinum. Á forhurðini er skeltið “Hýruvognur” og á bakhurðini Taxa 1313. Erhard seldi bilin seinni til Jón Joensen á Strondum. Tað var bilasølan v/Rósing Ras­ mus­sen í Runavík, sum umboðaði Toy­ota í Føroyum. Myndaeigari: Erhard Olsen, Rødbyhavn SKIPASØGA BILASØGA