Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-18, síða 68
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2015síða 68

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 21 • 18. MAI 2015 36 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ T að var við spenningi, at konan og eg keyptu ferðaseðil til París seinasta summar. Ein ferð, ið Smyril Line skipaði fyri á høgum støði til gleði fyri alt ferðalagið. Ferðin var sera væl tilrættaløgd við fjølbroyttum innihaldi. Tað er nógv sum bendir á, at Smyril Line er ein pro­fessionel fyritøka við dugnaligum med­arbeiðarum, ið hevur innlit í per­ són­liga áhugan hjá ferðafólki, og tí eru tey før fyri at gera eina ferðaskrá, ið nøktar tørvin hjá ferðafólki, sum ynskja at fáa eina stóra uppliving. Hetta eydnaðist til fulnar við París ferð­ini hjá okkum í juni 2014. Tøkk havi Smyril Line fyri tað. Ferðin byrjaði við eystaru bryggju í Havn, har stásiliga Norrøna lá við bryggju. Enn visti ferðalagið ikki, hvør hoyrdi til hópin, men øll ferðafólkini gingu um borð, sum um tey hildu, at øll skuldu somu ferð. Tað var týðiligt, at starvsfólkið um borð visti, hvat tey skuldu gera, tí eftir fáum minuttum, høvdu øll ferðafólkini funnið sítt kam­ ar og kundu seta seg væl til rættis í onkrari av salonunum um borð. Tá Norrøna hevði loyst frá landi varð ferðalagið til París biðið um at koma í eina ávísa salon, har umboð fyri Smyril Line, ið skuldi við á ferðini, upplýsti um ferðina, og hvussu ferðin var løgd til rættis. Um máltíðirnar um borð og praktisk viðurskifti á ferðini. Henda kunnandi samlingin gjørdi sítt til, at ein fekk eyga á tey ferðandi, sum skuldu somu ferð og hoyrdu til hópin. Onkran í ferðalagnum kendi ein, og onkran kom ein at heilsa uppá á fyrsta sinni. Felags fyri øll var gleðin um at gera eina góða ferð, ið kundi stimbra um samanhaldið. Sum heild er Norrøna eitt óføra gott skip við øllum hentleikum og ein­ um tænastustøði, sum er framúr gott. Hetta kom týðiliga til sjóndar á bæði niðutúrinum til Hirtshals og heim­ túrinum. Komin til Hirtshals samlaðist ferða­lagið á bryggjuni, har bussurin, ið skuldi flyta okkum til og frá Paris stóð klárur. Umframt bussføraran var ein buss­terna við á ferðini, ið tók sær av tí praktiska við at servera kaffi, te og aðrar drykkivørur á ferðini, ið kundu keypast fyri bíligan pening. Hetta var eitt sera gott tiltak, ið tey ferðani vóru sera glað fyri. Ferðalagið var á einum máli um, at bussførarin og bussternan vóru sera fyrikomandi og gjørdu sítt besta at hjálpa og stuðla á allari ferðini. Buss­ førarin var royndur í sínum starvi og hevði gott innlit og kunnleika í at sita við bussrattið. Ferðin úr Hirtshals var sett til um 20 tímar, so bussurin steðgaði regluliga allan teinin, so stundir vóru hjá fólki at fara á WC ella fáa okkurt til matna. Hetta eydnaðist væl, og eingin kendi seg troyttan av tí langa túrinum. Útluftingin í bussinum var góð, so ein kendi seg ongantíð troyttan ella heit­ an. Og tá tú kundi fáa okkurt at leska teg við frá bussternuni, so nívdi tostin ikki. Á veg til París gistu vit á góðum hotelli í týska býnum Bremen, so vit komu væl fyri til París, ið var málið fyri ferðini. Fyri at fáa so nógv sum gjørligt burtur úr bussferðini legði bussførarin leiðina gjøgnum Hollan, Belgi og Luxen­burg, har onkur úr ferðalagnum eisini greiddi frá um Beneluxlondini og Týskland, sum vit koyrdu ígjøgnum. Tað var sera gagnligt at fáa endurtikið nakað av tí søguliga ein visti um hesi lond, men sum fyri onkran var hult í toku eftir langt tíðarskeið. Bussferðin kendist ikki stravin, tí ferðalagið varð skjótt samantvinnað og tosaði væl saman. Fólk skemtaðu og sungu og høvdu lætt við at siga onkra skemtiliga søgu, ið gjørdi at ferð­in gekk skjótt og væl. Í París Tað var stórur spenningur í bussinum, tá vit nærkaðust París. Spurningar sum nær síggja vit Eifiltornið? Fara vit at koyra gjøgnum tunnilin, har Diana prinsessa doyði? Og aðrir viðkomandi spurningar um París vóru havdir á munni í bussinum. Bussførarin svaraði eftir førimuni, men fyrst máttu vit koma á hotellið, ið skuldi vera miðstøð okk­ara, dagarnar vit dvaldust í París. Hotell okkara í Paris, Ibis Hotel at navni, var eitt gott hotel við øllum, sum gestum tørva. Tað lá í einum um­ hvørvi við hópin av innan- og uttan­dura matstovum, so eingin nýtt­ist at ganga langt fyri at fáa okk­urt at eta. Fyri okkum ferðandi var tað ein stuttleiki at royna so nógv­ar mat­stovur sum møguligt. Og ikki minst at smakka tann fjølbroytta matin, ið er eitt sermerki fyri heims­kenda franska køkin. Tað var føst skrá fyri dagarnar í París, tó við onkrum frávikum um ser­ligur áhugvi var til tess. Fyri ein van­ligan ferðandi var skráin í býnum nøkt­andi. Tú hevði møguleika at síggja so gott sum alt ið sermerkir París, og sum ein kendi av navni. Hetta gjørdist verunleiki við framúr góðum ferðaleiðara. Ein dani, ið hevði fastan bústað í Paris og tosaði franska málið til lítar. Hesin ferðaleiðarin var óum­ veruligur í vitjan okkara í París. Sjálvandi var Eifiltornið, 324 m høgt, nakað ein mátti hyggja nærri at og fara uppí. Nólsoyggin er 372 m høg, so hæddin á Eifiltorninum talar fyri seg. Ein áhugaverd vitjan við sera vøkrum útsýni yvir býin. Eisini sigldu vit á Sainánni og sóu býin frá áarbáti. Ein onnur mynd av býnum enn tann ein sær á landi. Vit koyrdu eftir stóru gøtuni Champs-Élysées og gjøgnum Triumf­ bogan, sum Napoleon keisari lat byggja sum eitt minni um seg sjálvan. Vit vitjaðu eisini onnur støð og bygningar. T.d. Notre-Dam dóm­kirkj­ una, har tiltikni klokkarin hevði sína gongd. Leiðin gekk eisini fram við lista­skálan Loure, har kenda lista­ verkið Mona Lisa hongur saman við øðrum heimskendum listaverkum. Ein upp­living ið hevur sett spor eftir seg. Ferðalagið vitjaði eisini Versailles slottið uttan fyri París, ið Sólkongurin, Louis 14. læt byggja. Eitt sera vakurt slott við einum líka so vøkrum urta­garði. Her er í stuttum nevnt nakað av tí ferðalagið upplivdi í París hesar dagarnar í juni 2014. Ein uppliving, ið hevur sett djúp spor í vitsku okkara. Treytin fyri at Parísferðin gjørd­ist verunleiki er framúrskarandi til­rætta­ leggingin hjá Smyril Line. Henda møguleikan hevur tú í ár. Smyril Line ger nevniliga aftur ein a ferð til París í summar. Bussferð til París Føroyskt ferðalag í París Myndir: Smyril Line