týsdagur 19. mai 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. mai 2015 · Nr. 57
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Hon kemur gangandi málrættað og
skjótt inn í viðtaluhølið og setur seg
í stólin. Hon hyggur upp á meg og
sigur:
- Eg skal siga tær eina góða søgu
- altso, um tú hevur stundir?
Eg samli upp á góðar søgur og
gerist forvitin.
- Eg havi havt tað lort í fleiri ár
og hevði faktiskt uppgivið vónina
um, at tað fór at gerast betri. Soleið
is hevur tað verið, til eg fyri trimum
vikum síðan fortaldi tær, hvussu
eg hevði tað, og tú vísti mær til
sjúkrahúsið. Eg var svimbul hvønn
dag og gjørdist skjótt pøst. Fleiri
ferðir upplivdi eg, at var nær við at
svíma. Nú havi eg fingið ein ”pace
makara”, og seinasta mánaðin havi
eg havt tað betri, enn eg havi havt
tað í fleiri ár. Nú kann eg ganga
langar túrar, og eg kann eisini
súkkla ein túr. Eg stúri ikki fyri at
gerast ússalig, tá eg vitji vinir og
familju. Hetta er fantastiskt!
Hjartað hevur sín egna pace
makara, sum er sinusknúturin.
Hesin situr í høgra upprúmi í
hjartanum og syrgir fyri at senda
út elektrisk innskot gjøgnum leidn
ingsskipanina í hjartanum og út í
vøddaskipanina í hjartanum. Tað er
hesin, sum avger hjartarútmuna, og
hvussu skjótt pulsurin koyrir.
Arrvevnaður í leidningsskipan
ini í hjartanum er vanligasta orsøk
in til seinføra hjartarútmu, og tað
var júst hetta, sum var trupulleikin
hjá mínum kvinnuliga sjúklingi.
Hetta merkti, at hon eitt nú
gjørdist svimbul, fekk andaneyð og
var javnan nær við at svíma.
Tískil hevur hon nú fingið
skurðviðgerð, har pacemakari, sum
er eitt lítið battarí, er sett í hana.
Uppgávan hjá battarínum er at
stimbra hjarta til at sláa við einari
hóskandi rútmu, tá hjartarútman
áður var ov veik.
Kom við gávu
Eg eri so glaður hennara vegna,
men noyðist samstundis at við
ganga, at eg ikki minnist, hvat
hun tosar um, nú hon er til við
talu. Eg blaði eitt sindur aftur í
sjúklingafrágreiðingini
og
síg
gi, at hon fyri trimum mánað
um síðan vendi sær til mín við
sjúkueyðkennum um hjartarútmu
órógv.
Vit fingu gjørt eina EKG-kann
ing og tóku nakrar blóðroyndir,
sum stuðlaðu undir illgrunan.
Kvinnan varð víst til hjartadeildina,
og síðan hevði eg ikki hugsað um,
hvussu henni mundi hava gingist,
fyrr enn nú hon kom og segði mær
hesa góðu søgu.
Kvinnan situr við einum posa í
hondini og sigur, at posin er til mín.
- Eg havi sjálv seymað toyposan,
sum eisini er til tín. Tú skalt ikki
siga, at tú ikki vil hava gávuna, tí
tað skalt tú.
Eg gerist eitt sindur snópin. Hon
skyldar mær einki, og í útgangs
støðinum haldi eg ikki, at tað skulu
vera gávur millum meg og mínar
sjúklingar. Men, henda støðan er
serstøk. Tað er ikki tí, at eg skal
gera nakað fyri hana - ella komi til
at skylda henni nakað. Hon vil bara
geva mær hesa gávu, tí hon er ógvu
liga fegin um at hava fingið tað so
nógv betri og vil gjarna siga frá sín
um takksemi, sjálvt um eg bara havi
víst henni til sjúkrahúsið, sum ein
praktiserandi lækni í slíkum føri
vildi havt gjørt.
Ein steinkanin
Eg lati posan upp og finni eina lítla
steinkanin - eina slíka, sum er æltað
at standa í einum urtagarði. Hetta
er ikki ein kanin, sum eg sjálvur
vildi havt keypt mær, men hetta
er avgjørt ein gáva, sum er vald við
hjartanum.
- Nú skal eg nokk koma til
árligu kanningarnar, sum tú plagar
at siga, at eg skal. So tosa vit ikki
meira um hetta.
Kvinnan reisir seg og fer, áðrenn
eg fái stundir at samla meg um
støðuna. Eftir sita kaninin og eg og
hyggja upp á hvønn annan.
Í dag eru trý ár, síðan hetta fór
fram, og kanin hevur langt síðan
funnið seg til sættis heima hjá mær.
Hon situr trúføst á mínari altan og
hyggur eftir mær gjøgnum rútin.
Kanin minnir meg um, at hetta
bæði er ein gáva og ein uppgáva at
fáa loyvi til at vera praktiserandi
lækni - og at tú saktans kanst ger
ast glaður um ting, tú sjálvur ikki
hevði valt.
Henda frásøgnin er skrivað av danska læknanum, Henrik Prinds Rasmussen. Hetta er ein hugnalig
og lívsjáttandi søga - ein søga um eina kvinnu, ið fekk sína hjálp, tá hon søkti lækna
Eg skal siga tær eina góða søgu
heilsa
Hví skulu vit røra okkum?
Hví skulu vit røra okkum, tá vit longu taka heilivág fyri ov høgt blóðtrýst, kolesterol ella blóðsukur? Svarið er, at tú skalt røra teg
kortini, tí tað ger mun. Tað vísir ein verkætlan, sum fevnir um typu 2-diabetikarar, sum umframt at taka heilivág, eisini byrjaðu at venja
aktivt. Millum sjúklingabólkar, sum kunnu fáa nyttu av lívstílsbroyting, eru ávís sløg av typu 2-diabetikarum. Talan er eitt nú um tey,
sum viga ov nógv og hava eitt ov høgt langtíðarblóðsukur. Tað kann vera trupult at sannføra júst hesar sjúklingar um tað effektiva í
einum meira aktivum lívsstíli. Men, úrslitið av eini nýggjari granskingarverkætlan er ein góð grundgeving fyri at lyfta seg upp av sofuni.
Tað er Henrik Prinds Rasmussen, praktiserandi
lækni, sum hevur skrivað hesa nemandi frásøgn
- Eg havi sjálv seymað toyposan, sum
eisini er til tín. Tú skalt ikki siga,
at tú ikki vil hava gávuna, tí tað
skalt tú, sigur kvinnan við læknan