Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. mai 2015 · Nr. 57 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Flaggdagin andaðist Jákup Olsen, Jákup uppi á Regni, á Toftum 86 ára gamal. Í tí sam­ bandi hesar hugleiðingar frá ein­um fjalldegi í Nevinum miðskeiðis í seksti árunum: Vit fóru avstað um sjey­ tíð­ina og møttust inni á Regni. Haðani fóru vit til Ritu­víkar við lastbilinum hjá Dánjal Eli, teir flestu sótu í lastini. Tá eg var smádrongur minnist eg hesar fjall­menn­ irnar: Inni á Regni: Dánjal Eli Højgaard, Kristin Højgaard (í Króki), Jógvan Højgaard (á Teigum), Anthon Hansen (heimi í Túni), Sørin Stein­ hólm (í Gerðinum) og Krist­ ian Høgagarð. Uppi á Regni: Jákup Olsen, Edvard Højgaard (hjá Peri), Dánjal Olsen (í Køk­in­ um) og Jógvan I. Olsen. Á Torkilsheyggi: Kristian Thorkildshøj (Kissa), Andre­ as Andreassen (Stóri) og Óli Petersen (hjá Petur Kristian). Jógvan Olsen á Miðjuni røktaði Nevhagan tey fyrstu árini, eg minnist. Eftir hann røktaði Símun á Tippinum saman við Anthon Petersen (hjá Petur Jakku). Tá vit komu yvir í Enda í Rituvík varð farið til gongu yvir um ánna Svørtu og síðan niðan á Hamarsendan og so víðari eftir Homrunum. Komnir yvir á Nabba funnu teir útav, at eingin sproyta var við. Serliga slepp­ingar­ lombini blivu sproytaði við heiligvági. Eg bleiv so sendur heim aftur til Rituvíkar, heim á Miðjuna har Magnus og Per búðu. Teir koyrdu rutu heim á Toftir, tá rutubáturin kom úr Havn. Tað var gamaní at sleppa við heim á Nes. Magnus beyð sær til at koyra eftir Agninum, og slepti hann mær av við húsini hjá Emmu mostur, sum búði beint omanfyri hjá okkum. Eg fann sproytuna og var skjótur niðan aftur á Agnið. Tað gekk ein løta, so kom bilurin aftur av Toftum, og skjótt vóru vit aftur í Ritu­ vík. Tað kostaði eina ella tvær krónur. So aftur í hag­ an og smárennandi yvir í Nev. Eg havi verið um 12 ára gamal, tí vit sluppu ikki á fjall í Nevinum, fyrr enn um 12 ára aldur. Vit róku í tveimum. Fyrst tær heimaru í eina rætt, sum stóð tætt við seyðhúsið, sum Leivur nú hevur. Tað gekk illa við rakstrinum, nógvur vargur og hegn var onki mill­ um hagarnar, og hendan dagin kom ikki nógvur seyður í rætt. Vit máttu ofta inn í Hjallahagan, sum hoyrdi til teir í Heimistovu á Glyvrum, tí nevseyðurin var so styggur. Síðan var skipað um Eystanfyri. Vit róku millum Klubbarnar oman til Kyr­gjógv, sum er markið mill­um Toftir og Glyvrar eystan­fyri, síðan heim um Nev og heim í rættina, sum stóð beint eystanfyri Dervis­gjógv. Rættin stóð so nær við bakka­tromina, at tað var bert ein lítil bøkkur niðanfyri og 40 favnar niður á sjógv. Vit fingu nakað av seyði í rætt henda dagin og fóru so at greipa seyðin saman, sum skuldi leiðast heim. Hetta hevur verið í klipping helst um 20. oktober, skurð­fjallið var altíð gingið á mikkjals­ messu. Eg fylgdist við Jákupi uppi á Regni, og vit vóru í seinna endanum. Vit róku tøkuseyðin frá rættini niðan undir hamaran, har var ein gøta upp á slætt og so heim um ánna, sum rennur oman úr Sevinum og endar í Dervis­gjógv. Vit baksaðust við eina ljósa geldær, sum ikki vildi ganga, hvat vit so gjørdu. Áðrenn vit komu niðan á slætt, bant Jákup geldærina niður, syfti so hana upp á nakkan, og so fóru vit spaku­liga niðan á slætt og síðan heimeftir við tveimun greip­um av seyði og einum støkum, sum vit máttu leiða. Hetta tók sína tíð heimeftir ígjøgnum hagan. Jákup gekk hóvliga undir geldæruni, og vit gingu heim gjøgnum Handara Haga í Rituvík og komu heim til bólið á Nabbanum. Ærin hevði ikki havt lamb og vigaði 42-44 pund, tá hon var flett, so í livandi lívi hevur hon vigað millum 90 og 100 pund. Ikki minnist eg Jákup leggja ærina frá sær fyri at hvíla seg. Hann mundi tá vera eini 37 ár og upp á tað besta. Vit blivu síðstir heim til Rituvíkar og komu í øllum góð­um heim um Hamars­end­ an og heim um Ánna Svørtu til húsini hjá Hanusi, har Jákup legði ærina frá sær. Ognarseyðurin og røktin vóru tikin burtur úr og síðan var býtt millum bóndurnar. Fyri nøkrum mánaðum síðani spurdi eg Jákup, um hann mintist hendan túrin heim úr Nevinum. Jú hann mintist væl hetta kvøldið við ærini á nakkanum. Hann fortaldi mær eisini, at hann mintist, at hann slapp á fjall í Nevinum við abb­anum – gamla Jákupi. Hetta var eisini um heystið. Teir fóru tíðliga á morgni av Toftum og sótu so og bíðaðu til tað lýsti, so teir kundu fara undir raksturin. Tá róku teir tøkuna heilt heim á Toftir og býttu seyðin har, sum húsini hjá Emmu og Harry standa. Nakrar dagar áðrenn Jákup doyði, vóru vit á Vest­ ur­skin til andakt. Jákup var fyri okkum í gongini, og hann var sum altíð so sera blíður. Tá andaktin var liðug, so byrjaði Jákup at syngja: Skriv dig, Jesus, på mitt hjerte, du min konge og min Gud! at ej lyst, ej heller smerte dig formår at slette ud! Denne indskrift på mig sæt: Jesus ud af Nazaret, den korfæsted, er min ære og min salighed skal være! Eg eri takksamur fyri tær góðu løturnar saman við Jákupi – í bø og haga, við Stap­anum og at enda á Vestur­skin. Má Harrin signa og styrkja tykkum, sum eftir sita, Kirstin og børnini við familj­um. SP Ein fjalldagur í Nevinum Tøkk Vit bæði vilja takka tykkum fyri alla hjálp, vit fingu til okkara diamantbrúdleyp 11. apríl 2015. Vit vilja somuleiðis takka øllum, sum komu inn á gólvið at heilsa upp á okkum á okkara stóra degi. Takk fyri gávur. Vit høvdu ein so góðan dag, sum vit fara at minnast á aftur við gleði. Vinarliga heilsan Jastrud og Sámal Tøkk Øllum tykkum, sum við heilsanum, gávum og blómum gleddu okkum á okkara gullbrúdleypsdegi tann 20. februar í ár, takka vit hjartaliga. Bestu heilsanir Malan og Petur Oluf eblaðið sos.fo