Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 20. mai 2015 · Nr. 57 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjúkrahússtjórin er ovasti leiðari á Landssjúkrahúsinum og hevur mótvegis Heilsumálaráðnum endaligu ábyrgdina av virkseminum á stovninum. Landssjúkrahúsið fevnir um virksemið í sjúkrahúsbygningunum á Eirargarði og J. C. Svabosgøtu, Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn, umframt eina røð av eindum kring landið við økispsykiatri, ljósmøðraskipan og sjúkraflutningstænastu. Landssjúkrahúsið hevur eitt stórt tal av veitarum av vørum og tænastum og samstarvsfelagum í nógvum londum í Evropa. Sjúkrahússtjórnin er sett saman av stjóra og tveimum heilsufakligum varastjórum. Heilsumálaráðið søkir ein stjóra, sum er dugnaligur at taka avgerðir og tolir trýst, samstundis sum yvirlitið verður varðveitt. Tað hevur stóran týdning, at tann, ið settur verður, hevur hug og evni at verða andlitið úteftir, umframt hegni at savna leiðarar og starvsfólk. Stjórin skal vera álítandi og kunna samstarva væl í einum leiðslutoymi, ganga á odda innan leiðslu og skipa góðar umstøður fyri fakligari menning og gransking. Dentur verður lagdur á eginleikan at evna handfaringina av sera fjøltáttaðum virkisøkjum, har mótsetningar tíðum eru millum vaksandi krøv og avmarkað tilfeingi. Sjúkrahússtjórin skal vera førur fyri at taka neyðugar avgerðir, sum støðugt búgva stovnin til framtíðar tørv og krøv. Væntað verður, at sjúkrahússtjórin hevur royndir við at handfara truplar støður. Tað hevur týdning, at stjórin er stigtakari, stuðlar og átekur sær ein virknan leiklut í fíggjar- og málstýring á Landssjúkrahúsinum, við trygd og dygd í hásæti. Sjúkrahússtjórin skal kunna virka bæði á strategiskum og praktiskum stigi, kunna raðfesta, ráðleggja og tryggja munagóðan rakstur og tilfeingisnýtslu innanfyri galdandi fíggjarkarm, soleiðis at borgarin fær ta best møguligu tænastuna. Misjónin hjá Landssjúkrahúsinum er at veita sjúklinginum eina góða heilsutænastu á høgum fakligum støði, at menna og útbúgva starvsfólk og at granska. Visjónin hjá Landssjúkrahúsinum er, at sjúklingurin er í miðdeplinum, starvsfólkini eru errin av at arbeiða her og at samfelagið fær ágóðan av okkara virksemi. Tey strategisku málini vísa kósina og eru grundarlagið undir ymsu átøkunum. Trygd og dygd er ein sjálvsagdur lutur í dagliga arbeiðinum við atliti til røkt og viðgerð av sjúklingunum. Fokusøkini hjá Sjúkrahústjórnini eru: · Sjúkrahússtjórnin skal saman við leiðslu og starvsfólkum tryggja, at sjúkrahúsið røkkur ásettum málum. · Sjúkrahússtjórnin skal grundfesta menning og høga trygd og dygd í øllum veitingum hjá Landssjúkrahúsinum og samanhangandi sjúklingagongdir. · Sjúkrahússtjórin skal tryggja, at játtanin til stovnin verður nýtt á fullgóðan hátt, og at virksemi stovnsins verður hildið á einum høgum fakligum støði. · Sjúkrahússtjórnin skal saman við avvarðandi leiðslum áseta, hvørjar tænastur sjúkrahúsið kann bjóða innan fyri teir ásettu karmarnar. · Sjúkrahússtjórnin skal virka fyri munagóðari rekruttering av skikkaðum heilsustarvsfólki. · Sjúkrahússtjórnin skal virka fyri, at viðgerð uttanlands og heima kennist sum ein samanhangandi heild. · Sjúkrahússtjórnin hevur leiðandi leiklut í at gjøgnumføra umfatandi verkætlanina við útbygging av Landssjúkrahúsinum, herundir H-bygninginum. · Sjúkrahússtjórnin skal tryggja og víðarimenna samstarvið innan Sjúkrahúsverk Føroya, primeru heilsutænastuna, útbúgvingarstovnar og aðrar almennar stovnar. Dentur verður lagdur á: · Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni. · Leiðsluútbúgving - diplomútbúgving, masterútbúgving ella líknandi. · Drúgvar leiðsluroyndir á strategiskum støði í størri organisatión. · Vitan og kunnleika til fíggjarstýring í størri organisatión. Lønar- og setanartreytir: Setanarøkið er Heilsumálaráðið og stovnar undir tí við tænastu á Landssjúkrahúsinum. Viðkomandi, ið settur verður, skal kunna tola broytingar í starvinum, bæði í starvsinnihaldi og vavi. Næst fyrisetti er aðalstjórin í Heilsumálaráðnum. Starvið er áramálssett í 5 ár við serligum sáttmála. Lønin er ájavnt við 39. lønarflokk hjá tænastumonnum landsins við 15% í eftirlønargjaldi og eini áramálsviðbót. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til: Turid Arge, aðalstjóra, umvegis turid. arge@hmr.fo ella tlf. 304050. Umsókn við CV skal sendast til: Heilsumálaráðið Eirargarður 2 100 Tórshavn ella hmr@hmr.fo Umsóknarfreist: tann 26. mai 2015, kl. 12:00 Sjúkrahússtjóri Landssjúkrahúsið - endurlýsing Starvið sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum verður við hesum lýst leyst til til setan 1. juli 2015 ella eftir nærri avtalu. Landssjúkrahúsið er meginsjúkrahús og undirvísingarsjúkrahús í Føroyum og hevur uml. 160 sengur innan somatiska og psykiatriska økið. Landssjúkrahúsið samstarvar við fleiri sjúkrahús uttanlands, og vitja konsulentar innan ymiskar sergreinar so sum onkologi, neurologi og bróstskurðviðgerð regluliga á Landssjúkrahúsinum. Ríkissjúkrahúsið er størsti samstarvsfelagi saman við Landspítalinum í Íslandi. Samlaða játtanin er umleið 640 mió.kr. Sjúkrahúsið hevur samanlagt umleið 715 ársverk deild á umleið 870 starvsfólk. Lesið nærri um Landssjúkrahúsið á www.ls.fo. Heilsumálaráðið M I N I S T R Y O F H E A L T H Eirargarður 2 · tlf 304050 · www. hmr.fo