týsdagur 19. mai 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. mai 2015 · Nr. 57
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Simona Weihe
Millum ítróttarfólk í Føroyum er
Elna Johannesen í Rituvík ímyndin
av fimleikinum í Føroyum.
Frá barnsbeini gjørdi hon vart
við seg sum framúr fimleikari.
Seinastu árini hava vit javnan sæð
hana í dómaraleiklutinum. Eisini
har er hon komin langt. Tí Elna er
ikki hálv í nøkrum, hon fer í holt
ur við.
Nú heimsmeistarakappingin í
estetiskum fimleiki stendur fyri
durum, havi eg hitt Elnu fyri at fáa
meira at vita um lívsleið hennara í
fimleikaumhvørvinum í Føroyum
og seinastu árini sum altjóða dómari.
Elna byrjaði sum 10 ára gomul
at íðka fimleik í Fimleikafelagnum
Støkk. Tá mátti tú vera fylt 10, fyri
at sleppa í felagið. Elna fortelur, at
pápi hennara hevði gjørt fimleik
við henni, frá tí hon kann minnast.
So tað hevur altíð verið ein partur
av gerandisdegi hennara.
– Eg gjørdi bæði liðfimleik, tað
vóru umleið 20 íðkarar á liðnum,
og amboðsfimleik. Tað var eitt
úrvalslið, og bleiv tað amboðsfim
leikin, sum eg serliga satsaði uppá.
– Jóhanna og Kaj Aage Troest
vóru mínir venjarar í nógv ár. Tey
havt ómetaligan stóran týdning
fyri mína fimleikakarrieru, sigur
Elna.
Elna var føroyameistari í am
boðsfimleiki í fýra ár á rað.
Hevur tú roynt teg sum venjara?
– Havi bert eina ferð verið venj
ari. Tá var eg 15 ára gomul, men tað
var ikki júst eg, so eg valdi at nýta
mína orku uppá at íðka ístaðin.
–
Tá
kappingarfimleikurin
var av, íðkaði eg í fleiri ár fimleik
á einum blandaðum kvinnu- og
mansliði, »reiðskap og styrki«, og
rytmiskan fimleik í liði hjá Jóhannu
Troest og Jóhannu Petersen.
Dómaravirksemið
Elna byrjaði longu sum 17 ára gom
ul sum dómari. Hon helt á at døma
reiðskapsfimleik til fyri fimm ár
um síðan. Tá bleiv tað ov nógv, tí
estetiski fimleikurin tók so nógva
tíð.
Í 2005 tók hon útbúgving sum
altjóðað dómari.
– Hetta er sera krevjandi. Tú
skalt á dómaraskeið á hvørjum
ári, døma fleiri altjóða kappingar
árliga, og til óteljandi royndir.
– Vit eru tveir altjóðað dómarar
í Føroyum, Beinta Danielsen og eg.
Beinta gjørdist altjóða dómari í
2006. Vit báðar ferðast næstan altíð
saman, men eg havi tó onkuntíð
verið einsamøll, greiðir Elna frá.
Hesi 10 árini hevur hon verið í
einum 13 londum runt í heiminum
og dømt.
– Í byrjani var tað ein løgin
kensla, og eg var ikki sørt ørkymlað
at døma saman við nógvum fyrr
verandi heimsmeistarum, sum eg
hevði verið hugtikin av í til dømis
Eurosport.
– Men tað gekk ikki long tíð,
so fann eg útav, at tær vóru ikki
annarleiðis enn vit, so virðingin
minkaði, og eg tordi betur og betur
at siga mína hugsan.
– Tað skal tó sigast, at tað ongan
tíð er lætt at døma eina altjóða
kapping. Eg havi altíð nervar
frammanundan, men tað er bara
sunt, heldur Elna.
Royna at mutra
Sum við øllum ítróttargreinum er
estitiski fimleikurin einki undan
tak, tá tað snýr seg um mutur.
– Eg havi fleiri ferðir verið úti
fyri, at fingið ymiskar gávur úti á
wc-inum og aðrastaðni. Skilti ikki
beinanvegin, hví eg fekk hesar gáv
ur, at tað var ein roynd at vinna
mína vælvild, flennir Elna.
– Tað er altíð ein kapping mill
um russarar, finnar og bulgarar at
gerast nummar eitt, so teir liggja
framvið við og royna at ávirka. Men
slíkum lati eg ikki við meg koma.
Havi eisini varhugan av, at londini
eru sera glað, tá vit koma at døma,
tí vit hava ikki nakran yndisfim
leikara ella lið, og eru fullkomiliga
uttanveltaðar, sigur Elna.
Gjøgnum dømingina hevur Elna
knýtt nógv vinaløg. Og heldur hon,
at facebook er ein fantastiskur
miðil at samskifta við í hesum høp
inum.
Fongur fyri Føroyar
– At fáa eina tílíka kapping, sum
er størsta ítróttartiltak í Føroyum
nakrantíð, er sera stór prestisja í.
Og havi varhugan av, at øll gleða
seg sera, sera nógv at koma til okk-
ara vakra land, sum tey bert kenna
frá myndum, har facebook eisini
ein stór hjálp. Onkur skrivaði: »eg
haldi tit búgva í paradísi«. So hetta
er gott PR fyri Føroyar, sigur Elna.
Bjørt framtíð hjá
fimleikinum
Elna heldur, at føroyski fimleikurin
er á veg uppeftir. Kvinnuliðið hjá
Havnar Fimleikafelag er besta liðið,
sum vit hava havt, og tey yngru
liðini eru eisini á veg upp, so tað
boðar frá góðum.
At HM-kappingin í estetiskum
fimleiki verður her í Føroyum, fer
heilt vist at geva okkara fimleik
arum íblástur, heldur hon. Serliga
spennandi verður at síggja eitt nú
nøkur russisk og finsk lið, við heim
sins bestu fimleikarar.
Umframt okkara besta lið, so
sleppa eisini nøkur onnur við lið at
royna seg, eftirsum kappingin er í
Føroyum
Eitt lív við ítrótti
– Lívið sum virkið ítróttarfólk hev
FIMLEIKUR
ÍTRÓTTURIN
STÓRUR PARTUR
AV MÆR OG MÍNU
– sigur Elna Johannesen, sum verður ein av dómararunum í HM kappingini estetiskum
fimleiki, ið verður í Ítróttarhøllini á Hálsi báðar dagarnar, kappingin varir
Upplivir eitt sindur
av hvørjum
Ein stuttlig og komisk hending, Elnu hevur verið
fyri, var tá ið ein russiskur venjari á wc-inum gav
Elnu eina vodkafløsku. Elna skilti ikki fyrrenn
aftaná, at hetta ikki bara var blíðskapur, men ein
roynd at keypa hennara vælvild sum dómari.
Kvinnuliðið hjá Havnar Fimleikafelag er besta liðið, sum vit
hava havt, heldur Elna. Myndin er tikin í Bylgjuni í Runavík