Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-19, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 20. mai 2015 · Nr. 57 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 R UM FIMLEIKUR ur givið mær ómetaliga nógvar upp­livingar. Tær hava bara verið jaligar. – Hóast tað kann vera bæði hart og strævið viðhvørt, dugi ikki at ímynda mær, hvussu tað hevði verið uttan. Ítróttur er ein stórur partur av mær og mínum. – Av tí at meginparturin av mín­ um lívi hevur snúð seg um ítrótt, so er tað fallið natúrliga, at míni børn hava íðkað, síðan tey vóru heilt smá. Marius sum fótbólts- og hond­bóltsleikari og svimjari, tá hann var yngri. Nú er hann aktivur fitnessíðkari. Astrið bæði sum sera góður fimleikari og svimjari. Nú sum svimjari á høgum støði, sigur ein stolt mamma. Tá HM-kappingin er av, hvat er so tað næsta á skránni hjá tær? – Næstu tveir mánaðinar eftir HM fari eg at halda frí frá fim­ leik­inum, tó ikki frá ítróttinum, tí mánaðarskiftið juni/juli standa Oyggjaleikir fyri framman. Fim­ leika­árið byrjar aft­ur fyrst í sep­ tember við altjóða dóm­ara­skeiði, og so koyrir tað víðari við undirvísing, skeiðum her heima, og døming utt­ an­lands. Takk fyri Elna, og góða eydnu og gott summar. Mynd: Búgvi Hanusarson Elna Johannesen, Rituvík Útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur Fríyrkisfólk í 3-2 KvF Altjóða dómari í estetiskum fimleiki Børn: 24 ára gamla Marius og 20 ára gomlu Astrið Omma at 3 ára gamla Tór Meira um kappingina á næstu síðu