Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. mai 2015 · Nr. 57 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FIMLEIKUR Um stóra tiltakið greiðir Elna Jo­ hanne­sen, altjóða dómari í estet­ iskum fimleiki, frá: – Til kappingina verða um 800 fólk úr 13 ymiskum londum. 44 lið hava boðað frá, at tey verða við. Hetta eru heimsins bestu fim­leik­ arar, so fimleikurin vit fara at síggja hesar dagarnar verður stór­fingin. – Ein tílík kapping krevur sera stóra fyrireiking. Hesar hava verið í gongd í tvey ár. – Ein fyrireikingarbólkur við trim­um fólkum hevur høvuðs­ ábyrgdina av tiltakinum. Arbeiðið er býtt út til sjálvboðin, sum gera eitt sera stórt arbeiði. – 28 dómarar úr ymiskum lond­ um verða við til kappingina, har­ av  eru tveir úr Føroyum, eg sjálv og Beinta Danielsen. Tað verð­ur sera spennandi at sleppa at døma eina tílíka kapping í egnum landi. Tey seinastu 10 árini, havi eg/vit reist runt knøttin at døma, so hetta verður nakað serstakt fyri meg, sigur Elna. – Øll hotellini í býnum eru book­ að og harafturat Há­skúlin, Odd Fellow og Skúlaheimið. – Tað eru ikki øll londini, sum eru fíggjarliga sterk, tí er tað av stórum týdningi, at tað eisini eru bíligari gistingarmøguleikar. – Tað eru nógv tiltøk tengd at einari tílíkari kapping, so Müllers Pakkhús og Norðurlandahúsið verða eisini brúkt hesar dagarnar. – Maturin til allar íðkararnar verður serveraður í hølunum hjá Dansi­frøði. simona@sosialurin.fo 16. HEIMSMEISTARA­KAPPINGIN Í ESTETISKUM FIMLEIKI Í FØROYUM 6.–7. JUNI Ítróttarhøllini á Hálsi er stongd í løtuni, tí broytingar og umvælingar verða gjørdar, so karmarnir til kappingina verða so góðir sum tilber. Pláss verður fyri 1148 áskoðarum. Myndamaður okkara, Álvur Haraldsen, var í høllini mánadagin og tók hesar myndirnar. Ítróttarhøllin á Hálsi skiftir ham