Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 20. mai 2015 · Nr. 57 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hægri útbúgvingar á Føroya Handilsskúla 2015 MARKNAÐARFØRSLUBÚSKAPUR FULLA TÍÐ Í TVEY ÁR. AKADEMIÚTBÚGVING Á Akademiútbúgvingini ber til at seta saman lærugreinir eftir egnum tørvi. Lesandi tekna seg til eitt modul í senn. AÚ er sett saman av 6 modulum. Til ber at velja ymiskar breytir eitt nú innan búskap, marknaðarførslu og leiðslu. Komandi lestrarhálvu verða hesar lærugreinir bodnar út í Havn:  STRATEGISKUR LEIÐARASKAPUR  MARKNAÐARFØRSLA OG SAMRÁÐING  HAGFRØÐI  BROYTINGARLEIÐSLA  MARKNAÐAR- OG MENTANARGREINING Og hesar lærugreinir verða bodnar út á Kambsdali:  ÁRSFRÁSØGN 0G ROKNSKAPARGREINING  LEIÐSLA Í VERKI HD 1. PARTUR HD 1. partur er ein grundleggjandi búskaparlig útbúgving. Útbúgvingin verður boðin út í samstarvi millum Føroya Handilsskúla og Aarhus Universitet. Útbúgvingin er sett saman av 8 modulum, ið fevna um ½-1 ár hvør. Útbúgvingin tekur 2 ár, um tú lesur innan normeraða tíð. Útbúgvingin verður boðin út annað hvørt ár, næstu ferð í september 2016. Tú kanst eisini velja stakar lærugreinir Komandi lestrarhálvu verða hesar lærugreinir bodnar út:  SAMRÁÐINGARTEKNIKKUR  VINNULÍVSRÆTTUR  ALTJÓÐA BÚSKAPUR  LEIÐSLA AV TOYMUM Gevið gætur: Vinnulívsrættur er kravd lærugrein, meðan hinar eru val lærugreinir. MARKNAÐARFØRSLUBÚSKAPUR Marknaðarførslubúskapur er ein yrkisakademisk framhaldsútbúgving, sum tekur 2 ár. Føroya Handilsskúli bjóðar útbúgvingina út í samstarvi við Copenhagen Business Acacemy, stytt cphbusiness. Undirvíst verður fulla tíð í tríggjar lestrarhálvur, meðan starvsvenjing og próvtøku verkætlan liggja seinastu lestrarhálvu. Útbúgvingin fevnir um hesi øki:  ALTJÓÐA MARKNAÐARFØRSLA  BÚSKAPARFRØÐI  SØLA OG MARKNAÐARSAMSKIFTI  FYRISKIPAN OG LEIÐSLA  VINNULÍVSRÆTTUR  VALFRÍ ÚTBÚGVINGAREVNI  STARVSVENJING  ENDALIG PRÓVTØKUVERKÆTLAN DIPLOMÚTBÚGVING Í LEIÐSLU Diplomútbúgving í Leiðslu er ætlað verandi og komandi leiðarum. Diplomútbúgving í leiðslu er ein útbúgving, sum saman við 2 ára viðkomandi royndum, verður javnsett við bachelor útbúgvingar. Útbúgvingin er skipað sum parttíðarlestur og tekur uml. 2½ ár, um tú velur at taka alla útbúgvingina. Tú kanst eisini taka støk modul. Undirvísingin er 2-4 dagar um mánaðin. Fyrstu modulini verða boðin út nú, og lestrarbyrjan er august 2015. Útbúgvingin fevnir um hesi modul:  PERSÓNLIG LEIÐSLA I + II  LEIÐSLA OG STARVSFÓLK I+II  LEIÐSLA OG FYRISKIPAN I+II  VALLÆRUGREINIR  HØVUÐSUPPGÁVA Lestrarbyrjan á øllum útbúgvingum/lærugreinum er treytað av, at nóg nógv tekna seg. Nærri kunning og tilmelding á www.fh.fo FØROYA HANDILSSKÚLI - Janusargøta 2 - Postsmoga 177 - 110 Tórshavn – Tlf. 317177 - www.fh.fo Umsóknarfreistin er 1. juli Akademiútbúgivng á Kambsdali er tó 10. august. Nýtt: