Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. mai 2015 · Nr. 57 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Barbara Holm Um vikuskiftið verður Sjón­ leikar­húsið karmur um fjórða Tatt Fest tiltakið, har tato­verings­list og tón­ leikur eru í hásæti. Odda­ mað­urin handan Tatt Fest er íslendski Fjølnir Geir Bragason, sum seinastu 20 árini hevur starvast innan tato­verings­list. Tey flestu í land­inum, sum hava áhuga fyri tatovering­um kennast við Fjølnir, tí síðani 1998 hev­ ur hann vitjað í Føroyum javnan, og seinastu seks árini hevur hann verið í Føroyum minst fýra ferðir um árið. Men hvussu byrjaði tilknýti hjá Fjølnir við Føroyar? – Í 1998 vitjaði Rasmus Rasmussen, sáli, á mínari tatoveringsstovu í Reykjavík. Hann fortaldi mær um Før­ oy­ar, og bað meg koma upp at vitja seg. Vit gjørdist góðir vin­menn, og eg var í Før­ oy­um bæði í 1998 og 1999, greiður Fjølnir frá. Eftir hansara ferð í Føroyum í 1999 kendist tað sum, at føroyski marknað­ urin fyri tatoveringum var mettaður, tí tey vóru ikki so nógv, sum høvdu áhuga fyri tatoveringum tá. Men bandið millum Fjølnir og Føroyar var komið fyri at vera, hóast hann ikki vitjaði aftur á klettarnar fyri enn tíggju ár seinni – í 2009. – Eftir krakki í Íslandi valdi eg aftur at fara til Føroya. Vit fóru nøkur av­ stað, og settu upp studio í Klaks­vík. Vit høvdu okkara motor­súkklur við, og ferðast kring landið og hittu fólk. Tá var tað, at eg veruliga gjørd­ ist for­elskað­ur í samfelag­ num, í fólkunum og í náttúr­ uni, sigur Fjølnir. Tað, sum tók Fjølnir mest á bóli var, at hann kend­ist ikki við Føroyar fyrr enn Rasmus Rasmussen, vin­mað­ ur hans­ara, greiddi hon­um frá hesum samfelag. Og tá ið hann fekk innlit í før­oyska samfelagið var tað eina­mest saman­haldið í samfelag­num, familjuvirðini og søgan hjá Føroyum, sum vaktu hans­ ara áhuga. – Tit halda kanska, at hetta er eitt lítið samfelag. Men í veruleikanum er hetta eitt stórsligið, spennandi og saman­sett samfelag, har øll eru trygg, og verja hvønn ann­an, sigur Fjølnir. Vildi finna sín egna veg At fáast við list liggur í blóð­ inum hjá Fjølnir. Pápi hans­ ara var viðurkendur lista­ mál­ari í Íslandi, og longu frá barns­beinið visti hann, at listin dró hann til sín. Men hann vildi finna sín egna veg. – Eg byrjaði á listaskúla, og havi fingist við fleiri ymiskar listagreinar. Eitt nú høgg­myndalist, installatiónir og annað, men til síðst fann eg eina nýggja listagrein, sum veru­leika segði mær nógv, greiður Fjølnir frá. Tá hann byrjaði at fáast við tatoveringingslist gjørd­ ist tað honum greitt, at júst hesin formur fyri list var fólks­ligur, áhaldandi og gav fólki eina lívslanga áminning um tað, sum var teimum kært. – Tá tú veksur upp í einum listaheimi lærir tú, at tað er sera ymiskt hvussu fólk taka ímóti ymiskum listaverkum. Summi møta kanska upp til eina listaframsýning, men dagin eftir er listin gloymd. Soleiðis er tað ikki við tato­ ver­ingum, sigur Fjølnir. Nú standa fólk í bíðirøð fyri at sleppa framat blekk­ penn­inum hjá Fjølnir. – Tey standa í kø fyri at fáa persónliga list á sín kropp, og á mínari yrkisleið sum tatovør havi eg prógvað fyri mær sjálvum, at mín list er nakað serstakt, sum fólk kenna seg aftur í. Tey gráta, sveitta og bløða undir mín­ um penni, og síðani reisa tey seg upp og eru rørd, nøgd og glað fyri úrslitið, sigur Fjølnir. Tatoveringar eru ikki fyri øll Hóast Fjølnir hevur drúgvar royndir innan tatoveringar, – Eg byrjaði á listaskúla og royndi meg innan alskyns listagreinar áðrenn eg gjørdist greiður um, at tatoveringslistin skuldi verða mítt lívsstarv, sigur íslendski Fjølnir, sum seinastu 17 árini hevur tatoverað føroyingar Tatoveringar eru persónlig listaverk fyri lívið »Tit halda kanska, at hetta er eitt lítið samfelag. Men í veruleikanum er hetta eitt stórsligið, spennandi og samansett samfelag, har øll eru trygg, og verja hvønn annan« Fjølnir Geir Bragason: