Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 20. mai 2015 · Nr. 57 meldurin og hevur eina ørgrynnu av tatoveringum sjálvum, so er hann sannførdur um, at tato­veringslistin ikki er fyri øll fólk. Og hann ger nógv burtur­úr at spyrja seg fyri hjá kundum, áðrenn hann byrj­ar at tatovera tey. – Eg spyrji fólk, hví tey vilja hava eina tatovering. Og onkuntíð haldi eg ikki, at tey skulu gera tað. Til dømis um fólk eru mentalt óstabil, um tey ynskja at fáa navnið á makanum á kroppin ella okkurt líknandi, so royni eg at tosa tey til fornuft, sigur Fjølnir. Í síðsta enda er tað tó líka mikið hvat Fjølnir sigur við kundarnar – eru tey sann­ førd um, at tey skulu hava eina tatovering, so fáa tey sær eina so ella so. – Tað er umráðandi fyri meg at siga hvat eg haldi um teirra val. Og eg leggi stóran dent á, at eingin kennir seg trýstan av mær til at fáa eina tato­vering, greiður Fjølnir frá. Eitt annað, sum Fjølnir ikki dámar at tatovera á fólk, eru heimagjørdar tekningar ella skemt av onkrum slag. – Skemtið er neyvan stutt­ligt í morgin, og heima­gjørdar tekn­ ing­ar eru ikki altíð verdar at tato­vera á kropp­in. Tato­ ver­ingar skulu á onkran hátt vera vakrar, listar­ligar og halda til at vera sýndar fram alt lívið, sigur Fjølnir. Tað eru ymiskar orsøkir til, at fólk velja sær eina tato­ ver­ing. Summi vilja minnast ein tey hava mist, onnur vilja stað­festa eina stór­hend­ing í lív­inum, meðan tey eru nógv, sum bert vilja síggja gott út. – Tá eg havi funnið fram til hví fólk vilja hava eina tato­vering, so byrjar tann listar­liga tilgongdin, har eg royni at fáa teirra hugskot fram í tekningunum, sigur Fjølnir. Fjølnir hevur seinastu árini vitjað Føroyar fýra ferð­ir um árið, og á hvørjum sinni er hann fult bókaður til at gera tatoveringar á føroy­ ing­ar. Um vikuskiftið verður Tatt Fest aftur á skránni. 14 tato­vørar koma úr øllum heims­ins heraðshornum til Før­oyar at tatovera, og hóast líkn­andi festivalar eru í fleiri ymiskum londum kring heim­in, so er Fjølnir sann­ førdur um, at tað besta Tatt Fest tiltakið er í Føroyum. – Eg lovi tað verður stutt­ ligt, intimt, spenn­andi og for­kunnugt í Sjónleikar­hús­ inum um vikuskiftið. Og tað er ikki bara fyri tatooáhugaði – øll kunnu luttaka, greiður Fjølnir frá. Hvussu er og ikki, so sær út til, at Tatt Fest er komið fyri at vera. barbara@sosialurin.fo »Eg spyrji fólk, hví tey vilja hava eina tatovering. Og onkuntíð haldi eg ikki, at tey skulu gera tað« FO Tatt Fest Hesi spæla á Tatt Fest um vikuskiftið: • Benjamin Petersen • Anselm • Knút Háberg Eysturstein • Allan Tausen • Boys in a Band • Heri Olsen Sí meira á fotattfest.com ella á Facebook síðuni FO Tatt Fest Fjølnir hevur seinastu árini vitjað Føroyar fýra ferðir um árið, og á hvørjum sinni er hann fult bókaður til at gera tatoveringar á føroyingar Mynd: Álvur Haraldsen