týsdagur 19. mai 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. mai 2015 · Nr. 57
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tvangsaktivering av arbeiðsleysum
– meiningsleyst og eyðmýkjandi
Ingrid S. Henriksen
H
in 13. mai 2015 samtykti
samgongan í løgtinginum
at tvangsaktivera arbeiðs
leys
Var stødd í løgtinginum hin 12. og
13. mai og fylgdi við løgtingslógar
viðgerðini um broytingar av lógini
um ALS. Uppskotið, ið var til við
gerðar hesar dagar, var løgtingsmál
nr. 114/2014. Hetta løgtingslógar
uppskot segðist alment at snúgva
seg um broyting av bíðidøgum,
leingjan av karenstíð, arbeiðs
marknaðarátøk v. m., sum skuldu
gera, at fíggjarliga langtíðarhald
førið hjá arbeiðsloysisskipanini
gjørdist betri.
Løgtingsmál nr. 114/2014
er ein sonn vanlukka fyri
arbeiðsleys og fyri okkara
arbeiðsloysisskipan
Hóast
hetta
løgtingslógarupp
skot segðist at snúgva seg um
fíggjarliga haldførið hjá ALS, er
komið undan kavi, at nógv onnur
arbeiðsloysisviðurskifti vóru inn
vovin í hetta løgtingslógar-upp
skot, sum – vórðu tey samtykt
– fóru at verða ein sonn vanlukka
fyri okkara arbeiðsloysisskipan og
fyri arbeiðsleys.
Arbeiðsleys fáa ongan arbeiðs
loysisstuðul, um tey sýta
fyri at luttaka í tvingsils-
aktiveringsátøkum hjá ALS
M.a. kom fram, at Stýrið fyri
ALS mælti til at tvangsaktivera
arbeiðsleys í tað, sum í ALS-lógini
verður nevnt »samfelagsgagnligar
verkætlanir«. Sum tað hevur verið
frammi alment, snýr virksemið í
Fjølsmiðjuni á Hjalla seg um mein
ingsleyst putlvirksemi sum t.d. at
skera grønmeti í hóskandi skivur,
læra at handfara knívar á rættan
hátt, at hekla grýtulappar, at gera
smáskelti at seta merkiseðlar á
eplaposar og at fáast við ull. Í
Vakstrarhúsinum í Sandavági verð
ur putlast við urtapottum og radis
um – og sum tað kom fram undir
tingviðgerðini: at seta eplir niður
í oktober! Sum lógin nú er vorðin,
er avleiðingin, um hin arbeiðsleysi
noktar at luttaka í slíkum aktivi
tetum, at hann missir arbeiðsloysis
útgjaldið, upp í ½ ár.
Øll arbeiðsleys – ung sum eldri,
faklærd sum ófaklærd, við drúgvum
ella fáum arbeiðsroyndum, úr øll
um landinum, hava longu í drúgva
tíð uttan lógarheimild verið tvangs
aktiverað á Fjølsmiðjuni á Hjalla
ella í Vakstrarhúsinum í Sanda
vági. Samgonguflokkarnir í løg
tinginum (Sambandsflokkurin og
Fólkaflokkurin) hava nú ásett hesa
tvangsaktivering við lóg.
Harumframt kom fram undir
viðgerðini av hesum máli, at stjór
in í ALS, Magni á Deild Olsen, staði
liga hevur virkað fyri, at ALS-far
loyvisskipanin skuldi takast av.
Hann vildi í viðmerkingunum til
løgtingslógaruppskotið verða við,
at hetta átak kundi spara ALS 3,3
mió. kr. – hetta hóast tað seinni
kom fram, at ALS-farloyvisskipanin
er útreiðsluneutral og ALS tískil
ikki spardi nakran pening við at
gera hesa góðu og nyttugu arbeiðs
ávísingarskipan um ALS-farloyvis
størv óvirkna.
Drúgt orðaskifti varð hesar dag
ar (12. og 13. mai) um ALS-farloyvis
skipanina og ta tvangsaktivering,
ið ALS stýrið hevur innvavt í hetta
lógaruppskot um langtíðarhaldføri
hjá arbeiðsloysisskipanini.
Løgtingsumboð søgdu seg vera
ímóti, at ALS fær lógarheimild
at tvangsaktivera arbeiðsleys í
meiningsleysum verkætlanum
Løgtingsumboð – eisini frá sam
gonguni – komu undir løgtings
viðgerðini av hesum máli kropp
av kroppi á tingsins røðarapall og
løgdu doyðin á, at tey vóru hart
ímóti, at ALS skal hava heimild
at aktivera arbeiðsleys við mein
ingsleysum
»putlvirksemi«
og
líknandi á Fjølsmiðjuni á Hjalla
og í Vakstrarhúsinum í Sandavági.
Hóast hesar útsagnir atkvøddu
allir løgtingslimir úr samgonguni
(Sambandsflokkurin og Fólkaflokk
urin) við triðju viðgerð fyri tvangs
aktivering av arbeiðsleysum.
Samgongan í løgtinginum virk
aði enn einaferð sum »atkvøðu
neyt« hjá arbeiðsgevarum og øðrum
maktfullum bólkum – atlitið til
teirra, ið hetta mál í høvuðsheitum
átti at snúgva seg um – nevniliga
arbeiðsleys – varð enn einaferð
forfjónað.
Løgtingslóg um arbeiðsloysis
trygging og arbeiðsávísing
eigur ikki at vera gjørd til
eina lóg um tvangsarbeiði
Í sjálvum sær er als onki galið við
teimum aktivitetum, sum fara
fram á Fjølsmiðjuni á Hjalla ella
í Vakstrarhúsinum í Sandavági.
Men má lógfest tvangsaktivering
av arbeiðsleysum ikki vera partur
av løgtingslóg um Arbeiðsloysis
trygging og arbeiðsávísing.
Lóg um arbeiðsloysistrygging
og arbeiðsávísing var á ongan hátt
ætlað at verða nýtt sum amboð
at tvangsaktivera arbeiðsleys í
meiningsleysum »samfelagsgagn
ligum verkætlanum«, soleiðis sum
nú er gjørt. Lógin skuldi hinvegin
vera ein trygging, ið gjørdi, at
arbeiðsleys skuldu fáa eitt pen
ingaligt útgjald, um ella tá tey
gjørdust arbeiðsleys og skuldi
henda lóg somuleiðis virka sum
ein arbeiðsávísing, ið kundi fáa
arbeiðsleys aftur í arbeiði.
At
tvangsaktivera
tilkomin
fólk við slíkum aktivitetum, ið
ganga fyri seg á Fjølsmiðjuni á
Hjalla ella í Vakstrarhúsinum í
Sandavági, gevur ikki arbeiðs
leysum
betri
arbeiðsførleika,
tvørturímóti. Tey verða einans
marginaliserað og fasthildin í so
nevndum
»samfelagsgagnligum
verkætlanum«/tvangsarbeiði,
ið
tey ikki eingang fáa løn fyri.
Við tvingsli at noyða arbeiðsleys
at luttaka í meiningsleysum hobby
kendum virksemi er reindyrkað
eyðmýking av tilkomnum fólki og
ein háðan móti teimum, ið hava
verið so óheppin, at tey eru vorðin
arbeiðsleys.
Tvangsaktivering av arbeiðs
leysum er harumframt
sera kostnaðarmikið
Skipanin
um
tvangsaktivering,
ið nú er samtykt av sitandi sam
gongu (Fólkaflokkinum og Sam
bandsflokkinum), er tiltak, ið er
sera kostnaðarmikið fyri arbeiðs
loysisskipanina. Sambært ALS eru
útreiðslurnar til “arbeiðsmarkn
aðarátøk” 23 mió. kr. árliga.
At ALS skal nýta milliónavís av
krónum at tvangsaktivera arbeiðs
leys er ein stór andsøgn, nú ALS
sigur seg vera komið í fíggjarligar
trupulleikar og eginpeningurin er
komin niður á uml. 300 mió. kr.
Løgtingið má taka av § 25
stk 2, punkt 7) um sam
felagsgagnligar verkætlanir
(tvangs-aktivering) í
løgtingslóg um arbeiðsloysis
trygging og arbeiðsávísing
Heldur vanligi føroyingurin, at
tað er skeivt at tvangsaktivera
arbeiðsleys, og at tað er skeivt at
taka arbeiðsloysisstuðulin frá ar
beiðsleysum, sum nokta at lut
taka í meiningsleysari tvangsakti
vering, eigur tingið ongantíð ov
skjótt at taka av § 25 stk 2, punkt
7, í løgtingslóg um arbeiðsloysis
trygging og arbeiðsávísing. Hetta
at arbeiðsleys skulu luttaka í so
nevndum
»samfelagsgagnligum
verkætlanum« (skulu luttaka í virk
semi á Fjølsmiðjuni á Hjalla og/ella
Vakstrarhúsinum í Sandavági v.m.)
ALS kann spara hóp av pen
ingi við at leggja virksemið
í Fjølsmiðjuni á Hjalla og
av leigumálið av Vakstrar
húsinum á Sandavági
Langtíðarhaldførið hjá ALS kann
betrast heilt munandi við at siga
upp leigumálini av Fjølsmiðjuni
á Hjalla og av Vakstrarhúsinum í
Sandavági.
Eg vóni at Føroya fólk tekur
undir við, at vit ikki við lóg eiga
at tvangsaktivera fólk, ið gerast
arbeiðsleys – við meiningsleysum
aktivitetum. Men eiga arbeiðsleys
hinvegin at fáa í boði at luttaka
í góðum og nyttugum arbeiðs
marknaðarátøkum, ið eru serliga
tilpassað til ymsar aldursbólkar,
starvsøki v.m. Arbeiðsleys mugu
fáa atgongd til førleikagevandi
skeið, førleikagevandi útbúgvingar
og arbeiðstilboð, so sum ALS-far
loyvisstørv og lønta starvsvenj
ing, sum eru dømi um arbeiðs
marknaðarátøk, ið veruliga kunnu
hjálpa arbeiðsleysum at koma aftur
í vanligt, lønt arbeiði á arbeiðs
marknaðinum.
Úr ALS yvir á forsorg?
Ein annar spurningur, ið náttúrliga
má setast við hesa tvangsaktivering
hjá ALS er, hvussu nógv arbeiðsleys
fara at detta yvir á forsorgarlógina
at fáa pening til lívsins uppihald, tí
tey fáa karantenu hjá ALS, tá tey
sýta fyri at luttaka í meiningsleys
ari tvingsilsaktivering hjá ALS.
Tórshavn, hin 16. mai 2015
TÍÐARGREIN
Sum tað hevur verið frammi alment, snýr virksemið í Fjølsmiðjuni
á Hjalla seg um meiningsleyst putlvirksemi sum t.d. at skera
grønmeti í hóskandi skivur, læra at handfara knívar á rættan
hátt, at hekla grýtulappar, at gera smáskelti at seta merkiseðlar
á eplaposar og at fáast við ull. Í Vakstrarhúsinum í Sandavági
verður putlast við urtapottum og radisum – og sum tað kom fram
undir tingviðgerðini: at seta eplir niður í oktober!