Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. mai 2015 · Nr. 57 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hjartaliga takka vit tykkum øllum, fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá kæra kona, mamma, vermóðir og omma okkara Maren Jonna Nielsen f.06.10.42 – d.19.08.14 andaðist og varð jarðað. Tøkk til Rasmus Glyvradal fyri vøkur orð í kapellinum. Tøkk til Símun P. Persson fyri góð og troystarrík orð. Ein serlig tøkk til starvsfólkini á heiminum á Mýrunum, og somuleiðis til starvsfólkið á Heiðastovu á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, sum tóku tykkum so sera væl av henni, tey árini, hon búði har. Eisini ein hjartans tøkk til tykkum, sum stóðu fyri ervinum, komu við køkum, og á annan hátt hjálptu til. Takk fyri peningagávur til Alzheimers felagið, blómur, kransar og heilsanir. Takk til tykkum mongu, sum fylgdu Jonnu til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Familjunnar vegna Niels Jacob Th. Joan, Jacquelina, Sólbjørg, Jana, Jónrit, Kristoffur og ommubørnini Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara kæri, maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi Osmund Olsen andaðist og varð jarðaður. Vit takka øllum tykkum, sum hjálptu og stuðlaðu í sambandi við jarðarferðina og ervið aftaná. Ein serlig tøkk til starvsfólkið á Gøtubrá. Vit takka fyri kransar, blómur, heilsanir og peningagávur til Akurin. Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Hanna, Maria, Henning og Oddma Fríðálvur A. Jensen Mangar av rað­fest­ ing­un­um í Tórs­ havn­ar Kommunu skilji eg ikki, men er tað ein eg slett ikki skilji, er tað júst málið um Musikkskúlan? Nógvar drúgvar toganir hava verið um henda, men tað tykir ikki at virðing er fyri hesum fólkunum og næmingunum, tí her hendir ikki nógv annað enn snakk! Er tað ikki nógv fyri, at tað standa nógv gávaði fólk og bíða eftir einum plássi, men tað eru so nógvar aðrar ivasamar íløgur, ið hava størri raðfesting? Hví er tað so? Vit hava so nógv gávaði fólk og landið hevur sanniliga notið gott av hesum, men eg kann neyvan geva mínum kommunalu politikarum annað enn dumpikarakter! Onkur fer ivaleyst at reisa seg og siga, at viðkomandi onki skilir tí ætlanin er sett í verk, men er hon nú tað? Eg havi mangan fingið spurningin, hví eg tími at gera so nógv vart við hetta, tí tað er jú úr sjálvari skipanini hetta átti at komið, men eg skal viðganga, at mítt hjarta er nógv í hesum og vil gjarna at hesi fáa virðiligar umstøður. Hugsi sanniliga eisini um tey gávaðu fólkini, sum kanska detta niður ímillum og ikki fáa møguleikan. TAKIÐ TYKKUM SAMAN OG FÁIÐ HETTA MÁLIÐ GREITT OG SETIÐ GONGD Á! Er Musikkskúlin bara blivin ein politisk kastibløka? – ella er bara manglandi forstáilsi fyri økinum ein orsøk? KJAK Friðið lomvigan og lundan Erik Mortensen Nú í nógv ár er lomvigi og lundin minkaður í stórum, eisini vegna vánalig livilíkindi. Eitt tað fyrsta, sum egiur at verða gjørt, er at fríða hesar fuglar við brestin. Tað átti at verið gjørt fyri nógvum árum síðni. Men einki verður gjørt. Hví hava vit ongan áhuga fyri náttúruni? Ikki minst myndugleikarnir. Teir gera einki.