Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-19, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 20. mai 2015 · Nr. 57 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vit takka øllum hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá okkara høgt elskaða mamma, vermamma, omma og langomma Anna Poulina Davidsen (Lina) f. 26.11.1924 - d.10.04.2015 andaðist og varð jarðað. Takk fyri blómur, kransar, vøkur orð, sangir og alla hjálpina. Takk øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Kári, Bogi, Peddy, Eyðbjørg, Áki og Dánial Pauli við familjum Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálptu til, tá kæri maður, pápi, verpápi, abbi, langabbi og svigerabbi okkara. Hasseman Harry Mikkelsen Leirvík føddur 02.06.1942 – deyður 16.03.2015 andaðist og varð jarðaður. Takk fyri vitjan, góð orð og lívgandi sang í heiminum, kirkjuni og til jarðarferðina. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Missiónshúsið og Krabbameinsfelagið. Takk til kirkjutænarar, sangarar, berarar, gravarar, og takk fyri alla hjálp til jarðarferðina og ervið. Takk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Karin, Sigrid og Hans við familjum Hjartaliga takka vit fyri samkenslu og alla hjálp, vit fingu, tá kæri maður, pápi, svigarpápi, abbi og langabbi okkara Frank Gjógvará f. 13.01-1939 – d 29.03-2015 andaðist og varð jarðaður. Takk til Hera Joensen fyri góð orð í Kapellinum. Takk til sangarar, berarar og gravarar. Takk fyri blómur, kransar og gávur til Reyða Kross. Takk øll, sum fylgdu honum til gravar. Evelyn Robert, Aimi, Emil, Marja v/ familju Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá kæri sonur, beiggi, svágur, mammu-, pápa- og ommubeiggi Asbjørn Olsen f. 16.05.1965 – d. 09.03.2015 so brádliga var tikin frá okkum. Takk til Bergtór prest fyri troystarrík orð í kapellinum og kirkjuni. Takk til sangarar. Takk til øll, ið á ein og hvønn hátt hjálptu til við ervinum. Takk fyri gávur til Nýrafelagið. Takk øll tit, ið fylgdu Asbjørn til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Mamma Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt hjálptu og vístu okkum samkenslu, tá ið kæri sonur og beiggi okkara John Adam Fjallsbak 29.12.1973 – 05.12.2014 andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum á Sjúklingahotellinum Tórshavn fyri hjálpsemi og umsorgan alla ta tíð, hann var har. Tøkk til B6 og palliativa toymið fyri góðan stuðul. Tøkk til Klaksvíkar Sjúkrahús fyri einastandandi hjálp og umsorgan. Tøkk til Hanus á Gørðum, prest, og Hans Marius í Byrgi fyri góð og troystarrík orð. Tøkk til kirkjutænarar, berarar, sangarar og gravara. Tøkk til Kristinu og Hallur fyri vakran sang. Tøkk til tykkum mongu, sum hjálptu við ervinum og sum bakaðu. Tøkk fyri peningagávur til Krabbameinsfelagið. Hjartans tøkk til tykkum øll, sum fylgdu John til hansara seinasta hvíldarstað. Harrin signi tykkum øll. Janet, Alan, Louisa og Hans Eliesar Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá góða mamma, vermamma, omma, langomma og olduromma Lena í Beitinum á Sandi andaðist og varð jarðað. Ein serlig tøkk til starvsfólkini á Áargarði fyri umsorgan og hjálp, ta tíð hon var har. Somuleiðis ein tøkk til øll, sum veittu eina hjálpandi hond til jarðarferðini. Tøkk til Havstein Klein prest fyri góð og vøkur orð, tøkk til kirkjutænarar, sangarar og berarar. Tøkk til tey, ið lótu blómur, og tøkk fyri peningargávur til Krabbameinsfelagið. Michael, Elin og Erik