týsdagur 19. mai 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. mai 2015 · Nr. 57
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Skrivstovustarv
Granskingarráðið sóknast eftir
fólki til skrivstovu okkara á
Bryggjubakka 12 í Havn.
Vit hava brúk fyri:
Einum fleksiblum fólki við royndum og/
ella evnum innan hesi øki:
· journal
· bókhaldskipanina hjá Gjaldstovuni
· kunning og samskifti
Tú mást eisini kunna átaka tær aðrar
fyrifallandi uppgávur, stórar og smáar.
Vit kunnu bjóða:
· Eitt hálvtíðarstarv frá 1. august 2015.
· Eitt litið arbeiðspláss í hugnaligum
umhvørvi.
· Fjølbroyttar uppgávur við frælsi at
skipa arbeiðið innan avtalaðar karmar.
Setanartreytir eru sambært avtalu millum
Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Um okkum:
Granskingarráðið hevur eitt fjølbroytt
virkisøki.
Vit:
· umsita Granskingargrunnin, sum
stuðlar verkætlanum við uml. 6,5 mió.
kr. árliga, og Sjúkrakassagrunnin, sum
letur stuðul til gransking og smærri
verkætlanir og tiltøk .
· eru skrivstova hjá Granskingarnevndini
og Vísindaráðnum
· ráðgeva Landsstýrinum í
granskingarpolitiskum spurningum
· eru sambindingarlið millum ES og
Føroyar á granskingarøkinum
· luttaka í altjóða samstarvi um
gransking
Tað merkir, at vit:
· eru í dagligum samskifti við
granskarar, stovnar og virkir um
stuðlaðar verkætlanir og um komandi
verkætlanir
· arbeiða saman við miðfyrisiting
og politisku skipanini um
granskingarpolitikk
· ráðgeva og skipa fyri
kunningartiltøkum um virkisøki okkara
· kunna um gransking og
granskingarúrslit, m.a. á www.
gransking.fo, í e-tíðindabrøvum, á
Vísindavøku og øðrum tiltøkum
Les meira um okkum á www.gransking.
fo ella set teg í samband við Anniku
Sølvará, stjóra, á tel 567803 fyri at fáa fleiri
upplýsingar.
Umsóknarfreistin er 8. juni 2015.
Umsóknir við avritum av prógvum
v.m. kunnu sendast við telduposti til
annika@gransking.fo ella við posti til:
Granskingarráðið, Bryggjubakki 12
Postrúm 259, 110 Tórshavn.
www.gransking.fo
Sosialurin 341800
Ogn í Klaksvík til sølu
Vegna deyðsbúgv verður ognin matr.nr. 1016,
Klaksvík, Kósaskákið 4, 700 Klaksvík, hervið
lýst til sølu.
Talan er um eldri sethús, sum eru umvæld
seinast í 90´unum. Húsini eru í trimum hæddum
á uml. 177 m2 í alt. Grundøkið er 208 m2. Á
grundini stendur eisini bilhús og hjallur. Húsini
eru virðismett til kr. 675.000,00.
Fleiri myndir kunnu síggjast á heimasíðunum
www.lawfirm.fo og www.ogn.fo.
Ognin verður boðin út við áheitan um at geva
tilboð sambært nærri ásettum treytum í
boðskjali, sum fæst við at venda sær til
skrivstovu okkara.
Áhugað kunnu venda sær til:
Petur Even Djurhuus, advokat, ped@lawfirm.fo,
ella Ann Andreassen, skrivara, aa@lawfirm.fo.
ADVOKATFELAGIÐ VIÐ STROND 4
YVIRI VIÐ STROND 4
BOKS 359 · 110 TÓRSHAVN
TLF. 203040, FAX. 203041
E-MAIL: LAWFIRM@LAWFIRM.FO
WWW.LAWFIRM.FO
Málningur
(Móðir og barn
– Várið 1977)
Eftir ingálvur av
rEyni, til sølu.
stødd: 75 x 100 cM
Boð undir 60.000 kr
ongan áhuga
áhugað kunnu Maila til
raMMa@olivant.fo Ella
ringja tlf: 216623
Fylgjandi ognir til sølu
Klaksvík:
Matr. Nr. 1485a - grundøki 1490 m2 til støddar
við ábygdum seyðahúsi v/Kráargøta/Geilin
Prísuppskot min. kr. 300.000,00
Árnafjørður:
Matr. Nr. 91 - neystagrund 51m2 við ábygdum
neysti í tveimum hæddum
Prísuppskot min. kr. 100.000,00
Skálatoftir:
Matr. Nr. 12 - 6 gl. 00 sk.- Skálatoftahagi
Prísuppskot min. kr. 120.000,00.
Eygavegur 10 til sølu um hóskandi boð fæst.
tlf. nr. 457791 / 222252
Til sølu
Trød til sølu á Tvøroyri,
vidd 9.962, Matr:709
Tlf. 221781