týsdagur 19. mai 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 20. mai 2015 · Nr. 57
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MentaMálaráðið
Starv Sum SkúlaStjóri
í Hvalbiar Skúla
Hevur tú áhuga og hegni at átaka tær leiðslustarv í føroyska
fólkaskúlanum og virka fyri alsamt at menna skúlans arbeiði,
so hevur tú møguleika at søkja starvið sum skúlastjóri í Hvalbiar
Skúla. í Hvalbiar Skúla eru 82 næmingar í 9 árgangum og 9
lærarar í føstum starvi. Starvið verður sett frá 1. august 2015.
Um starvið
Skúlastjórin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna
og ábyrgd av virksemi skúlans. Hann skal fremja góðar
arbeiðsumstøður og gott samstarv millum skúla og heim, og
í samstarvi við foreldrini virka fyri, at næmingarnir fáa eina
mennandi og fjølbroytta undirvísing.
Harumframt skal skúlastjórin vera førur fyri at inna eina
mennandi starvsfólkaleiðslu, skapa umstøður hjá tí einstaka
fyri samábyrgd og ávirkan og tryggja, at lærarar skúlans hava
umstøður fyri fakligari menning. Eisini skal skúlastjórin skapa
virðing fyri skúlanum og leggja dent á støðuga menning.
Førleikakrøv
umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving og
starvsroyndir í fólkaskúlanum.
Harumframt er tað ein fyrimunur, um umsøkjarar hava
leiðsluroyndir og útbúgving innan leiðslu.
Setanarviðurskifti
Setanarøkið er undir mentamálaráðnum við fyribils tænastu í
Hvalbiar Skúla. tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar
í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokkinum 35.1 sambært
avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya lærarafelag.
Umsóknir
umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.v. og møguligum
viðmælum skal verða mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi
5. juni 2015.
Umsóknin verður stílað til:
mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 tórshavn
ella við t-posti: mmr@mmr.fo
tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til jenny
lydersen, undirvísingarleiðara, tlf. 555044.
MentaMálaráðið
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita
undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur
viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum og øðrum frítíðarvirksemi.
MentaMálaráðið
Starv Sum SkúlaStjóri í
vágS Skúla
Hevur tú áhuga og hegni at átaka tær leiðslustarv í føroyska
fólkaskúlanum og virka fyri alsamt at menna skúlans arbeiði, so
hevur tú møguleika at søkja starvið sum skúlastjóri í vágs skúla.
í vágs skúla eru 196 næmingar í 10 árgangum og 18 lærarar í
føstum starvi. Starvið verður sett frá 1. august 2015.
Um starvið
Skúlastjórin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna
og ábyrgd av virksemi skúlans. Hann skal fremja góðar
arbeiðsumstøður og gott samstarv millum skúla og heim og
í samstarvi við foreldrini virka fyri, at næmingarnir fáa eina
mennandi og fjølbroytta undirvísing.
Harumframt skal skúlastjórin vera førur fyri at inna eina
mennandi starvsfólkaleiðslu, skapa umstøður hjá tí einstaka
fyri samábyrgd og ávirkan og tryggja, at lærarar skúlans hava
umstøður fyri fakligari menning. Eisini skal skúlastjórin skapa
virðing fyri skúlanum og leggja dent á støðuga menning.
Førleikakrøv
umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving og
starvsroyndir í fólkaskúlanum. Harumframt er tað ein fyrimunur,
um umsøkjarar hava leiðsluroyndir og útbúgving innan leiðslu.
Setanarviðurskifti
Setanarøkið er undir mentamálaráðnum við fyribils tænastu
í vágs skúla. tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í
starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokkinum 35.1 sambært
avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya lærarafelag.
Umsóknir
umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.v. og møguligum
viðmælum skal verða mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 5.
juni 2015.