Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-19, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. mai 2015 · Nr. 57 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Jóannes Hansen Tað verður í Eysturoy, at fyrru hálvfinalurnar í kapp­ ingini um løg­mans­steypið vera í annaðkvøld. Luta­ kastið lagaði tað soleiðis, at Víkingur eigur heimavøll ímóti B36, og at NSÍ eigur heima­vøll ímóti HB. Tað vil eisini siga, at báðar seinnu hálvfinalurnar vera í Gunda­ dali. Tað er ásett, at B36 og Víkingur skulu spæla miku­ dagin 3. juni, og at HB og NSÍ skulu spæla hósdagin 4. juni. Tað plagar ofta at vera soleiðis, at tað í fyrru hálv­ final­unum verður lagdur stórur dentur á ikki at tapa, og har útgangsstøðan har­ við er góð undan seinnu og av­gerandi dystunum. Higar­ til í ár hava hesi fýra liðini verið álopssinnað, og tí kann væl hugsast, at fóturin ikki verður so støðugur á brems­ uni í annaðkvøld. Eftir tólv umfør í lands­ kappingini er NSÍ topplið, B36 er næstfremst, HB er á triðja plássi, og Víkingur er nummar fýra. Tað vil siga, at tað eru fýra tey fremstu, ið nú fara at stríðast um rættin av vera partur av finaluni, sum verður leygardagin 29. august. Meistararnir og steypavinnararnir Víkingur - B36 Lars Müller Hósdagin kl. 19.00 Trífaldu steypavinnararnir í Víkingi vóru í fjórð­ings­ final­uni um reppið at missa møgu­leikan at vera partur av hálv­finaluni. Tað var ikki fyrrenn í evstu løtu í longdu leiktíðini – í 120. minutti! – at Heðin Hansen javnaði til 3-3 í Fuglafirði, har pulsurin var óvanliga høgur. Í brots­ sparks­kappingini var ÍF á gátt­uni at vinna, men so bjarg­aði Geza Turi, og so endaði tað við 12-11!! sigri til Víking. Sunnudagin var Víkingur aftur í Fuglafirði. Eftir trilv­ andi avrik nógvu tey fyrstu umførini, har ivi hevur verið sáddur um hugburðin, vístu víkingarnir, at pílurin peikar rætta vegin. Teir vunnu sann­førandi 3-1 sigur, og lið­ for­maðurin Atli Gregersen fegnast: – Tað gongur rætta vegin, og tað er hugaligt. Vit hava vunnið finaluna trý tey seinastu árini, og vit vilja fegnir aftur vera partur av finaluni, sum vit nú hava hundrað prosent fokus á, sigur Víkinga liðformaðurin. Víkinga málverjin Geza Turi er leikbannaður, men víkingarnir hava stórt álit á Elias Rasmussen: – Hann hevur vant saman við Geza Turi í tvey ár, og í Fuglafirði sóu vit, at talan er um fínan málverja, staðfestir Atli Gregersen. Tað kemur illa við, at Súni Olsen framvegis ikki er førur fyri at spæla, og nú er tað steinur oman á byrðu, at Gert Hansen eisini er skadd­ ur. Í B36 er sjálvsálitið stórt og lagið gott: – Tað kemur illa við, at Ibrahima Camara framvegis er leikbannaður. Tá ið tað er so tætt millum dystirnar, ræður tað um at hvíla og seta seg upp aftur til næstu av­ Fyrru hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið vera í annaðkvøld í Eysturoy, har havnarfeløgini skulu spæla seg til góða útgangsstøðu á heimavølli Nú er bara toppurin eftir