Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-19, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 2015síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 20. mai 2015 · Nr. 57 ítróttur fótbóltur bjóð­ing. Tað kann vera, at vit skifta onkrar út, tí vit skulu spæla aftur sunnudagin. Vit gleða okkum at hitta Víking aftur, sigur B36 venjarin Eyðun Klakstein. Tá ið B36 í lands­kapp­ ingini hevði vitjan av Víkingi var úrslitið 3-3! Meðan Víkingur hevur vunnið tríggjar tær seinastu steypafinalurnar, so hevur B36 ikki verið í finaluni síðani í 2009, tá ið EB/ Streymur vann 3-2. Langt síðani seinast NSÍ - HB Petur Reinert Hósdagin kl. 18.30 Kenslan er felags í NSÍ og HB av, at tað er ógvuliga langt síð­ani síðsta sigurin í steypa­ final­uni. HB vann seg í fjør í final­una, sum Víkingur vann 1-0. Harvið hevur sigurs­ vanda steypaliðið í høvuðs­ stað­num ikki vunnið steypa­ kapp­ingina síðani í 2004. Tá var NSÍ mótstøðuliðið í finaluni, sum HB vann 3-1. NSÍ hevur ikki vunnið steypa­kapp­ingina síðani 2002. Tá var HB mótstøðulið í finaluni, sum NSÍ vann 2-1. Í HB dylja teir ikki, at mál­ ið aftur í ár er at vinna bæði lands­kappingina og steypa­ kappingina. – Vit arbeiða miðvíst og hart, og vit kenna, at spæl­ið gongur rætta vegin. Tað sæst eisini í úrslitunum sein­astu ferðirnar, staðfestir Andrew av Fløtum. Hann verður ikki við í Runavík, tí hann er leik­bannaður. Christian R. Mouritsen noydd­ist tíðliga av vøllinum á Argjum sunnu­dagin. Hann hevur verið á vøll­inum og vant í hesi vikuni, men tað er iva­ samt, um hann verður førur fyri at spæla. Í NSÍ er lagið ógvuliga gott, nú tað hevur gingið sum eftir ánni, og NSÍ er topplið í lands­kappingini: – Tað er tætt millum dyst­ ir­nar, men fyritreytirnar eru tær somu hjá øllum fýra lið­ unum í hálvfinaluni. Spæl­ arunum dáma væl at spæla, og tíbetur hava vit nógvar at velja ímillum, so tað ber til at geva onkrum høvi at hvíla, sigur NSÍ venjarin Trygvi Mortensen. Jens Joensen er komin fyri seg eftir skaðasteðg. Leygar­dagin var hann á næst­besta liðnum. Um hann longu nú vinnur sær pláss á besta liðnum er ein annar spurn­ingur, tí kappingin er sera stór. Per Langgaard og Monrad Holm Jakobsen hava seinastu ferðirnar verið sann­før­andi miðverjar, og á verju­kenda miðvøllinum kapp­ast fleiri um plássini. Tá ið NSÍ í lands­kapp­ing­ ini hevði vitjan av HB, endaði tað við 2-0 heimasigri. joannes@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen