Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mai 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. mai 2015 sosialurin 58 6 Annika Kunoy Im M ia Jacobsen Kagotho kallar seg sjálva havnar­fólk, hóast hon er upp­vaksin í Hvalba. Hon var útbúgvin námsfrøðingur í 2009, og í tíðar­skeiðnum, tá hon var undir lestri, var hon tvær ferðir í Kenja í starvsvenjing. Hon kendi eitt par, sum arbeiddi sum trúboðarar á einum barnaheimi í Kenja, og hevði soleiðis hoyrt um landið – og tí fekk hon sjálv hug at royna at arbeiða á hesum barna­heim­ inum. Forelskað í Kenja – Eg var har fyrst í tríggjar mánaðir og mátti síðani koma heim aftur – men eg bleiv púra forelskað í landinum. Tá eg so skuldi í seinastu praktikkina, fór eg á eitt kvinnuheim í Kenja, sum eg eisini hevði arbeitt á fyrr. Har vóru nógvar harðar lagnur, og mær dámdi at vera ein uppmuntran til kvinn­ur­ nar har. Eftir forsetavalið í Kenja í 2007 varð nógv tosað um korruptión, og eftir at Mwai Kibaki var valdur, bleiv ógvuliga ófriðarligt í Kenja. – Fimm minuttir eftir at at­kvøður­ nar vóru taldar, vóru fólk á gøtuni og gjørdu uppreistur. Eg hoyrdi kvinn­ ur og menn skrála av pínu, og eldur var settur á húsini rundan um okk­ um. Hóast alt hetta føldi eg meg alla­tíðina trygga, og eg fekk bara ein eyka kærleika til landið. Men alt virk­ semið steðgaði upp, og eg fekk ikki gjørt praktikkina lidna, og tí mátti eg fara heim ein mánað fyrr. Tað var ræðu­liga hart at vera ein av teimum hvítu, sum fór heim til tað trygga og góða, og sum bara lat hini vera eftir í neyð­ini. Hetta tíðarskeiðið fekk Mia eyga á James Kagotho, vanliga kallaður Jimmi, og tey vórðu vinir, sum hon sjálv orðar tað. Hóast hon var heima, hugs­aði hon nógv um Kenja og um James, sum royndi at yvirliva í stóra arbeiðs­loysinum í Kenja. Tá Mia hevði skrivað bacheloruppgávu sína sama árið, fór hon tí aftur til Kenja í summar­frí, og tá vórðu tey bæði par. Av tí, at maðurin hevur latið gávur fyri kvinnuna, so fer hann við henni, sum hon­ um lystir; hann kann banka konu sína, um hann vil, tí hann hevur goldið fyri hana« persónssøga Mia Jacobsen Kagotho: – Familjan fær ofta bert løn einaferð um árið, og tann dagin fara nógvir menn á vertshúsið og koma ikki aftur, fyrr enn allur peningurin er uppi. Men hjálpir tú kvinnunum, ja so hjálpir tú øllum samfelagnum, tí tær hugsa um børnini fyrst. Tí eru kvinnurnar ryggurin í samfelagnum, sigur James Kagotho, sum saman við føroysku konu síni, Miu, hevur stovnað kvinnuheimið »Jimmia« í Kenja Mia Jacobsen Kagotho, maðurin James Kagotho, og dóttir teirra Naomi Hjálpir kvinnum úr meinings- loysinum