hósdagur 21. mai 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. mai 2015
sosialurin 58
7
Fýra dagar eftir, at Mia var út
búgvin námsfrøðingur, gekk leiðin
aftur til býin Nakuru í Kenja, sum
enn liggur hjarta hennara nær. Hon
kundi tó bert vera har í teir seks mán
aðirnar, sum uppihaldsloyvið loyvdi.
Tá loyvið var uppi, kom Jimmi við til
Føroya, og tey blivu gift stutt eftir.
Tá byrjaðu hjúnini at savna saman
pening og at gera forarbeiðið til at
stovna felagsskapin »Jimmia«.
– Vit endaðu við at vera í Føroyum
í fimm ár, men ferðaðust aftur og
fram millum Føroyar og Kenja og
fingu tá alt upp at standa. Vit byrj
aðu felagsskapin, arbeiddu við at
breyðføða børnum á gøtuni og byggja
nýggja bygningin.
Gleði og sorg
Mia gjørdist við barn og átti dóttur
teirra Naomi, sum er trý ára gomul í
dag. Tá Naomi var fýra mánaðir gom
ul, bleiv hon sjúk, meðan tey vóru í
Kenja, og innløgd á sjúkrahúsið við
eini infektión í búkinum.
– Eg græt í 48 tímar út í eitt. Eg
føldi meg sum verðins vánaligastu
mammu at vera farin avstað til Kenja
við henni. Eg hevði júsi fingið hana,
og hon var bert fýra mánaðir og so
sjúk, sigur Mia álvarsom.
Men dótturin batnaði, og parið
slepti ikki ætlanunum um at flyta
til Kenja.
– Fyrst í 2013, tá Naomi var sjey
mánaðir gomul, komu vit heimaftur
til Føroya fyri at fyrireika okkum at
flyta og pakka tað, sum vit áttu. Men
tá fekk eg at vita, at mamma mín
hevði fingið staðfest Alzheimer's og
hetta tók ógvuliga hart uppá meg.
Úrslitið var, at eg fekk tunglyndi,
greiðir Mia frá.
– Vit vildu byrja okkara lív, sum
skuldi vera okkara. Men tað var hart
at skula fara so langt, tí eg var so
knýtt at mammu. Tankin um, at hon
ikki fór at minnast meg og mítt barn
gjørdi, at eg ikki megnaði at fara av
stað, sum ætlað, sigur Mia rørd.
– Ikki fyrr enn í januar mánaði í
2014 fluttu vit av álvara – og tá mátti
eg sparka meg sjálva avstað og siga
mær sjálvari, at eg ikki kundi steðga
mínum lívi grundað á sjúkuna hjá
mammu míni.
Men hóast familjan var longri í
Føroyum enn ætlað, fyrireikaðu tey
allatíðina tilveruna í Kenja.
– Meðan vit hava verið í Føroyum,
hava vit latið byggja eitt heim til okk
um og til familjuna hjá Jimmi, bygt
bilhús og keypt bil í Kenja. Av tí at
vit at hava verið í Føroyum í fimm
ár, hava vit kunnað spart upp, og alt
hetta hevur latið seg gjørt. Nú – eitt
gott ár eftir at vit fluttu – hava vit
longu fingið kvinnuheimið á føtur.
Vit fáa ikki løn frá Jimmia, tí tað
megna vit ikki enn. So vit liva av tí,
vit tjena, meðan vit eru í Føroyum,
greiðir Mia frá.
Kvinnurnar á Jimmia
– Á Jimmia koma kvinnurnar inn.
Tær læra at gera taskur og annað
burturúr endurnýtslupappíri, sum
vit kunnu selja, og tær fáa løn. Vit
fara eisini altíð inn í heimini hjá
kvinnum at vitja, tí tá er nemt at
meta um, hvussu støðan er. Tá tær
eru einsamallar heima, er eisini
nemmari hjá teimum at siga erliga,
hvussu støðan er.
– Ofta vísir tað seg at nógvar teirra
hava AIDS, og tað er eitt tabu. Tað er
enn soleiðis í Kenja, at tú nemur ikki
við ein, sum hevur
AIDS, tí tey halda, at
tað smittar. Tí sita nógvar
teirra einsamallar við sjúkuni. Nógv
ar teirra hava heldur ikki vitað, at tær
hava sjúkuna, men finna so útav, at
maðurin krógvar medisinið – ella
doyr. So síggja tær, at hann hevur
verið ótrúgvur og síðani eisini smitt
að tær.
Kvinnurnar til sølu
Jimmi sigur Jimmia er ein skipan,
sum hjálpir kvinnum at gerast sjálv
bjargnar. Tørvurin á hesum í Kenja
er stórur, tí kvinnurnar verða niður
traðkaðar í afrikansku mentanini.
– Tað er ikki long tíð síðani, at
kvinnur blivu sjónligar í politikki
og í leiðslusessum. Omma mín
gekk ongantíð í skúla, tí hon var eitt
gentubarn. Gentubørn skuldu giftast
burtur, og afturfyri fekk familjan hjá
manninum seyð og geitir. Eftir sið
venju eru gentubørn ongantíð mátt
ment og eru ikki sloppin í skúla.
»Fer ein kvinna til løgregluna at melda eina
neyðtøku, so verður hon koyrd heim aftur...
Menn fáa ongan dóm fyri neyðtøku, meðan
tað gevur lívstíð at stjala eina fartelefon«
»Ein fýra ára gomul genta var á veg heim úr
skúlanum. Hon varð tikin av nøkrum monnum,
bundin til eitt borð og neyðtikin.
Hon doyði av løstunum«
Mia og kvinnurnar staddar uttanfyri kvinnuheimið
»Jimmia«, í Kenja, sum hon og maðurin James reka
Framhald á næstu síðu
Visti tú?
46 mió. fólk búgva í
Kenja, sum fekk loysing
frá Onglandi í 1963.
Helmingurin av fólkinum
livir í fátækadømi
afrika
Kenja
Yngsta kvinnan á kvinnuheiminum er 14 ára gomul og eigur
eitt lítið barn. Hon var neyðtikin av fosturpápa sínum
Privatmyndir