hósdagur 21. mai 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. mai 2015
sosialurin 58
8
persónssøga
Tær hava bara lært, hvussu tær verða
ein góð kona og mamma. Dreingirnir
skuldu í skúla, og tað vóru teir, sum
skuldu verða løgfrøðingar og læknar.
Soleiðis er enn í bygdunum í Kenja,
sigur Jimmi.
Felagsskapurin Jimmia heldur
til nakað uttanfyri býin Nakuru, og
hóast Nakuru er ein stórur býur, so
er hugburðurin uttanfyri býin so
leiðis, sum hann er úti í flest øllum
bygdunum.
Jimmia hevur samband við
sjúkrahúsið í býnum, sum ofta setur
seg í samband við felagsskapin, tá
ein kvinna er komin í neyð av manni
sínum.
– Av tí, at maðurin hevur latið
gávur fyri kvinnuna, so fer hann
við henni, sum honum lystir; hann
kann banka konu sína, um hann vil,
tí hann hevur goldið fyri hana. Flestu
kvinnurnar kenna heldur ikki rætt
indi síni, men halda, at tær skulu gera
sum teimum er álagt, greiður Jimmi
álvarsamur frá.
– Nógvar kvinnur verða bankaðar
dagliga, men tær kunnu ikki tosa við
vinkonurnar ella grannarnar um
trupulleikar sínar. Hetta er sum í
Føroyum við insest, sum fólk ofta
vita um, men ikki siga nakað um,
sigur Mia.
Eitt nei er eitt nei
– Fyri meg, sum eri úr Føroyum, er
ringt at skilja, at kvinnur verða so
illa viðfarnar, sum í Kenja. Fer ein
kvinna til løgregluna at melda eina
neyðtøku, so verður hon koyrd heim
aftur. Endar málið í rættinum, ja, so
tekur málið fleiri mánaðir. Menn
fáa ongan dóm fyri eina neyðtøku,
meðan tú fært lívstíð fyri at stjala
eina fartelefon.
Nógvar kvinnur vita heldur ikki
av, at tær hava loyvi at siga nei til
samlegu við manni sínum, um tær
ikki hava hug – og at teirra egni
maður kann neyðtaka tær.
– Eg leggi til merkis, at tær eldru
kvinnurnar flenna at hesum, tí tær
eru jú keyptar. Tí royni eg at tosa við
tær ungu undir fýra eygum og siga
teimum, hvørji rættindi tær hava, og
hvat virði teirra er, sigur Mia.
Tað var ein søga í Mombasa, har
ein fýra ára gomul genta var á veg
heim úr skúlanum. Hon varð tikin
av nøkrum monnum, bundin til
eitt borð og neyðtikin. Hon doyði av
løstunum. Teir fingu næstan onga
revsing.
– Tað eru fleiri slíkar søgur, sum
eg kann siga frá. Ofta undrist eg á,
hvussu tað ber til, at menniskju
kunnu gera soleiðis móti hvørjum
øðrum, sigur Mia.
Skomm at fara
á kvinnuheim
– Fyrsta kvinnan, vit
hjálptu á Jimmia, bleiv
bankað av manni
sínum, sum kom
av vertshúsi hvørt
kvøld. Hon plagdi at
hoyra hann, tá hann
kom oman gøtuna
til húsini um kvøldið.
Men einaferð lat hon
seg og børnini í heit klæði
og rýmdi úr húsinum, greiðir
Jimmi frá.
Á Jimmia er pláss fyri 12 kvinnum
og børnum teirra, men av tí, at felags
skapurin júst er byrjaður, er ikki fult
hús.
– Vit eru byrjað uppá nakað nýtt og
hava ikki roynt tað fyrr; vit skulu læra
okkara starvsfólk at kenna. Tí hava
vit valt at byrja við seks kvinnum
fyrst og síðani byggja virksemið upp.
Tað er eisini skomm hjá kvinnunum
í Kenja at koma á kvinnuheim, og
nógvar teirra skulu yvirtalast, sigur
Føroyskt
kvinnuheim
í Kenja
Tað er enn
soleiðis í Kenja,
at tú nertir ikki
við ein, sum
hevur AIDS, tí
tey halda, at tað
smittar. Tí sita
nógvar teirra
einsamallar við
sjúkuni«
Visti tú?
Mia er uppvaksin
í Hvalba og flutti sum
tannáringur til Havnar.
Hon var útbúgvin náms
frøðingur í 2009
Børnini fáa skúlabúna og mat at hava við í skúla
Sovisalurin í »Jimmia« rúmar 12 kvinnum.
Runt kvinnuheimið er múrur fyri tryggleika
Privatmyndir