hósdagur 21. mai 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. mai 2015
sosialurin 58
9
Mia. Tær kvinnurnar, sum vit hava á
heiminum nú, koma av hospitalinum.
Tær koma frá øðrum bygdum og
kenna ikki nakran í umhvørvinum.
– Júst nú hava vit eina 14 ára
gamla gentu á heiminum. Hon er úr
eini bygd tríggjar tímar burturi. Hon
bleiv neyðtikin av fosturpápa sínum
og bleiv við barn. 14 ára gamla gentan
átti síðani barnið, men barnið fekk
onki at eta frá mammu síni og bleiv
illa fyri, greiðir Mia frá.
– Hon sær ikki hetta barnið sum
nakað fantastiskt. Hon sær bara
nakað ónt, tí hon sjálvsagt setur tað
í samband við ræðuligu upplivingina
við fosturpápanum. Gentan endaði á
sjúkrahúsinum, sum síðani setti seg í
samband við Jimmia. Fosturpápin er
handtikin og skal í rættin, og tað er
ómetaliga gott, tí tað er so sjáldsamt
í Kenja, at nakað kemur burturúr, tá
slíkt verður meldað, sigur Mia.
– Vit kunnu ikki lata gentuna sita
eftir hjá familjuni, tí tey hava ikki ráð
at taka sær av henni. Eisin hevur hon
brúk fyri ráðgeving um, hvussu hon
kann verða mamma, tá hon er í so
djúpari sorg, greiðir Mia frá.
Útlúgvandi at vera
»on« alla tíðina
Mia fortelur, at hóast hon elskar at
arbeiða við kvinnum, so er tað eisini
lúgvandi til tíðir, tí hon gevur nógv av
sær sjálvari hvønn dag. Tí er gott, at
hon og leiðarin í heiminum fáa tosað
við hvørja aðra um ymisku støðurnar
tær eru í.
– Vit fáa jú fólk á gátt allar tíðir av
degnum, so man er alla tíðina »on«.
Vit fara ikki heim við øllum hesum á
hjartanum, men tosa við hvørja aðra.
Jimmi greiðir frá at í Afrika eru
nógvir samfelags trupulleikar, sum
ikki verða viðgjørdir alment, og sum
man ikki tosar um.
– Hesir trupulleikarnir eru blivnir
normaliseraðir, og tí er torført at
bróta mynstrið, greiðir Jimmi frá.
– Til dømis hevur grannin verið
bankað dag inn og dag út alt mítt lív,
og onki hevur verið gjørt ella sagt.
Men tá Mia kom til Kenja við sínum
sjónarhorni, hevur hon møguleika
at tala at tí órættvísi, hon sær. Eg
havi eisini fingið hesa styrkina við
at hava búð í Føroyum í fimm ár. Eg
havi fingið eitt nýtt sjónarhorn, sigur
hann í sera stórum álvara.
Á hini síðuni gevur hjúnarbandið
Miu eitt betri innlit í Kenjansku
mentanina.
– Onkuntíð sigur Jimmi við meg,
at nú reageri eg nokkso ógvusligt. Tá
eg eri kedd og ólukkulig yvir, at ein
kvinna til dømis fer heim aftur til
mannin, sum bankar hana. Tá hjálpir
tað at hava svigerfamiljuna og Jimmi
at hjálpa mær at hava tunguna mitt
í munninum.
– Jimmi skilur tó væl, hví tárini
renna viðhvørt, sigur Mia og ljóðar
rørd, ímeðan hon greiðir frá. Av og á
er sorgin inni í mær stór, tá eg onki fái
gjørt, og alt er so ómenniskjansligt til
tíðir, sigur Mia, meðan tárini spaku
liga renna eftir kjálkunum.
– Vit fullfíggja hvørt annað, sigur
Jimmi. Eg havi afrikansku mentanina,
og Mia hevur ta føroysku, og tí verða
truplar støður ofta nemmari at loysa
við tað, at vit hava hesar ymisku
samantvinnaðu mentanirnar.
Mammur eru ryggurin
í samfelganum
Mamma Jimmi var bert 15 ára gomul,
tá hon átti Jimmi. Hon gjørdi mið
námsskúlan lidnan, og bleiv síðani
frisør. Tey høvdu lítið og onki í lítla
kamarinum, tey búðu í á triðju hædd.
– Tað er altíð sólarklárt í høvd
inum hjá mær, at mamma dagliga
stríddist fyri at fáa mat á borðið.
Tá vit vitja heimini hjá kvinnunum,
sum vit hjálpa, og eg síggi fólk í somu
støðu, sum eg var í, minnir tað meg á,
hvør og hvaðani eg eri. Hetta hevur
fyrireikað meg til arbeiðið, sum eg
geri í dag.
– Mammur eru ryggurin í samfel
agnum, sigur Jimmi. Nógvar familjur
í Kenja arbeiða við at sáa og heysta
kaffibønur á markini. Ofta verða
børnini koyrd úr skúlanum, tí tey
fáa ikki goldið skúlagjaldið, men
tey vóna, at tá lønin kemur, verður
alt gott aftur. Familjan fær bert løn
einaferð um árið, og tann dagin kem
ur maðurin ofta ikki heim, men fer
ístaðin í vertshúsið og kemur ikki
aftur, fyrr enn allur peningurin er
uppi. Men hjálpir tú kvinnunum, ja
so hjálpir tú øllum samfelagnum, tí
tær hugsa um børnini fyrst.
Ikki bert ein dropi
í havninum
– Kenja fer ongantíð at síggja broyting,
um vit ikki byrja onkrastaðni, sigur
Mia, tá hon verður spurd, um arbeiðið
ikki onkuntíð kennist øtiligt.
– Á kvinnuheiminum hava vit
slagorðið »at sáa kærleiksfræ«, og
hetta royna vit at gera fyri kvinn
urnar, sum koma á heimið. Vit sáa
fræið í lív teirra, soleiðis at tá tær
fara aftur til heimbygd sína, kunnu
tær gera tað sama har. Eisini vóna vit,
at hetta heimið bert er tað fyrsta av
mongum, sum fara at verða stovnað,
sigur hon.
Júst nú eru Mia og Jimmi í Føroy
um í eina tíð, tí tey hava valt at koma
heim og taka ein støðg. Mia er aftur
við barn og skal eiga í september. Hon
verður tí í Føroyum, til hon hevur átt.
– Hóast vit eru heima, so steðgar
arbeiðið ikki upp. Á jimmia hava vit
kvalifiserað fólk, sosialráðgevar, um
sorganarpersónar, hjálparfólk, bók
haldara og vaktarmann, sum halda
áfram við arbeiðinum, sigur hon at
enda.
annikak@sosialurin.fo
»Av og á er sorgin innan í mær
stór, tá eg onki fái gjørt. Alt er so
ómenniskjansligt til tíðir«
Mia Jacobsen Kagotho
»Woman Fellowship«, ungar sum eldri, møtast á kvinnu-
heiminum hvønn fríggjadag til samfelag og kreativitet
Heimavitjan hjá Jennifer, ið sjálv má taka sær av gamla
abba sínum og fýra systkjum. Hon hevur onga skúlagongd,
og byrjaði sum smágenta at arbeiða sum húshjálp
Proviant
Jimmia er eitt kvinnuheim í Kagotho í Kenja, sum 32 ára
gamla Mia og 27 ára gamli James Nakuru hava sett á stovn.
Mia og James eiga grunnin, men tey eru send út sum
trúboðarar úr City Church í Havn, og sum nú er,
kemur allur fíggjarligi stuðulin úr Føroyum.
James verður vanliga kallaður Jimmi og hann er úr Kenja.
Mia er uppvaksin í Hvalba og flutti sum tannáringur til Havnar.
Hon var útbúgvin námsfrøðingur í 2009.
Hóast Mia og James eru úr tveimum ymiskum mentanum,
hava tey eitt felags mál – at hjálpa útsettum og harðsskapsraktum
kvinnum og børnum teirra.
Heimasíða teirra er www.jimmia.org
og tey eru eisini at finna á Facebook.
Fakta um Kenja:
Umleið 46.000.000 fólk búgva í Kenja,
og talið er støðugt hækkandi.
Kenja fekk loysing frá Onglandi í 1963.
Útflutningsvørur í Kenja eru te,
kaffi, urtagarðsvørur, ráolja.
Kilimanjaro, sum er hægsta fjallið í Afrika, er í Kenja.
Í Kenja tosa tey swahili og enskt, umframt at tað eru fleiri onnur mál,
sum verða brúkt runt landið.
Kenja er eitt menningarland og umleið helmingurin av fólkinum
livir í fátækdømi.