hósdagur 21. mai 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. mai 2015
sosialurin 58
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
10
The Big Friendly Giant
tema
Barbara Holm
H
øvuðsleiklutirnar í film
inum hava Mark Rylance
og Ruby Barnhill.
Filmsupptøkurnar
verða gjørdar í ár, og filmurin skal
frumsýnast í næsta ár.
Big Friendly Giant kom út sum
teknifilmur í 1989. Filmurin verður
framleiddur av Dreamworks, og talan
er um eina filmsætlan upp á fleiri 100
milliónir krónur.
Handan toymið er Rick Carter,
sum eitt nú hevur vunnið Oscar fyri
Avatar og Lincoln.
Í temasíðunum í Sosialinum í dag
tosa vit við føroysk filmsfólk, sum
vísa á hvussu stóran týdning hetta
kann fáa fyri føroyska samfelagið,
um vit duga at handfara hetta rætt.
The Big Friendly Giant
Filmurin The Big Friendly Giant er
ein barnabók, sum er skrivað av Roald
Dahl og illustrerað av Quentin Blake.
Bókin kom fyrstu ferð út í 1982, og er
filmatiserað einaferð síðani - í 1989.
Bókin byggir á eina søgu, sum fyrstu
ferð varð søgd í aðrari bók hjá sama
rithøvundi – The Champion of the
World.
Søgan fylgir einari lítlari gentu við
navninum Sofía ella Sophie. Sofía er
ein faðir- og móðurloysingur, sum býr
saman við fleiri øðrum í somu støðu
á einum heimi, sum knarruta Mrs.
Clonkers hevur ábyrgdina av. Eitt
kvøldið sær Sofía ein risa, sum royn
ir at fjala seg, meðan hann blæsur í
eina trompet-líknandi pípu, inn í eitt
kamarsvindeyga longri niðri á somu
gøtu. Risin tekur Sofíu við sær til sítt
heimland, og greiður henni frá, at
hann eitur the Big Friendly Giant,
og hvørt kvøld blæsur hann góðar
dreymar inn í kømrini hjá børnum.
Hann greiður henni eisini frá um
hinar risarnar, sum eru størri enn
hann, og sum eta menniskju og dáma
best menniskjabørn.
Orsaka av, at risin ikki vil eta
menniskju ella stjala mat frá menn
iskjum, etur hann ístaðin illasmakk
andi grønmeti. Sofía og risin gerast
beinan vegin vinir, men Sofía verður
sett í vanda, tá ið Bloodbottler Giant
kemur framvið, tí hann hevur illgruna
um, at Big Friendly Giant hevur eitt
menniskjabarn hjá sær. Sofía fjalir
seg í grønmetinum, sum risin plagar
at eta, men hesum veit Big Friendly
Giant als ikki av. Big Friendly Giant
bjóðar Bloodbottler Giant grønmeti
við vón um, at tað skal halda honum
frá at koma aftur til økið hjá teimum.
Spielberg
skal taka
film upp
í Føroyum
Seinni í ár kemur Steven Spielberg til Føroyar at taka film upp.
Talan er um bókina Big Friendly Giant eftir norska høvundan
Roald Dahl, sum nú verður filmatiseraður fyri aðru ferð. Tað er
landslagið og náttúran, sum hevur fingið filmsframleiðararnar
úr Hollywood at koma til Føroya at taka filmin upp
Ruby Barnhill