hósdagur 21. mai 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. mai 2015
sosialurin 58
11
Í temasíðunum í Sosialinum í dag tosa vit við føroysk films-
fólk, sum vísa á hvussu stóran týdning hetta kann fáa fyri
føroyska samfelagið, um vit duga at handfara hetta rætt
Bloodbottler Giant bítur í grønmeti,
spýtir tað út aftur, og út við kemur
eisini Sofía.
Vinaligi risin tekur eisini Sofíu við
til Dreyma Land, har tey bæði skulu
finna dreymar saman, sum tey síðani
skulu geva til børnini á barnaheim
inum. Men á vegnum hitta tey enn
fleiri av teimum óndu risunum. Í
Dreyma Landi enda tey eisini í svár
ari støðu, tá ið Big Friendly Giant
av óvart fært fatur á einum ringum
dreymi, heldur enn einum góðum.
Sofía og risin gera av at venda sær
til Drotningina í Bretlandi, og heita
á hana, um at fáa hinar risarnar í
fongsul. Big Friendly Giant fær fatur
á einum ringum dreymi, sum hann
gevur Drotningini, soleiðis at hon
kann síggja hvussu mannetandi
risarnir eru.
Big Friendly Giant letur Sofíu vera
eftir í kamarinum hjá Drotningini,
soleiðis at hon kann vátta søguna
um teir óhugnaligu risarnir, sum
eta børn. Sofía og Drotningin tosa
saman, og Drotningin trýr henni.
Drotningin ger skjótt av, og fær
fatur á hernaðarligum stuðli frá
fleiri ymiskum londum, og at enda
megna tey í felag, at fáa óndu risarnir
handan rimar. Sum takk fyri ómakin
fáa Big Friendly Giant og Sofía eitt
vakurt slott frá Drotningini, har tey
kunnu liva trygt og gott.
Góði Mr.
Spielberg,
filma onkra
aðrastaðni
Barbara Holm
K
ellie Mcleod er odda
kvinna í undirskrifta
innsavnan á internet
inum, har heitt verður
á Steven Spielberg, um at velja
annað land at filma í.
Skrivað verður, at stigtakarar
nir eru vorðnir varugir við, at Mr.
Spielberg ætlar sær til Føroya at
filma í juli í ár, og upptøkurnar
skulu nýtast til filmatiseringina
av The Big Friendly Giant.
– Góði umhugsa at filma aðra
staðni enn í Føroyum. Hvørt ár
vera grindahvalir og til tíðir aðrir
hvalir dripnir á ómenniskjaligan
hátt. Grindadrápið er ikki
kommersielt, og verður skipað í
samfelagnum. Grindamenninir
umringa fyrst grindina við bátum.
Síðani reka tey spakuliga grindina
inn á grunnar firðir. Síðani fáa
hvalirnir krók í blástri, og vera
hálaðir upp á land, har teir vera
skornir á háls. Teir deyðu hvalirnir
vera síðani drignir enn longri upp
á land, at verða skornir upp, siga
tey í mótmælisskrivinum.
Víðari greiða tey frá, at hesi
klóku, empatisku og kenslubornu
djórini doyggja ikki beinan vegin,
og teirra ræðuleiki verður styrktur
við, at tey skulu liggja í blóðutum
vatni og bíða eftir at vera skorin
á háls.
– Føroyingar hava ikki tørv á
at drepa hesi djór fyri at yvirliva.
Føroyingar hava longu eitt tað
hægsta livistøðið í heiminum,
siga tey.
At enda verður sagt: – Góði, góði
Steven Spielberg ikki far til Føroya,
har tey loyva slíkari ómenniskja
ligari viðferð av hvalunum.
Í skrivandi stund hava 1456 fólk
skrivað undir mótmælisskrivið.
Øll eru ikki eins fegin um, at
Steven Spielberg hevur kosið
Føroyar sum upptøkuland
Mark Rylance