Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mai 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. mai 2015 sosialurin 58 12 tema Big Friendly Giant Barbara Holm T íðindini um, at Steven Spielberg kemur til Føroya at taka upp ein part av Disney filminum Big Friendly Giant, eru stórtíðindi hjá nógvum okkara, og ikki minst hjá Jákupi Dahl, sum seinastu árini hevur nýtt nógva orku uppá júst tað, at marknaðar­føra Føroyar sum eitt films­land. Jákup hevur lisið drama og film á lærdum háskúla í Bretlandi, og í eitt ár starvaðist hann hjá føroysku sendistovuni í London, har hansara uppgáva var, at skapa tilvitan og áhuga millum films­fólk fyri Føroyum. Ein partur av hans­ ara arbeiðsuppgávu var at vitja í Føroyum saman við viðurkenda films­fram­leiðaranum Jim Brown, sum hevur vunnið Emmy virðislønir fyri dokumentar­filmar, og hevur arbeitt við filmati­seringum av Superman og annað. – Hansara áhugi fyri Føroyum var stórur, og hann bjóðaði sær til at gera ein reklamufilm fyri Føroyar, sum skuldi vísast til stórar filmsfestivalar kring knøttin. Men politiski viljin var ikki til staðar, greiður Jákup frá. Tó hevur hann altíð verið sann­førdur um, at Føroyar hava stórt potentiali, tá ið umræður films­upp­tøkur. Í Føroyum hava myndugleikarnir lagt orku í at menna før­oyska filmsvinnu, men at menna Føroyar sum filmsland hevur ikki verið á dagsskránni, hóast vit nú fáa ein tann mest viðurkenda filmsfram­ leið­aran til Føroya seinni í summar. – Spurningurin er hvussu hann hevur fingið frænir av Føroyum. Kanska hevur hann hoyrt um Føroyar umvegis føroysku stutt­ film­ar­nar, sum hava vunnið viður­ kenning uttanlands. Kanska hevur Jim Brown greitt frá um Føroyar í Hollywood. Kanska er tað Teitur Lassen, sum hevur vakt áhuga fyri hesum landinum. Tað er vónleyst at vita, men okkurt hevur so gjørt, at Spielberg hevur fingið eyguni upp fyri Føroyum, greiður Jákup frá. Í slíkum vinnum er trupult at gera upp hvønn týdning tað hevur, at ein slík filmsframleiðsla verður gjørd í Føroyum. Men ivaleyst er, at tað kann skapa meira enn vit kunnu ímynda okkum. – Fyrst og fremst kunnu vit siga, at tað er ein ótrúlig serfrøði, sum nú kemur til Føroya. Um eitt heilt films­lið kemur við ljóðmonnnum, ljós­monnum, grafikarum, upp­ tøku­fólkum og hvat veit eg, so er nógv vitan, sum føroyingar kunnu njóta gott av. Um føroysk filmsfólk á onkran hátt sleppa framat hesari fram­leiðsl­uni, so kann tað geva teim­ um ótrúliga nógva vitan, sigur Jákup Dahl. Harnæst er greitt, at tað kann skapa nógv, um Føroyar vera ein stór­ur partur av sjálvum filminum. – Vit vita, at filmsferðavinna er eitt út­breitt fenomen, sum kann skapa stóran áhuga fyri einum landið. Tá ið Braveheart, Sound of Music, Lord of the Rings og aðrir filmar komu út, so eksploderaði filmsferðavinnan í teim­um londunum, har filmarnir vóru tiknir upp, greiður Jákup frá. Og tað, at hesin filmurin er ein Disney framleiðsla kann merkja, at júst føroyska náttúran og kring­um­ støðurnar í filminum sum heild, vera Eg vóni og vænti, at myndugleikin nú fær eyguni upp fyri hvørjar møgu­leikar vit hava innan hetta økið« kann blíva garvilt – At Spielberg kemur til Føroyar kann skapa so stórar ringvirkningar, at vit illa kunnu ímynda okkum úrslitið. Og at tað er ein Disney filmur, sum talan er um, ger støðuna enn meira forkunnuga, tí Disney filmar gera altíð kringumstøðurnar í filmunum ævintýrakendar og vakrar, sigur Jákup Dahl, sum hevur lisið drama og film, og sum hevur starvast á sendistovuni í London, har hann bert arbeiddi við at marknaðarføra Føroyar sum filmsland Jákup Dahl