Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mai 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. mai 2015 sosialurin 58 13 enn vakrari og ævintýrakendar, enn tær kanska er. – Og eru vit veruliga heppin, so kann hendan framleiðslan økja um áhugan fyri at onnur velja Føroyar til sum filmsland. Steven Spielberg er kanska kongurin av øllum fram­ leiðarum í Hollywood, og um hann fer til Føroyar og velur okkum til, so kann tað eisini seta ferð á áhugan aðra­staðni frá, sigur Jákup. Hetta kann vera tað avgerandi fetið Vit hoyra mangan, at Føroyar eru nú at meta við tað, sum Ísland var fyri nøkrum árum síðani. Sum Visit Faroe Islands plagar at taka til – Føroyar eru unspoiled, unexplored og unbelievable. Ferðavinnan í Føroyum er ikki eins stór og tildømis í Íslandi, men hendan hendingin kann viðføra, at ferða­fólk fáa eyguni upp fyri tí ser­ staka samfelagið, sum her liggur. – Hetta kann vera tað avgerandi fetið fyri, at vit fáa viðurkenning sum eitt spennandi og forkunnugt land. Tað kann í veruleikanum blíva garvilt, heldur Jákup Dahl. Hann leggur tó dent á, at vit ikki kunnu staðfesta hvønn týdning hendan hendingin hevur fyri Føroyar, fyrr enn vit vita meira um hvussu stóran leiklut Føroyar hava í film­inum. Men eru Føroyar høvuðs­ karm­arnir um filmin, so kann tað koll­velta ferðavinnuna og áhugan fyri Føroyum. – Tann kenslan og tann upp­liv­ ingin fólk fáa, tá ið tey síggja eitt hvørt í sjónvarpsskíggjanum, kann illa sam­metast við nakað annað. Um nógv verður filmað her í Føroyum í rætta Disney stíli, so kunnu vit vænta, at fólk kring knøttin gerast bergtikin, halda tað vera sermerkt, og ynskja at upp­liva samfelagið, sigur Jákup Dahl. Vit mugu lofta hesum møguleikanum Áðrenn Pál Joensen fekk viður­ kenn­ing sum ein av heimsins bestu svimjarum, var svimjing sum ítróttar­ grein ikki serstakliga viðurkend ella áhugaverd í føroyska hugaheiminum. Men eftir stríðið og viðurkenningina, sum Pál Joensen hevur fingið, so er áhugin øktur, og nú hoyra vit fleiri ymiskar kommunur ynskja 50 metrar langhyl. Og soleiðis er tað mangan á ymiskum frontum í Føroyum. Vit seta sjáldan prís uppá nakað, áðrenn vit síggja í verki hvønn týdning tað hevur. Jákup Dahl vónar, at Spielberg vitjanin fer at fáa somu effekt á áhugan fyri filmsvinnu, sum Pál Joensen fekk fyri svimjing. – Eg vóni og vænti, at myndug­ leikin nú fær eyguni upp fyri hvørjar møgu­leikar vit hava innan hetta økið, sigur Jákup Dahl. Fyri nøkrum árum síðani var ein sending av sendirøðini Buzz Aldrin upptikin í Føroyum, og hetta films­ lið legði áleið 4 milliónir eftir seg. Tá ið Steven Spielberg kemur til Føroyar at taka upp myndir til eina fleiri hundrað milliónir framleiðslu, so verður avkastið til føroyska sam­ fel­agið helst øgiligt. – Filmsliðið hevur avgjørt tørv á hjálp til ymisk praktisk viðurskifti, tey hava tørv á arbeiðsfólki at hjálpa til, mati, innivist og so framvegis, greið­ur Jákup frá. Ivaleyst verður spennandi at frætta hvat kemur burturúr vitjanini hjá Steven Spielberg í Føroyum, og sam­stundis hvussu Føroyar fram­yvir fara at marknaðarføra seg sum films­ land, nú vit fáa váttan fyri, at Føroyar eru áhugaverdar fyri fólk innan hesa vinnu. barbara@sosialurin.fo The Big Friendly Giant