Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mai 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. mai 2015 sosialurin 58 14 tema Big Friendly Giant Barbara Holm Á mangan hátt er tað for­kunnugt, at Steven Spielberg í summar kemur til Føroya. Tað mest áhuga­verda er, at hetta skumpa undir kjakið um føroyska filmsvinnu, og hvussu hon skal skipast framyvir. – Tey eru eitt avmarkað tíðarskeið í Føroyum, og hava helst tey flestu fólkini við sjálvi. So eg vænti ikki filmsfólk í Føroyum sleppa upp í part. Men í einum longri perspektivi kann hetta fáa sera jaliga ávirkan á framtíðina hjá føroyskari filmsvinnu, sigur Jan Berg Jørgensen. Fyri nøkrum árum síðani skriv­aði Klippfisk eitt filmsálit til Vinnu­mála­ ráðið, har dentur serstakliga varð lagdur á Føroyar sum filmsland. Í hesum áliti gjørdi tey í Klippfisk greitt, at tað er umráðandi, at vit sum sam­felag lata nakað fyri at fáa nakað. – Í flest øllum londum, sum vit kappast við, hava tey ein veru­ligan filmspolitikk, og eina aftur­beringar­ skipan, sum skal gera tað lokkandi hjá útlendingum at velja landið til, sigur Jan Berg Jørgensen. Júst hendan framleiðslan av Big Friendly Giant hevur fleiri hundrað milliónir í rygginum, og tískil er kostnaðurin av filminum ikki ein trupul­leiki. Men fyri smærri verk­ ætlanir hevur tað týdning, at eitt land, sum tey velja sum filmsland, hevur ein nøktandi filmspolitikk og eina aftur­beringarskipan. – Í Íslandi til dømis hava tey eina afturberingarskipan á áleið 20 pro­ sent. Tað merkir, at brúkar films­ liðið 10 milliónir í Íslandi, so fáa tey 2 milliónir við av landinum aftur, greið­ ur Jan Berg Jørgensen frá. Fyri at fáa ágóðan av hesari aftur­beringarskipan, skulu ymsu verk­ætlanirnar eisini lúka nakrar treytir, sum íslendska samfelagið setir. Til dømis, at tey skulu gera eitt íslendskt partafelag, partvíst nýta ís­ – Vitjanin hjá Spielberg fer neyvan at hava merkja økt virksemi fyri føroysk filmsfólk. Men tað kann verða eitt jarnbrot fyri okkum, so vit fáa øktan áhuga uttan í heimi fyri Føroyum, og ikki minst økta tilvitsku frá politikarunum um hvørjir møguleikar liggja í hesi vinnu, sigur Jan Berg Jørgensen, nevndarlimur í Klippfisk Í flest øllum londum, sum vit kappast við, hava tey ein veruligan films­politikk, og eina aftur­ beringar­skipan, sum skal gera tað lokkandi hjá útlendingum at velja landið til« jarn­brot fyri føroyska filmsvinnu Jan Berg Jørgensen: The Big Friendly Giant