hósdagur 21. mai 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. mai 2015
sosialurin 58
15
Landslagið
er okkara
høvuðsleikari
Barbara Holm
F
øroyska landslagið fær
stóran leiklut í nýggjasta
filminum hjá kenda
filmsleiksstjóranum
Steven Spielberg, sum ber heitið
The Big Friendly Giant (The BFG).
Upptøkurnar úr Føroyum skulu
virka sum bakgrund í fleiri av
myndunum úr filminum.
Ein av høvuðsorsøkunum til,
at Føroyar eru valdar, er flotta
landslagið í Føroyum. Umframt
hesum eru Føroyar valdar fyri
at fagna skandinaviska arvin hjá
Roald Dahl, sum hevur skrivað
skaldsøguna, skrivar Visit Faroe
Islands í tíðindaskrivi.
Steven Spielberg er leiksstjóri,
og Melissa Mathison, sum er kend
fyri millum annað at hava skrivað
filmin E.T. hjá Spielberg, hevur
skrivað handritið til nýggja filmin.
Frank Marshall og Sam Mercer
eru framleiðarir, og Kathleen
Kennedy, John Madden, Michael
Siegel og Kristie Macosko Krieger
eru tað, ið kallast »executive
producers«.
The BFG, sum varð útgivin
sum teknifilmur í 1989, snýr seg
um gentuna Sophie, ið er faðir- og
móðurleys. Hon verður burturførd
av Big Friendly Giant, sum er ein
vinarligur og glaðlyntur risi, hvørs
uppgáva er at geva børnum góðar
dreymar, hóast hann kemur frá
einum fjarskotnum landi, har
fleiri størri og óndari risar búgva.
Filmurin verður framleiddur
av Disney, Amblin og Reliance í
samstarv við Walden Media. Hann
verður frumsýndur í 2016.
Tað er Visit Faroe Islands, ið
hevur samstarvað við framleið
ararnar um hesa verkætlan.
– Vit eru sum vera man sera
spent uppá hendan møguleika,
ið kemur at vera við til at seta
Føroyar á heimskortið, sigur
Guðrið Højgaard, stjóri á Visit
Faroe Islands.
– Tað er av stórum týdningi at
Dreamworks fær frið til at gera
sítt arbeiði í Føroyum, og tískil
verða ikki fleiri detaljur kring
sjálvar upptøkurnar upplýstar í
løtuni, sigur Guðrið Højgaard at
enda.
Føroyska landslagið er høvuðs
orsøkin til, at upptøkur úr Føroyum
skulu virka sum bakgrund í
nýggjasta Spielberg-filminum
Mynd: Álvur Haraldsen
lendsk filmsfólk í framleiðsluni og so
framvegis. Og slíkar skipanir hava so
at siga øll filmslond.
– Tann størsti vansin við ikki at
hava ein filmspolitikk og eina aftur
beringarskipan er, at filmslið halda
seg aftur at velja Føroyar, tí tey ivast
í um vit eru før fyri at veita teimum
neyðugu professionellu arbeiðsork
una og arbeiðsumstøðurnar, sigur
Jan Berg Jørgensen.
Í Føroyum er filmsvinnan fram
vegis relativt ung, men seinastu árini
hava føroyingar útmerkað seg innan
allar greinar av filmsframleiðslu, og í
dag metir Jan Berg Jørgensen, at vit
eru før fyri at taka ímóti útlendskum
verkætlanum.
– Men tað krevur fyrst og fremst,
at vit orðað ein politikk, og at vit
viðurkenna, at tað eru nakrar um
støður, sum mugu fáast í rætt lag,
áðrenn vit kunnu gera okkum vónir
um, at gerast eitt viðurkent filmsland,
sigur Jan Berg Jørgensen.
Mugu læra at spæla við
Tá ið filmar skulu gerast, ella sendi
røðir skulu upptakast, so er eitt tað
mest umráðandi í allar tilgongdini, at
eingin fær frænir av tí, sum gongur
fyri seg. Um vit ímynda okkum, at
Game of Thrones skuldi taka upp
eina sendirøð í Føroyum, so hevur tað
avgerandi týdning fyri sendirøðina, at
einki verður likið út um, hvør spælir
við, hvussu tey taka upp og so fram
vegis.
– At søgan um, at Big Friendly
Giant verður upptikið í Føroyum,
kom út í miðlarnar, er í veruleikanum
ikki serstakliga heppið. Í ringasta føri
kann tað viðføra, at filmsliðið tekur
seg aftur, og heldur velur eitt annað
land. Men vónandi er tilgongdin
komin so væl áleiðis, at tey ikki
broyta hugsan nú, sigur Jan Berg
Jørgensen.
Hann vísur á, at skulu Føroyar
gera sær vónir um at fáa eina veruliga
filmsvinnu uppá beinini, so er um
ráðandi, at alt samfelagið lærir seg
at spæla við, gevur arbeiðsfólkunum
frið, og mest av øllum ikki skrivar á
sosialu miðlunum um hvat gongur
fyri seg.
Hvussu verður og ikki, so er givið,
at tað tekur tíð at byggja upp eina til
vitsku um hvussu vit sum samfelag
uppraðfesta filmsvinnu á bestan hátt,
hvussu vit skulu uppføra okkum, tá
ið slíkt gongur fyri seg í Føroyum, og
ikki minst, hvussu vit fáa gagnnýtt
áhugan fyri Føroyum.
barbara@sosialurin.fo
Steven Spielberg við filmstóli. – Tey eru eitt avmarkað tíðarskeið í Føroyum, og hava helst tey flestu
fólkini við sjálvi. So eg vænti ikki filmsfólk í Føroyum sleppa upp í part. Men í einum longri perspektivi
kann hetta fáa sera jaliga ávirkan á framtíðina hjá føroyskari filmsvinnu, sigur Jan Berg Jørgensen
Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands