hósdagur 21. mai 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. MAI 2015
SOSIALURIN 58
16
KJAK
KLUMMAN
Latið dellurnar
dansa
L
eingi hava tær verið innstrammaðar, dell
urnar, meðan ánararnir hava hildið ondini og
togað búkin inn í alt ov stórum klæðum fyri
ikki at avdúka, at kropsstøddin var størri enn
idealistiska 34.
At hava dellur hevur verið hildið at vera tað sama
sum at hava veikan vilja, at hava skeiv virði, at vera
dovin og onkursvegna at vera í ójavnvág. Orsøkin er, at
tað í fleiri ár hevur verið eitt ekstremt fokus á krops
ideal. Og hvørki dellur ella slappir kroppar hava verið
góðtiknir.
Fyrst vóru tað óalmindiliga klønu kvinnukroppar
nir, sum umboðaðu idealið. Fyri nøkrum árum síðani
vórðu teir avloystir av sterku og væltrenaðu kropp
unum, sum lýddu slagorðið: styrki er tað nýggja klæna.
Absolutt alt gott um at venja og halda kroppin við
líka – við máta.
Men seinasta árið hava vit sæð, at tað hevur verið
í lagið at »bodyshama« - at skamma fólk út á netinum
fyri teirra útsjónd og kropp.
Til dømis hava vit sæð myndir av hyldligum damum
á MacDonalds við teksti sum »kanska skuldi hon ikki..«
Vit hava sæð, at myndir eru farnar um allan heim av
tjúkkum monnum, sum hava dansað á náttklubbum.
Hví?
Tí ekstrema kropsdyrkanin hevur lumpað okkum at
halda, at tað er loyvt at niðurgera fólk, sum ikki hoyra
til tann væltrenaða, klæna minnilutan.
Men meðan vit vanligu fólk mestsum hava verið
fangað av bjarta prefektleikanum í reklamunum – sum
nøtrandi harur í ljósinum frá billyktunum – ja, so er ein
rørsla nú loksins farin at gera um seg.
Mótin er nú at anda út. Lata dellurnar dansa. Heiðra
strekkmerkini. Nýta kroppin til at senda boðskapin:
Nú er nokk!
Tað vóru nakrar ungar kvinnur í USA, sum í eini
skúlauppgávu staðfestu, at menn ikki løgdu so nógv í
kropsdyrkanina, og at tað var eggjandi við monnum,
sum tordu at vera, sum teir nú einaferð eru. Tær
nevndu fyribrigdið »dadbod« – ein stytting fyri »dad
body«, sum merkir »pápa kroppur«.
Uppgávan kom í eina lokala avís, og er við metferð
farin um allan heim - og út í hvønn krók av inter
netinum. Glaðir menn í túsundavís hava postað mynd
ir av sær og sínum óperfekta kroppi - og glaða smíli.
Og uppá fáar vikur fingu vit eisini eitt rák, kallað
»mombod« (mammukroppur) og rákið »normbod«
(vanligur kroppur). Endamálið er tað sama: ein upp
reistur ímóti tí perfekta, tí hysteriska og teirri yvir
drivnu kropsdyrkanini, sum hevur valdað seinnu árini.
Skalt tú vera ordiliga við í nýggjasta rákinum,
so slepp dellunum út at dansa. Skittur verið við
appelsinhúð og ølbúki – vanligi kroppurin er tað
nýggja sterka.
Og tað góða við hesum rákinum er, at alt tær tørvar,
fyri at vera við, er ein kropp!
Janus Rein
Løgtingsmaður fyri
Fólkaflokkin
Í vikuskiftin
um frættist í
miðlunum, at
grønlendsk
fiskiskip hava
trupulleikar
við at leggja veiðuna upp í
Føroyum. Ítøkiliga dømið
hetta vikuskiftið var um trol
aran Polar Princess, sum mátti
fara til Íslands at leggja veið
una upp, hóast ynski teirra
var at koma til Føroya at
leggja hana upp. Sum skilst á
lagnum, eru trupulleikar við
Heilsufrøðiligu Starvstovuni.
Hetta er ein óheppin og
álvarsom støða, sum ikki skal
undirmetast. Eg havi tí tikið
málið upp á politiskum stigi
og sent Johan Dahl, avvarð
andi landsstýrismanni, nakrar
§ 52a spurningar, har lands
stýrismaðurin m.a. verður
biðin um at greiða frá støðuni
og hvussu tey hugsa sær at
loysa trupulleikan.
Útlendsk fiskiskip, ikki
minst grønlendsk fiskiskip,
leggja nógvan pening eftir seg
í Føroyum, við tað at tey keypa
vørur og tænastur her, tá tey
koma inn at leggja lastina upp,
og tað vildi verið ómetaliga
klossut av okkum at rikið alt
teirra virksemi av landinum,
m.a. yvir til Íslands.
Vit skulu ansa okkum sera
væl ikki at undirmeta støð
una. Tað verður ómetaliga
óheppið, um alt hetta avleidda
virksemið, sum útlendsku
fiskiskipini skapa, verður
flutt til okkara grannalond.
Man skal ikki undirmeta,
hvussu stórt íkast til føroyska
búskapin hesi fiskiskip hava,
tá tey koma og leggja fiskin
upp her. Tey keypa olju,
proviant, trol og trolútgerð,
eins og tey gera umvælingar
av ymsum slag, umframt at
keypa arbeiðsmegi til landing
ella umskipan av fiskinum.
Tað tykist undarligt, at grøn
lendskir trolarar skulu hava
tílíkar trupulleikar í Føroyum,
meðan teir ikki hava tað í Ís
landi.
Tíverri sýnist hetta vera
eitt dømi um, hvussu bureau
kratiið í Kontórshavn virkar,
tá tað er upp á tað ringasta.
Man sigur nei takk til 1000
krónuseðlar fyri at spara 100
krónuseðlar.
Landshúsarhaldinum
tørvar, eins og við einum
vanligum familjuhúsarhaldi,
sum útgangsstøði pening inn
í kassan, áðrenn mann kann
brúka úr honum. Eg veit væl,
at mong mangan freistast
til at halda, at tað finst eitt
pengatræ í havanum hjá løg
tinginum at heinta av til al
mennan rakstur osf.
– Skal hervið boða frá, at
tað ger tað altso ikki!
Ver við í kjakinum!
Send teldupost til post@sosialurin.fo
Meiningar og kjak
Eydna
Skaale
Ómetaliga klossut at siga
nei til 1000 krónuseðlar fyri
at spara 100 krónuseðlar
KJAK
Charlotta á Váli Olsen
Tá ein byrjar
at koma upp
í tann 'eldra'
endan, vend
ast
nógvir
y m i s k i r
tankar og samanberingar
sær í høvdinum og nógvar
ymiskar royndir verða gjøg
numhugsaðar!
Okkara samfelag er broytt
ótrúliga nógv tey síðstu 50
árini, nógv til tad betra, - men
eisini okkurt til tað verra.
Vit hava altíð hug at sam
anbera okkum við londini
rundanum
okkum,
vit
skulu helst líkjast teimum í
mestsum øllum og hava tað
líka 'gott' sum tey. Men vit
gloyma at 'sálda frá'. Læra av
teirra feilum og sálda frá, tað,
sum ikki 'riggar'.
Eitt, sum hevur 'øst' meg
tey síðstu árini (og tað skal
eitt sindur til), er hugtakið
'bygnaðarbroytingar', sum
er eitt 'moderna fyribrigdið',
sum verður (mis)brúkt í
fleng, vil eg siga og hevur
gingið útyvir røsk, trúgv og
álítandi fólk, flestu farin um
tey 50. Tí nú skulu nýútbúnir
'akademikarar' hava arbeiði,
nýggj størv verða uppfunnin,
sum so eisini yvirtaka partar
av arbeiðinum hjá farandi
fólkinum. Rættiliga nógv
almenn arbeiðspláss hava
brúkt henda mátan, hóast
tey VITA, at eitt fólk (uttan
akademikaraútbúgving), farin
um tey 50, hevur lítlan og
ongan møguleika at fáa annað
fast arbeiði. Hetta hevur verið
- og er - til stóra sálarkvøl hjá
mongum.
Hetta kann ikki vera rætt!
Hesu røsku trúgvu arbeiðsfólk
hava strevast og knógvað fyri
at millum annað øll, sum hava
hug at lesa víðari, hava møgu
leikan í dag. Tá so tey koma
heim (og eru tey so hjartaliga
vælkomin!), verða nøkur
av hesum trúgvu, 'gomlu'
fólkunum meira ella minni
'sparkaði' út í kuldan.
Hetta skal tó ikki misfatast!
Eg eri so hjartaliga fyri, at tey
ungu fáa sær eina útbúgving
og at tey koma heimaftur og
brúka sína vitan her! MEN
tað má og skal ikki ganga
útyvir tey røsku, trúføstu, sum
allarhelst ikki hava haft henda
góða møguleikan, at fáa sær
eina víðari útbúgving.
Her má finnast ein loysn!
Egoisman og sjálvrealisman
má ikki taka yvirhond, so
leiðis, at góð, røsk og trúgv
arbeiðsfólk kalt og 'kyniskt'
verða ofraði. Eitt er vist, at
tað eru ikki hesi, sum koppa
samfelagnum!
Eg veit um fleiri syrgiligar
lagnur orsaka av hesum
vitloysi!
Vónandi kemur hjarta og
vísdómur inn aftur í okkara
samfelag!
PS. Og so skal tað loysa seg at
arbeiða - helst til tú er 70 ár.
Hvussu hongur hetta saman?
Hvar eru vit á veg???