hósdagur 21. mai 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. MAI 2015
SOSIALURIN 58
18
NØVN
Føðingar
11. mai blivu Sunrid Ørvarodd & Leif Nielsen, Signabøur, enn einaferð foreldur
og Silas bleiv stóribeiggi hjá einari so fittari diddu :) Hon vigaði 3190 gr og var
52 cm long.
5. mai fingu Katrin Emilia og Elisabet eina fitta lítla systur. Hon vigaði 3480 gr og var 50 cm long.
Foreldur teirra eru Mortan og Sólgerð Joensen, Argir.
80 ára føðingardagur
Fríggjadagin 22. mai verður
Jógvan Joensen 80 ár. Í hesum
sambandi er opið hús í Hvalvíkar
missiónshúsi kl 16-20. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
80 ára føðingardagur
Mánadagin 1. juni fyllir Terje
Jacobsen (Terje hjá Albert á
Centralinum) 80 ár. Tit, ið vilja
gleða meg, kunnu koma ein túr
á Seglloftið á degnum millum kl.
14 og 18.
Annfinn Brekkstein
Valevni Sambandsfloksins til
løgtingsvalið
Eftir, at SVF í Degi
& Viku vísti, hvussu
illa takið á Føroya
Fólkaháskúla lak
og
hvussu
illa
Mentamálaráðið og
Landsverk hava umsitið almennu
ognina við at lata standa til, so eru
tað nógv, sum hugsa um hetta er av
kleivarskapi ella gjørt við vilja.
Tað var undir øllum umstøðum ein
syndarlig sjón at síggja í 2015, hvussu
skúlastjórin gekk uppá ovasta loft,
fyri at halda skúlan lens. Ein kann
ímynda sær, hvussu inniklimaði er
í einum slíkum bygningi – fukt og
svampur – eitt stað, sum er við at
gerast heilsuskaðiligt at húsast í.
Aftur her er eitt dømi um, at ein
almennur bygningur í Havn vantar
pening til viðlíkahald.
Mentamálaráðharrin virkaði eitt
sindur ivasamur at játta pening til
ein almennan stovn í Havn, hví tað?
Úrslitið síggja vit - háskúlastjórin
skal nú ganga runt í Havn og á ein
eyðmýkjandi hátt biðja havnarfólk
stuðla Føroya Fólkaháskúla, sum
landi umsitur og hevur ábyrgdina av
at viðlíkahalda.
Hevði hetta hent í veljaraøkinum
hjá mentamálaráðharranum ella
handlaði hetta um Tekniska Skúla í
Klaksvík, so hevði hvør króna verið
játtað og meira við.
Tá so háskúlastjórin er liðugur
at bidda í Havn, so skulu ongir hjá tí
almenna seljast, áðrenn takið kann
skiftast út. Hetta er ein provokatión
og háðan ímóti Føroya Fólkaháskúla,
bara tí hann liggur í Havn.
Stevna Háskúlans er at vekja ans
fyri mentan og máli, søgu og samfelag,
og undirvísingin byggir bæði á tað
andaliga, handaliga og skapandi.
Háskúlin vil menna og upplýsa,
bæði tað einstaka menniskjað og
felagskapin allan. Sostatt handlar
leikluturin hjá Føroya Fólkaháskúla
um mentan og sosiala menning í
samfelagnum fyri ávísar bólkar, sum
hava tørv fyri tí, serliga ung fólk.
Skulu vit bara standa og hyggja
at og góðtaka slíka vanrøkt av einum
stovni. Nei, eg fari í hvussu so er ikki
at góðtaka hetta.
Eg fari tí at heita á landsstýris
mannin í Mentamálum, Bjørn Kalsø,
um at játta tað, sum skal til fyri at
skipaði viðurskifti aftur valda á
Føroya Fólkaháskúla – ivist ikki í,
at landsstýrismaðurin finnur eina
skilagóða loysn og játtar neyðuga
peningin.
Føroya Fólkaháskúli – við
hattinum í hondini at bidda
KJAK